hósdagur 23. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2009
SEV vil
hækka
el-prísin
SEV hevði risa-hall í
ársroknskapinum fyri
2008. Stendur tað til
felagsskapin, verða
el-prísirnir hækk aðir
4 oyru fyri kilo watt-
tíman, men myndug-
leikar nir fara neyvan
at loyva hesum
RoknskapuR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Árið í fjør hilnaðist illa
fíggjar liga hjá Elfelagnum
SEV.
Tað vísir roknskapurin
fyri 2008, ið varð lagdur
fram á ársaðalfundi felag
sins á Hotel Føroyum fyrra
part in.
Rakstrarúrslitið
gjørd ist eitt hall uppá 31,1
mió. kr. móti einum avlopi
uppá umleið 12 mió. kr. í
2007. Í fíggjarætlanini fyri
2008 varð roknað við einum
rakstrar halli uppá slakar 2
mió. kr.
Útreiðsluvøksturin stav
ar fyrst og fremst frá óvan
liga
høgum
oljuprísum,
sum vóru í hæddini á sumri
2008, umframt frá øðrum
viður skiftum, sum td. van
lig um lønar og prísvøkstri
og frá serligum rakstrar út
reiðsl um, sum ikki koma
fyri ár um ár, sigur SEV
leiðsl an í viðmerkingunum
til roknskapin.
Oljuútreiðslurnar
vóru
119,9 mió. kr. móti 72,6
mió. kr. árið fyri.
Í fíggjarætlanini hjá SEV
fyri 2009 verður roknað við
ein um rakstraravlopi uppá
57,9 mió. kr. fyri av skriv
ing ar uppá 50 mió. kr. ella
7,9 mió. kr. eftir av skriv
ing ar.
Metingarnar av inntøkuni
fyri 2009 byggja á, at SEV
fær loyvi at hækka allar
el prísir 4 oyru/kWh frá 1.
januar 2009, og at elnýtslan
verð ur tann sama sum í
fjør.
Hinvegin er ikki líkt til, at
SEV fær loyvi frá myndug
leik unum at hækka el prísir
nar, og tí verður inntøkan
helst einar 10 mió. kr. minni
enn ásett í fíggjarætlanini.
Brúkaraprístalið fór
1,2 prosent niður frá
fyrsta ársfjórðingi í
fjør til fyrsta árs fjórð-
ing í ár. Men hækk-
an di prísir á matvøru
forða eini enn størri
lækk ing
pRístal
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru lækkandi prísirnir á
brenni evni,
sum
hava
størstu ávirkanina á fallið í
prís talinum, skrivar Hag
stovan á heimasíðu sínari.
Prísurin á brenniolju til
húsar hald er farin 25,8 pro
sent niður, og prísirnir á
brenni evni til bilar 19,3
pro sent. Prísirnir á ferðing
uttan lands eru lækkaðir 6,7
prosent og klædnaprísirnir
2,1 prosent.
Tað hava eisini verið prís
hækk ingar
seinasta
árs
fjórð ingin. Rentan á íbúða
lánum er hækkað 5,6 pro
sent, og prísirnir á trygg
ing um og fíggjartænastum
eru uppfarnir ávikavist 9,3
og 8,7 prosent.
Prísirnir á mati og drekka
eru hækkaðir 4,5 prosent
og hava størstu ávirkanina á
ár liga prísvøksturin. Prísir
nir á rúsdrekka og tubbaki
eru farnir 8,7 prosent upp.
Frá fyrsta ársfjórðingi
2009 er nýtt vekta r grund ar
lag tikið í nýtslu til út rokn
ing av brúkaraprístalinum.
Nýggja vektargrundarlagið
er grundað á nýtslumynstrið
hjá húsarhaldunum í 2007.
Gott uttandura
umhvørvi. Føroya
størsta markisa
og infrareyðar
hitakanónir er tað,
sum nýggja caré’in
í Miðbýnum, Mica,
sigur seg hava fram
um onnur
BýaRlív
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eg hevði lagt til merkis, at
bygningurin stóð tómur, og
so byrjaði eg spakuliga at
spæla mær við tankanum
um, hvat kundi gerast her.
Soleiðis
sigur
Hans
Michael
Hansen,
sum
klokk an 17 í dag letur dyrn
ar upp í nýggjasta ís koyt i
num til miðbýarlívið í
Havn.
Tað er nú úti við hálvt ár
síðani, at tankin fór at spøk
ja í høvdinum hjá Hans
Michael, og síðani hevur
tal an verið um nógv og hart
arbeiði í hølunum, har DER
á sinni plagdi at halda til.
Vit hava innrættað at
kalla alt av nýggjum. Og so
hava vit gjørt stóru terassu
na, sum eg vænti verður
drív megin í projektinum.
Her er ein kilometur av
terassu brettum, og til ber
hjá fólki at sita heitt undir
stóru markisuni. So eg ivist
ikki í, at hetta er nakað,
sum kann skapa eitt gott
um hvør vi hjá gest un um,
sig ur Hans Michael.
Ætlandi verður køkurin á
nýggju café’ini opin til
klokkk an 21 hvørt kvøld.
Sjálv café’in kemur tó at
hava opið nakað longri.
Ikki minst um vikuskiftini,
tá opið verður til klokkan 4
leyg ar og sunnunátt.
Í dag klokkan 18 verður
liv an di tónleikur við Kim
Han sen og Jens Marna
Hansen.
Svarta strikan vísir
gongdina í samlaða
brúkaraprístalinum.
Grøna strikan vísir
prístalið á mati og drekka
Mynd: www.hagstova.fo
Nýtt álop á Facebook
Trygdarfyritøkan CSIS sigur nú frá, at eitt nýtt ormaálop
ger um seg umvegis Facebook. Fært tú boðini »Oh my
godd! You loook so funnny in thhis videoo«, ræður um at
ansa sær. Trýstir tú á leinkjuna, sum er saman við
boðunum, kemur tú á eina síðu, har tín telda verður
tappað fyri ymsar upplýsingar. Hartil er vandi fyri, at
teldan verður partur av einum botkervi, sum teldusníkar
nýta til at senda spampostar.
Nýggj rusk-skipan í Havn
Tórshavnar kommuna hevur broytt skipanina við
ruskposum til húsarhaldsburturkast. Heldur enn at leggja
ein posa við hvørja skrellispann, tá hesar verða tømdar,
fáa húskini nú eina rullu við 28 posum um hálvárið. Hava
húskini tørv á fleiri posum, ber til at nýta vinnuposar, ið
kommunan eisini heintar. Vinnuposar kunnu keypast í
handlum í býnum. Aðrir posar verða ikki heintaðir, og
fleiri posar verða ikki útflýggjaðir ókeypis. Hartil hava
stór húski – t.e. húski við í minsta lagi fimm fólkum –
rætt til tvær rullur tvær ferðir um árið.
Oljan lækkar prístalið
Ein kilometur av terassu
Karmarnir eru mest sum í Nyhavnini á stóru terassuni aftan fyri Mica
Mynd: Jens Kr. Vang