Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2009 Tónleikurin á Haré! Haré!, sum Høgni Lisberg gav út í desember mánaði, verður fyri fyrstu ferð at hoyra live. Tað hendir í Reinsarínum leygarkøldið Tónleikur Eilen Anthoniussen Á midnátt leygarkvøldið 25. apríl er konsert við Høgna Lisberg í Reinsar­ ínum í Havn. Høgni gav stutt fyri jól út fløguna HOGNI ­ Haré! Haré!, sum fekk góða móttøku frá ummælarunum í Før­ oyum. Konsertin leygar­ kvøldið verður fyrsta høvi hjá Høgna at framføra tón­ leikin av nýggjastu fløguni við bólki her í Føroyum. Hann sigur í tíðinda­ skrivi, at hann gleðir seg at spæla sítt nýggja tilfar fyri føroyingum. Fløgan kom út í desember mánað, og fór hann beinanvegin á soloturne í Føroyum. Tískil verður hetta fyrsta ferðin hann fer at spæla tónleikin av Haré! Haré! saman við bólki. ­ Vit verða ein trio, sum stendur av mær, Brandi Jacobsen og Jens L. Thom­ sen. Hetta er eitt sindur øðrvísi, enn tað er á fløg­ uni, tí tað er tillagað einari trio, men tað hevur sama andan, sum fløgan hevur. Og er kanska enn meira peppað, enn fløgan er. ­ Annars fara vit eisini at hava ein serligan gest við at hita upp fyri okkum, sigur Høgni. Konsertin leygarkvøldið byrjar á midnátt. Orsøkin til tað er, at konsertin skal verða eitt kul alternativ til tey, sum eru farin í býin og munga eftir einum lív­ ligum upplivilsi at krydda kvøldið hjá sær við. Høgni fer annars við bólkinum til Íslands at spæla 1. til 4. mai í sam­ band við, at fløgan hjá honum verður givin út har. 22. mai skal hann spæla á Spot Festival í Danmark, og harumframt skal fløgan gevast út í Nor­ egi í nærmastu framtíð. Høgni og hansara mann­ ing verða at hoyra á Reins­ arínum Flaggdagin, og byrjar konsertin klokkan 24.00. Høgni í Reinsarínum Vandafull einskiljing Ein frágreiðing hjá danska Ferðslustýrinum kemur til ta niðurstøðu, at tað eru fleiri hættisligir bilar á teimum donsku vegunum, síðani tað almenna bileftirlitið bleiv einskilt. Sagt verður, at 47 prosent av bilkanningunum lúka ikki tíðarinnar krøv, og at úrslitið er, at altsamt fleiri hættisligir bilar eru á vegunum. Tað almenna bileftirlitið í Danmark bleiv einskilt í januar í 2005, og Ferðslustýrið fýlist á, at flutningsmálaráðið kann ikki útvega nakað prógv fyri, at skipanin virkar nóg væl í dag, hóast hon hevur sera stóran týdning fyri trygdina á vegunum og rættartrygdina. Skulu vit ikki standa tómhent í Keyp­­mannahavn í desember, er lívsneyð­ ugt at vit taka eina avgerð nú, hvønn veg vit vilja ganga í orkusp­­urninginum. Tað sigur Vilhjálmur Nielsen, orkuráðgevi Orka Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo ­ Eingin avgerð er eisini ein avgerð um einki at gera. Tað segði Vilhjálmur Niel­ sen, orkuráðgevi, í sínum viðmerkingum til málini hjá Tjóðveldi um minkingar av CO2 útláti og menning av varandi orku, sum hava verið viðgjørd í Løgtingin­ um í gjár og í dag. Hann sóknast eftir at ein avgerð verður tikin í spurn­ inginum um, hvat føroyingar vilja viðvíkjandi framtíðar orkuspurningum, tí bara at tosa um ymiskar loysnir, loysir eftir hansara tykki ongan trín ­ Ein elkaðal til Íslands hevur verið nevndur sum ein møguleiki fyri at fáa reina orku og gera seg óheft­ an av olju á landi. Tosið um henda kaðalin forðar fyri at tiltøk verða sett í verk fyri av álvara at menna varandi orku og orkusparingar í Føroyum, sigur Vilhjálmur Nielsen í sínum tilmæli til rættarnevnd Løgtingsins. Kunnu standa tómhent í desember Í desember verður stór veð­ urlagsráðstevna í Keyp­ mannahavn. Tá verður ein nýggjur sáttmáli um útlát av veðurlagsgassum, sum skal koma ístaðin fyri Kyoto­sátt­ málan, helst undirskrivað. Føroyar verða eisini ein partur av hesi ráðstevnu, og verður eingin avgerð tikin skjótt, óttast Vilhjámlur Nielsen, at vit koma at standa tómhent niðri í Keyp­ mannahavn, við bara práti um kjarnorkuverk og ís­ landskaðal at vísa á. Eisini umhvørvisovastin í ST, Yvo De Boer, heldur, at tað týdningarmesta er at fáa greiðu á, hvønn veg stjórnirnar vilja. ­ Tá eg tosi við vinnulívs­ fólk, fái eg ta fatan, at tey ynskja greið boð í Keyp­ mannahavn. Um tú ert við at gera íløgur, til dømis í orku­ geiran, í orkuverk, sum fara at standa har tey næstu 30 til 50 árini, hevur tú veruliga ikki ráð til at bíða og bíða og víða eftir, at stjórnirnar siga, hvørja leið tær hava hug at ganga í hesum spurningi, sig­ ur Yvo De Boer við heima­ síðuna hjá ráðstevnuni, www. cop15.dk. Týðandi avgerð takast í dag Í gjár var eitt mál fyri á tingi, har Tjóðveldi mælti Løgtinginum til at sam­ tykkja at heita á landsstýrið um í hesi tingsetuni at leggja fyri Løgtingið frá­ greiðing við uppskoti um, hvussu vit minka um útlátið av CO2 á sjógvi og landi. Hetta uppskot varð felt, við teirri grundgeving, at landsstýrismaðurin í løtuni arbeiðir við spurninginum um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk fyri í breiðum høpi, bæði sum nú er og sum frálíður at minka um útlátið av CO2. Hetta kundi týtt á, at upp­ skotið varð felt, tí tað kom frá andstøðuni, og tað helt Vilhjálmur Nielsen verða synd, orsakað av at tað er alneyðugt at fáa stungið út í kortið, hvat mann vil. Tó er ikki alt, ið bendir á at tað var so. Í dag verður hitt uppskotið hjá Tjóðveldi, um menning av varandi orku, fyri á tingfundi. Og alt týðir á, at Løgtingið í dag fer at taka ta týðandi avgerð at sam­ tykkja uppskotið. Ein samd rættarnevnd tek­ ur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Nevnd­ in vísir í hesum sambandi á týdningin av, at man frá almennari síðu kemur við greiðum útmeldingum við­ víkjandi spurninginum um menning av varandi orku­ keldum og almenna leik­ lutinum í hesum sambandi, og at hesar útmeldingar verða grundaðar á eina breiða politiska semju. Tá blaðið er farið til prent­ ingar, hevur málið ikki ver­ ið fyri enn. Men velur løg­ tingið at samtykkja upp­ skotið, metir Vilhjálmur Nielsen tað sum eitt stórt frambrot, tí tá meldar mann út, hvat tað er mann vil. ­ Tað er tvístøðan, har tú ikki veit, hvat tú vil, ið er skaðilig. Tað er neyðugt at ein greiður málsetningur verð­ ur gjørdur framyvir, so tú veit, hvat fer at henda. Tað er eisini neyðugt at taka yvir­ skipaðar avgerðir og fylgja teimum, sigur Vilhjálmur Nielsen, orkuráðgevi. Orkuráðgevin Vilhjálmur Nielsen heldur tað verða sera skaðiligt, taka vit onga avgerð skjótt, um hvat vit vilja í orkuspurningum. – Ein týðandi veðurlagsráðstevna verður í Keypmannahavn í desember, og tá er týdningarmikið, at vit ikki standa tómhent, sigur Vilhjálmur Nielsen Støða má takast nú