Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2009 - Vit halda ikki, at tað er rætt at forða støk um at ættleiða, bara fyri at forða sam kyndum í ætt- leið ing. Tað er skeivt grundarlag, sig ur Heðin D. Poul sen formaður í Ætt leið- ing ar felagnum ÆTTLEIÐING Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Í Føroyum eru tað ikki bert hjún, ið kunnu ættleiða børn. Lógin umfatar eisini støk, og av tí at vit í Før oy­ um ikki loyva skrásettum par lag, so er tað eisini gjør­ ligt hjá eitt nú samkyndum at ættleiða. Hetta er Heðin D. Poul­ sen, formaður í Ætt leið ing­ ar felagnum, fegin um. ­ Vit stuðla ættleiðing í Før oyum 100 prosent og skilja ikki, hví summar rødd ir vilja broyta lógina, so leið is at støk ikki kunnu ætt leiða, sigur Heðin D. Poul sen. Skulu lúka somu krøv Hóast møguleiki er hjá støk um eins væl og hjúnum at ættleiða, so eru krøvini hørð, og nógv skal lúkast, áðr enn barnið kann gerast part ur av familjuni. Heðin D. Poulsen sigur, at hóast støk kunnu ættleiða, so verður krøvini ikki lækk­ aði. ­ Tað eru nógv krøv, ið skulu lúkast, og støk skulu upp fylla tað sama sum hjún. Gera tey tað, so skilji eg ikki trupulleikan við tí, sig ur Heðin D. Poulsen, for mað ur í Ætt leið ing ar­ felag num. Sum dømi kann nevnast, at støk eitt nú skulu hava eina stóra kontaktflatu, eina nøkt andi inntøku og um støður, og atlit verða í ógvu liga lítlan mun tikin til hvørt tey eru støk ella ikki. Ríkis umboðsmaðurin tek ur støðu til, hvør er egn­ að ur at ættleiða og ikki, og í skrivandi løtu er dømi um eina staka kvinnu í Før oy­ um, ið hevur ættleitt. ­ Altjóða endamálið við ætt leiðing er, at barnið skal hava tað gott. Sjálvsagt hev ur barnið tað betri við ein ari mammu ella einum pápa, enn til dømis í einum barna heimi, sigur Heðin D. Poulsen. Tá ið avgerðin hjá ríkis­ um boðsmanninum er fallin, ber til at kæra avgerðina til eina danska kærunevnd. Eingin trupulleiki í praksis Hóast Heðin D. Poulsen legg ur dent á, at støk eins væl og hjún skulu hava møgu leika at ættleiða, so held ur hann, at í roynd og veru kann eingin trupulleiki stan da av hesum. ­ Lóggávan í teimum lond unum, ið føroyingar ætt leiða frá er altavgerandi fyri, hvørt støk kunnu ætt­ leiða ella ikki. Og í megin­ part inum av ætt leið ing ar­ londunum ber tað ikki til at ætt leiða sum stakur. Tí er eing in trupulleiki í praksis, sigur Heðin D. Poulsen. Sum lóggávan í nógvum av heimsins londum er, so ber tað í fáum førum til at ætt leiða sum stakur, men nærum aldrin til at ættleiða sum skrásettur í parlag. ­ Føroyingar mótsiga sær sjálv um, tí tað er nærum ógjør ligt hjá fólki, sum liva í skrásettum parlag at ættleiða. Við at lova sam­ kynd um at skráseta seg í par lag, so høvdu vit úti­ lokað tann trupulleikan, með an støk enn høvdu havt ein lítlan møguleika, sigur Heðin D. Poulsen. Mest vanligt er, at hjún hava fyrsta rætt á ætt leið­ ing ar økinum og harnæst støk. Taka frástøðu frá tingmonnum Politiskar røddir hava verið frammi og sagt, at lóggávan skal broytast, soleiðis at støk og samkynd ikki skulu hava møguleikan at ætt­ leiða. Hesum tekur Heðin D. Poul sen frástøðu frá. ­ Vit taka frástøðu frá teim um tingmonnum, ið vil ja broyta lógina. Vit hava fult álit á ríkis um boðs­ mann inum og hansara av ­ gerð um og meta tað verða skeivt grundarlag at broy ta lógina uppá, sigur Heð in D. Poulsen formaður í Ætt­ leið ingarfelagnum. Ættleiðingarfelagið stuðlar støkum í ættleiðing Børn skulu hava tvey for eldur, sigur Helgi Abra ham sen, sum eisini er ímóti, at sam kynd skulu hava møgu leika at ættleiða ÆTTLEIÐING Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Í orðaskiftinum um ætt leið­ ing hevur serstakliga ein ting maður víst sína ónøgd, og er tað Helgi Abrahamsen, ting maður fyri Sam bands­ flokkin. Í munligum fyrispurningi spurdi Helgi Abrahamsen, hvørj ar mannagongdirnar eru í samband við ætt leið­ ing. Orsøkin til fyri spurn­ ing in er, at tað kom óvæntað á tingmenn, tá ið málið um ætt leiðing bleiv viðgjørt í rættar nevndini hjá Løg­ tingi num. ­ Vit viðgjørdu eitt mál í rættarnevndini um ætt leið­ ing, og har kom fram, at tað er gjørligt hjá støkum at æt t leiða, og tað visti eingin ting maður áðrenn, sigur Helgi Abrahamsen. Tá ið tingmenn fingið frænir av lóggávuni, setti Helgi Abrahamsen ein fyri­ spurning í Løgtinginum. ­ Eg haldi, at tað er týdn­ ing ar mikið at endurskoða lóg ina, tí tað er eftir mínum tykki skeivt at loyva støkum at ættleiða, sigur Helgi Abra ham sen. Spurdur um orsøkin til at hann heldur lóggávan skal forða støkum at ættleiða, sig ur Helgi Abrahamsen so leiðis. ­ Eg haldi, tað er synd fyri børnini, tí børn skulu hava tvey foreldur, sigur hann. Er eisini ímóti at samkynd ættleiða Spurdur um, hvørt orsøkin til hansara hugsanir um ætt­ leiðing er orsaka av, at sam­ kynd við hesari lógini eisini fáa møguleikan at ættleiða, sigur Helgi Abrahamsen so leiðis. ­ Eg eri ímóti, at samkynd kunnu ættleiða, hóast tað ikki er einasta grundgeving fyri hví eg vil broyta lógina, sig ur hann. Sambandstingmaður ímóti at støk kunnu ættleiða Munurin minkar í Íslandi Ein nýggj meiningakanning vísir, at munurin minkar millum tríggjar teir størstu flokkarnar í Íslandi nú beint undan altingsvalinum. Kanningin vísir, at Samfylkingin missir veljarar, meðan tað legst til hjá Sjálfstæðisflokkinum. Eftir kanningini fær Samfylkingin 28,4 prosent av atkvøðunum ímóti 31,7 í teirri næstseinastu kanningini. Sjálfstæðis­ flokkurin fær sambært nýggju kanningini 23,7 prosent, og tað er heldur meiri enn í teirri næstseinastu kanningini, sum gav flokkinum 22,5 prosent. Vinstri Grøn standa í stað við ávikavist 27,7 og 27,5 prosentum av atkvøðunum. Pentagon húsarannsókn hjá Siemens Ja, tað ljóðar kanska sum skemt, men tað er satt, at kanningarmenn hjá amerikanska verjumálaráðnum Pentagon hava rannsakað skrivstovurnar hjá amerikonsku deildini av týsku stórfyritøkuni Siemens. Ein talsmaður fyri Pentagon váttar fyri fjølmiðlunum, at høvuðsskrivstovurnar hjá Siemens í USA eru rannsakaðar, men hann vildi ikki siga, hvat endamálið við rannsóknini var. Siemsns hevur eitt dótturfelag í USA, sum eitur Siemens Medical Solutions, og tað var høvuðsskrivstova felagsins í Philadelphia, sum menn frá Pentagon rannsakaðu. Heðin D. Poul sen formaður í Ætt leið ing ar felagnum Helgi Abra ham sen, løgtingsmaður