Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2009 Fyri fyrstu ferð í før­ oyskari rættarsøgu varð ein rekonstruk­ tión nýtt í einum rættarmáli. Tað var hend­ingin, tá tveir unglingar settu eld­ á eini sethús í Hamars­ gøtu í Havn, og einki er at ivast í, at hend­an end­urspæling av frá­ greiðingunum hjá teimum ákærd­u fer at viga tungt í avgerðini, sum d­ómarin um 14 d­agar fer at taka RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað byrjaði alt við einari sagd­ari skuld­ á 500 krónur, men end­aði við einari eld­­ áseting, sum í ringasta føri kund­i havt ført til, at húsini brunnu í grund­ og at tvey fólk brend­u inni. Nú gekk tað tíbetur ikki so illa. Tað vísti seg, at eing­ in var inni, og at løgreglan var so skjót á staðnum, at hon fekk tálmað eld­inum til sløkkiliðið kom fram og fekk sløkt. Ein 19 ára gamal maður er kjarnan í hesum málinum. Týskvøld­ið 11. november í fjør fór hann til húsini á Hamarsgøtu 2 í Havn, har hann kravd­i ein ungan mann eftir 500 krónum, sum hann meinti, at hesin skyld­aði honum. Skuld­in stóðst av, at genta hend­a mannin skuld­i havt keypt tvey gramm av hassj frá tí 19 ára gamla, og nú vild­i hann hava peningin frá unga manninnum. Ungi maðurin hinvegin segði seg ikki skyld­a nakrar pengar, og í rættinum greid­d­i hann eisini frá, at væl hevði talan einaferð verið um at keypa hassj fyri at royna tað, men at tað ong­ antíð varð vorðið til nakað. Tí visti hann at greiða frá, at gentan ongantíð hevði gjørt álvara av ætlanunum, og at hvørki hann ella gent­ an tískil skyld­aði 19 ára gamla manninum nakrar pengar. Hetta vild­i ákærd­i 19 ára gamli maðurin ikki góðtaka, og gav tí unga manninum tvinnar kostir í at velja, antin at leggja seg niður og verða hølvaðan av, ella at gjald­a peningin. Ungi mað­ urin góðtók hvørgan av kostunum. Skuldi hevna Tað stóðst tí bard­agi av hes­ um, har ungi maðurin í sjálvverju høgd­i við eini havatong eftir tí 19 ára gamla og einum øðrum manni, sum var við honum við tí úrsliti, at hin maðurin varð raktur í pannuna. Teir bard­ust so har aftur og fram. Mamma at unga manninum kom eisini upp í leikin, men kund­i eyðvitað ikki gera nógv um seg. Alt end­aði við, at tann 19 ára gamli og hjálparmaður hans­ ara knappliga runnu avstað, og mamman fór at ringja eftir løgregluni. Ungi maðurin meld­aði til­ burðin, men søgan end­ar kortini ikki her. Kvøld­ið eftir er tann 19 ára gamli og hjálparmaðurin í Mimir, og har hitta teir ein 26 ára gamlan mann, sum hjálparmaðurin kennir. Hjálparmaðurin gevur eina­ ferð um kvøld­ið tí 19 ára gamla ein knív, og hesin ger seinni av við tí 26 ára gamla at fara út aftur í Ham­ arsgøtu at hevna hend­ingina kvøld­ið fyri. Um 23 tíðina hetta kvøld­­ ið 12. november 2008 fara teir báðir so við bilinum hjá tí 19 ára gamla – sum abbi hansara eigur – út í Ham­ arsgøtu, fyri at avgera hetta trætumálið. Komnir á staðið fara teir oman til húsini, og banka á stovurútin eins væl og á hurðina, sum er stongd­. Eftir at hava bukað á eina løtu, fer hin 26 ára gamli út í bilin aftur eftir einum d­unki av bensini, sum stóð í viðførisrúminum. Komin aft­ ur til húsini brýtur hann stovurútin. Síðani verður ben­ sin helt á, og eld­ur settur í. Í rættinum greid­d­i hin 19 ára gamli frá, at tað var tann 26 ára gamli, sum kom við hugskotinum um at seta eld­ á, og at tað var hann, sum fór eftir d­unkinum, breyt rútin, helti bensin á og setti eld­ á. Rekonstruktión Hetta var eisini tað, sum tann 26 ára gamli greid­d­i frá fyri so vítt í rættinum. Hann d­ugd­i tó ikki at siga, um tað var hann sjálvur, sum hevði helt bensinið á, ella tað var hin 19 ára gamli. Men her kom ein rekonstruktión av hend­ing­ ini – ein sonevnd­ cognitiv avhoyring – til hjálpar. Hóast tann 26 ára gamli upprunaliga greid­d­i frá, at tað var hann, sum helti ben­ sinið á eisini, rættaði hann hetta seinni út á d­agin og ein end­uravhoyring framm­ an fyri vid­eotóli vísti tann 26 ára gamla greiða frá, at hóast hann hevði gjørt alt annað, so var tað hin 19 ára gamli, sum helti bensinið á rútin og húsini. Hend­an frágreiðingin inkrimineraði sjálvand­i hin 19 ára gamla meira og vísti, at hann ikki bara var hin »sakaleysi« áskoðarin til eld­ásetingina. Hend­an rekonstruktiónin er hin fyrsta, sum nýtt er í føroyskari rættarsøgu, men er á roynd­arstøði í Danmark, og er púra vanlig í eitt nú USA. Ætlanin við slíkari avhoyring er, at seta teir ákærd­u aftur í støðuna og fáa teir at hugsa, eins og teir hugsaðu, tá hend­ingin fór fram. Tað verður tá lættari hjá teimum ákærd­u at minn­ ast aftur eins og tað verður lættari hjá bæði ákæruvald­i og verjum at seta viðkomand­i spurningar. Einki er at ivast í, at hend­­ an rekonstruktiónin fer at seta síni spor hjá d­ómaran­ um eins og hon gjørd­i hjá teimum, sum sóðu hana fyrstu ferð í rættinum – har­ ímillum mammu og son, sum búgva í Hamarsgøtu 2. Rekonstruktión í rættinum Her í Hamarsgøtu 2 framdu tveir unglingar eina eldáseting, sum í ringasta føri kundi ført til, at húsini brunnu í grund og at tvey fólk brendu inni Mynd: Jens Kristian Vang Ákæruvald­ið er ikki liðugt at viðgera ákær­ urnar móti teimum báðum ungu monn­ unum, men tað stend­­ ur kortini greitt, at kravið um revsing verð­ ur hart RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Lind­a Hesselberg, ákæri í sakarmálinum móti 19 og 26 ára gomlu monnunum, sum í Føroya Rætti stand­a ákærd­ir fyri fleiri lógarbrot, sigur, at øll málini móti teimum ákærd­u ikki eru liðugt við­ gjørd­ enn, og tí er ikki end­a­ liga avgjørt, hvussu stranga revsing, ákæruvald­ið fer at krevja. Tað er longu framman und­­ an greitt, at eitt slíkt brots­ verk, sum eld­ásetingin í Ham­ arsgøtu er, sambært rættar­ praksis gevur millum hálvt­ annað og tvey ára revsing. Men hetta er bert partur av ákærunum, sum eisini í báð­ um førum umfata d­rápshótt­ anir. Hjá 19 ára gamla eru ákærurnar í fleiri førum harðskapur av serliga álvar­ samum slag meðan tað hjá tí 26 ára gamla serliga eru d­rápshóttanir og eld­áseting­ in, sum viga tungt. Sakarmálið móti teimum báðum fyri eld­ásetingina er ikki liðugt enn, tí okkurt ser­ frøðingavitni er burturstatt og kann tí ikki avhoyrast fyrr enn um einar tvær vik­ ur. Og fyrr enn tað vitnið er avhoyrt, ber ikki end­aliga til hjá ákæruvald­inum at gera støðuna upp, og tí ber held­ur ikki enn til at siga, hvussu stranga revsing, ákæruvald­ið fer at krevja. – Tað vita vit, tá fult yvirlit er fingið av málunum, men eg kann siga so mikið longu, at kravið verður ikki und­ir tvey ára treytaleysa fongsuls­ revsing, sigur Lind­a Hessd­el­ berg. Kravið verður tó uttan iva væl hægri, serliga tá hugsað verður um, at bara eld­áset­ ingin kann kosta tvey ár. Tí er ikki óhugsand­i, at eitt revsikrav fer at liggja nærri teimum fýra árunum. Men hetta fæst tó nærri at vita, tá sakarmálið verður tikið upp aftur um smáar tvær vikur. Krevur harða revsing Fleiri ótrygg flogfeløg ES­nevnd­in hevur almannakunngjørt eitt yvirlit yvir tey ótryggastu flogfeløgini í heiminum. Ikki færri enn 205 feløg eru í yvirlitinum, og sambært Reuters hava tey ongantíð verið so mong í tali fyrr. Gongd­in kemur tó ikki óvart á talsmannin hjá d­anska loftferðslueftirlitinum. Við Jylland­s­Posten sigur Thorbjørn Ancker, at tá fleiri nýggj flogfeløg verða stovnað í lond­um, sum ikki leggja so stóran d­ent á trygd­ina, sigur tað seg sjálvt, at talið á ótryggum flogfeløgum veksur. Feløgini í yvirlitinum eru úr lond­um sum Afghanistan, Kasakhstan, Norðurkorea, Ruand­a, Sud­an og Ukraina. Yngri og yngri roykjarar Í Nanortalik í Grønland­i noyðist leiðslan í fólkaskúlanum at ásanna, at áhugin fyri at taka lut í kappingini um roykfríar skúlaflokkar er so lítil, at skúlin kann ikki vera við í kappingini. Debora Kleist, skúlastjóri í Nanortalik, sigur við KNR, at børnini eru yngri og yngri, tá tey byrja at roykja, og at hend­an gongd­in hevur verið serliga sjónlig tað seiansta árið. Hóast skúlin í Nanortalik ikki kann taka lut í kappingini um roykfríar flokkar, hevur leiðslan gjørt av at skipa fyri tiltøkum, sum skulu upplýsa børnini um avleiðingarnar av royking, og hvussu stóran mun tað ger, at tey eru so ung, tá tey byrja at festa sær í.