hósdagur 23. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2009
15
S
osialurin hevur 22. apríl
samrøðu við Vilhjálm
Nielsen um kjarnorku í
Føroyum og ein møguligan
el-kaðal til Ísland. Satt er, at eitt
kjarnorkuverk í Føroyum ikki
er nøkur skilagóð loysn, og at
orkuframleiðslan ikki kann
skoðast sum grøn ella rein orka,
tá serstakliga burturkastið er av
slíkum slag, ið eingin vil hava
nakað við at gera. At lata
ovurhonds vandamikið
burturkast til eftirkomarar at
taka sær av má sigast at vera
rættuliga frekt og heldur
ómoralskt.
A
t føroyingar eru ov býttir
til kjarnorku, sum
yvirskriftin í Sosialinum vísir
til, er nokk at taka munnin ov
fullan. At vit ikki hava útbúgvið
fólk og serkunnleika at reka eitt
kjarnorkuverk er nokk meira
rætt, men slíkan serkunnleika
kunnu vit fáa, um tað er eitt
ynski.
S
jálvandi skulu vit ikki hava
kjarnorku í Føroyum – vit
eru við at ganga undir í varandi
orku, sum ein eldri
verkfrøðingur tók til fyri tíð
síðan. Spurningurin er
einfaldur: Hvørjar varandi
orkukeldur skulu vit troyta av
teimum, sum verunliga hava ein
mátt, ið vit kunnu gagnnýta
tøkniliga og á búskaparligan
skilagóðan hátt og samstundis
tryggja umhvørvið,
náttúruvirðini og tilfeingið fyri
eftirtíðina.
K
aðal við back-up
Vilhjálmur Nielsen vísir,
sum eisini er rætt, at ein
íslandskaðal ikki vil tryggja
okkum ravmagn í allar ævir, og
at ein back-up skipan vil verða
neyðugt at taka til um ella tá
brek verður á kaðalinum. Ein
kaðalverkætlan kann eisini
hava ávirkan á tær útbyggingar
av varandi orku, sum vit sjálvi
kunnu fremja, og kann hetta
hava við sær, at vit lata standa
til og ikki leggja okkum eftir
at gagnnýta egið tilfeingið.
Hetta man verða ein politiskur
spurningur, tó at stórur saknur
er í at vita, hvør leiðin verður,
um vit framhaldandi skulu
lata tað elektrifiseraða
framtíðarsamfelagið upp í
hendurnar á einum
monopolstovni, ið við
nýggjari leiðslu sær út til at
halda somu stirvnu kós sum
undanfarna stýrið.
Serstøk áhugamál
At SEV ikki er so áhugað í
einum kaðali er skilligt, tí hví
skulu vit so taka fleiri vøtn til
vatnorku? Og sjálvt um óheft
kanning av el-netinum gjørd av
serfrøðingum á Risø hevur
staðfest, at vit, sum er í dag,
kunnu seta 8MW av vindorku
upp, ið kann framleiða áleið tað
sum Eiðisverkið framleiðir, so
er SEV leiðslan so strongd og
bebbarædd fyri vindinum, at
Dong Energy og Dansk Energi
mugu heintast til Føroyar fyri á
almennum fundi at trutta niður
í føroyingar, at netið ikki tolir
meira vindorku enn tað, sum vit
hava í løtuni. Strategiska
arbeiðslagið til rættvísgeran av
framhaldandi neyðtøku av
náttúruvirðum er partvís at
vísa, at vindorka ikki er nakað,
vit kunnu gagnnýta og partvís
at standa fyri sonevndari
alduorkugranskingarverkætlan
nevnd Seawave. Her verða
ravmagnsgjøld hjá einstaka
húsarhaldinum og vinnuni
pumpað niður í sera
kostnaðarmikla verkætlan, ið er
roynd aðrar staðir og hevur víst
seg tøkniliga meira enn
ivasama, og ikki at kunna
framleiða nevniverda orkunøgd
enntá sera óstøðuga og bara
einstakar vikur um árið.
SEV-Bitland samstarvið í
SeaWave tænir opinbart
tveimum góðum endamálum,
annað at rættvísgera framhald
av vatnorkuni og annað, at
einstakir persónar kunnu ríka
seg upp. Vatnorka gevur ikki
nógva orku her í landinum, tí
avfallsøkið er lítið, og tí hæddin
er lág. Og Seawave tøknin er á
ongan hátt nakað, sum
føroyingar í framtíðini koma at
brúka til nakað yvirhøvur.
Hvat er so til at taka, tá
vatnorkan ikki kann nøkta
tørvin í framtíðini, og Seawave
er eitt stórt stunt-nummar í
besta Bagger stíli?
Europa Super-Grid
Vilhjálmur Nielsen veit
allarhelst, hvat hann tosar um,
men átti at verið betur
kunnaður um, hvat fyriferst
uttan fyri landoddan. Europa
verður sambart granskingar-
verkætlan umbiðin av týska
umhvørvismálaráðnum í
framtíðini bundið saman í
ovurstórt ravmagnsnet, har
megin orkukeldurnar verða
vindur, sólorka, geotermisk
orka, vatnorka, biogass,
streymorka og alduorka.
Vindorkan kemur at standa fyri
megin orkuveitanini við
myllum fram við vesturstrond
av Europa og norðaru helvt av
Afrika. Týdningarmikil
orkuveitari verða termisk
sólorkuverk í Norðurafrika, ið
við dampturbinum koma at
framleiða stóra ravmagnsnøgd í
fyrsta flokki, tó at ójavnin
vegna nátt og dag vil krevja
back-up frá vatnorkuverkunum
í Noreg, Eysturríki og Sveits.
Annar týdningarmikil liður er
geotermisk orka frá Turkínum,
Grikkalandi, Italia og Spania,
og so sjálvandi kaðal til Ísland
har verandi vatnorka eisini
verður ein liður saman við
stórum vindorkuparkum á
suðurlandinum. Ravmagns-
kaðalin millum Ísland og
Europa verður verunleiki innan
2050, og kunnu vit tá binda
okkara varandi orkuútbúna í
netið. Støðuga sjóvarfallsorkan,
vindorkan og ein til ta tíð
vónandi vælvirkjandi alduorka,
vilja verða okkara megin
keldur, ið vilja framleiða allan
tørv og møguliga við náttarsølu
fyri eyga.
S
amanumtikið verður
kjanorkuverkið hjá Johan
Dahl eitt pappírsverk, meðan
vit kunnu gleðast um at kunna
varðveita okkara vøkru vøtn og
áir og fáa enn fleiri vindmyllur,
sjóvarfallsturbinur og alduorku-
verk – tá tað heppnast at finna
eina tøkniliga og burðardygga
alduorkuloysn – ið alt kann
bindast í Ísland-Europa
el-kaðalin.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Kjarnorka ørskapur –
men kaðalin kemur
Tíðargreinin
tíðargreinin
Kári Thomsen