Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 77 - 23. apríl 2009 Høllin á Hálsi ongan góðan!! Tað var ein stórur dagur hjá ítróttafólki í Havn, tá ið høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu á sumri 1970. Nú høvdu vit megnað tað sama sum klaksvíkingar, sum fingu sína fyrstu høll hálvtannað ár frammanundan. Upplivilsini í høllini hesi skjótt 40 árini hava eisini verið nógv. Bæði ítróttafólk og áskoðarar eiga nógv minni haðani. Høllin hevur somuleiðis hýst ein hóp av øðrum tiltøkum enn ítrótti. Tað hevði tikið langa tíð at reksa tey øll upp. Serliga hondbólturin broyttist nógv, tá ið vit sluppu av asfaltvøllinum og inn í høllina, har ið veður og vindur ongantíð gjørdi spælið tvørligt. Tað gjørdist eitt heilt annað hondbóltspæl, ið nú var møguligt at spæla, og ungdómurin fylktist um hondbóltin. Hóast feløgini í høvuðsstaðnum øll árini hava knossast við stórar útreiðslur til hallarleigu, so hevur eydnast at ment hondbóltin við hjálp frá mongum góðum kreftum, sum uttan eitt oyra í samsýning hava brúkt alla sína frítíð til hetta sosiala arbeiði. Høllin hevur hesi árini verið brúkt, um ikki nátt og dag, so í øllum førum hvønn einasta dag alt árið – hvørt vikuskifti við. Slíkt virksemi fer sjálvsagt illa við eini høll, og tað kostar at halda við líka. Tað hevur tí í fleiri ár verið øllum teimum, ið regluliga vitja høllina, greitt, at umfatandi ábøtur vóru neyðugar. Hetta megnaðu feløgini tó ikki at gera sjálv. Tí var fyri nøkrum árum síðan avtala gjørd við Tórshavnar Kommunu um, at kommunan skuldi keypa høllina og síðan gera tær ábøtur, ið neyðugar vóru, og annars gera sítt til, at vit fingu eina høll, ið stóð aljóða mát á øllum økjum. Søludagurin, tá ið høvuðsstaðarkommunan keypti høllina fyri 1 krónu, var ikki minni gleðiligur fyri feløg og ítróttafólk enn vígsludagurin var tað í juli 1970. Nú fóru vit at fáa eina nýmótans høll í Havn, í landsins høvuðsstaði!! Eina høll, ið kundi hýsa alskyns ítrótti og øðrum tiltøkum við! Tað varð okkum lovað av býarmyndugleikunum, og vit trúðu hvørjum orði! Men vit hava higartil bíðað til fánýtis. Høllin er enn tann sama, ábøturnar hava ikki verið nógvar, og nú tykist tað sum mugu vit síggja tann veruleikan í eyguni, at høllin á Hálsi eigur ongan góðan í verandi býráðssamgongu. Tíðindi ganga um, at umbyggingarætlanin er slept! Kanska fer at verða pjøssað eitt sindur her og har, men nøkur nýmótans høll, soleiðis sum sett varð út í kortið, verður ikki veruleiki. Vit, sum hava havt nógvar góðar løtur í høllini, og sum eru góð við hana, spyrja hví? Er tað kanska tað, at allur hondbóltur skal burtur úr Gundadali? Stendur høllin í vegin fyri onkrum øðrum? Vit vita sjálvsagt ikki, hvat ið gongur fyri seg innanveggja niðri á Vaglinum, og tí spyrja vit: Hvørja ætlan hevur býráðið, tá ið talan er um ítróttahøll í Gundadali? Hvørja ætlan hava tey ráðandi í býnum um, at vit, sum allir aðrir høvuðsstaðir við respekt fyri sær sjálvum, kunna hýsa altjóða hondbóltsdystum í framtíðini uttan at neyðugt er við undantaksloyvi, tí at umstøðurnar eru ikki nøktandi? Er tað størsta býnum í landinum verdugt? Góði Heðin Mortensen. Tú hevur eitt stórt hjarta, tá ið talan er um ítrótt, tað vita vit. Tú situr eisini sum formaður í nevndini fyri høllini á Hálsi. Tú ert býráðsformaður og formaður í fíggjarnevndini: Hvørja ætlan hevur nevndin í høllini viðvíkjandi útbygging, og hvat ætlar Tórshavna Býráð? Eitt av endmálunum við bústaðarpakkanum er at loysa ein ovurstóran sam­ felagsligan trupulleika, nevniliga at nærum ongir vardir bústaðir eru bygdir til fólk við serligum tørvi. Samstundis verða karmar skaptir fyri einum øktum útboði á bústaðar markn­ aðinum, so fólk kunnu ogna sær ein bústað, sum hóskar til teirra tørv. Bústaðarpakkin, sum í dag er til 1. viðgerð í Løgtinginum, er tað størsta frambrotið á bústaðar­ økinum í Føroyum seinastu hálvu øldina. Høvuðs­ endamálið við pakkanum er at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð fyri øll á føroyska bústaðar­ marknaðinum. Tá eg sigi fyri øll, so er tað tí, at endamálið er eisini at økja um útboðið av bústøðum til fólk við serligum tørvi – fólkum, ið bera lættari brek, men eru so sjálv­ bjargin, at tey kunnu klára seg í eini vardari íbúð. Skapar sirkulasjón Eitt annað av fremstu málunum við bústaðar­ pakkanum er at skapa eitt nógv størri umskifti á føroyska bústaðarmarknað­ inum, enn tað vit kenna í dag. Sum er, sita fólk oftast í stórum sethúsum, til leingi aftaná at børnini eru flutt heimanífrá, hóast tey kundu hugsað sær at búð í einum minni bústaði. Trupulleikin hjá teimum er bara, at útboðið av minni bíligum bústøðum nærum ikki er til. Hetta skal lógin um lutaíbúðafeløg broyta. Fáa hesi møguleikan at flyta inn í smærri íbúðir, so verða munandi fleiri sethús tøk hjá ungum barna­ familjum, ið vilja seta føtur undir egið borð. Úrslitið verður eitt væl størri umskifti – ein sonevnd sirkulasjón – á bústaðarmarknaðinum, har fólk fáa møguleika til at ogna sær ein bústað, ið best hóskar til teirra tørv. Bíligari at seta búgv Somuleiðis verður ikki neyðugt at seta seg fyri stór bústaðalán í sambandi við keyp av lutaíbúðum, tí ein stórur partur av skuldini verður borin av sjálvum lutaíbúðafelag­ num. Fyri ungar familjur er hetta funnin fressur, tí neyðugt verður ikki at seta seg í milliónadýr lán fyri at seta búgv. Ein íbúð í einum lutaíbúðafelag fer væntandi at liggja um 200.000 krónur pluss eitt mánaðar­ ligt gjald til felagsútreiðsl­ ur, og vónandi kann hetta eggja eitt nú føroyingum uttanlands at flyta aftur til klettarnar. Vardar íbúðir Bústaðarpakkin hevur eisini til endamáls at loysa ein ovurstóran sam felags­ ligan trupulleika, nevniliga at nærum ongir vardir bústaðir eru bygdir í Føroyum. Serstøku luta­ íbúðafeløgini skulu vera karmar um bústaðir til tann bólkin av fólki við serlig­ um tørvi, ið kunnu klára seg sjálvi í vardum bústøð­ um. Hesi eru í høvuðs­ heitum tey, ið eru fevnd av stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin hjá Nærverkinum. T.v.s. sálarsjúk, menningar­ tarnað, rørslutarnað, fólk við lættari ellisbreki og onnur við líknandi lættari brekum. Eg skal tó leggja dent á, at lógaruppskotið ikki avmarkar fólk við serligum tørvi til tey oman fyrinevndu ella á nakran hátt forðar, at serstakar lutaíbúðir verða bygdar til onnur við serligum tørvi – hetta var bert eitt dømi um mál­ bólkin. Tað hevur nevniliga víst seg at vera sera trupult at fáa raðfest byggingina av vardum íbúðum á fíggjar­ lógini, og tí hava hesi fólk tíverri alt ov leingi verið við sviðið soð. Lógarupp­ skotið ger tað møguligt at lánifíggja hesi sonevndu serstøku lutaíbúðafeløgini, samstundis sum landið fær møguleika til at veita tey neyðugu starvsfólkini til vardu bústaðirnar. Harvið eru fortreytirnar skaptar fyri, at eisini hesin bólk­ urin av fólki, við serligum tørvi til bústaðin, loksins kann fáa sømilig kor og fáa ein bústað, sum er bygdur til tørvin hjá tí einstaka. Land, kommuna og avvarðandi lyfta í felag Ítøkiliga er ætlanin at land, kommunur, felagsskapir og avvarðandi í felag kunnu lyfta uppgávuna at byggja teir vardu bústaðirnar. Eisini kann hugsast, at eftirlønargrunnar, fakfeløg eins og privat vinnu rek­ andi, hava áhuga í at vera við í slíkum verkætlanum. Umframt ein ávísan egin­ pening er ætlanin, at feløgini skulu vera láni­ fíggj að, og harvið gerast tey ikki ein tung útreiðsla á løgtingsfíggjarlógini. Serstøku lutaíbúða­ feløgini eru at rokna sum sjálvstøðugar løgfrøðisligar eindir, og tí skuldi ikki verið nakar trupulleiki at taka lán. Hinvegin verður sjálvandi neyðugt, at útreiðslurnar til starvs­ fólkið knýtt at vardu bústøðunum, verða játtaðar á fíggjarlógini. Sum lógar­ uppskotið er evnað til, so verður tó lagt upp til, at hesin raksturin gerst so bíligur sum gjørligt. Arbeiðsskapandi Lógaruppskotið hevur eisini onnur endamál. Í uppskotinum eru nakrar ásetingar um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av lutum í lutaíbúða­ feløgum, og tí er uppskotið eitt stórt stig fram ímóti einum skipaðum føroysk­ um bústaðamarknaði. Harumframt kann væntast at lógaruppskotið eisini kemur at virka sum ein karmur kring arbeiðs­ skapandi tiltøk í byggi­ vinnuni, tí tað er longu staðfest fleiri ferðir, at tørvurin á bústøðum til fólk við serligum tørvi er ovurstórur. Eg skal tó eisini vísa á, at hetta lógaruppskotið einans er ein karmur kring skipanina av vanligum lutaíbúðafeløgum. Ein lóg í sær sjálvum byggir ikki bústaðir. Tað verður tí tað privata initiativið hjá byggivinnuni, fíggjar­ heiminum og ikki minst hjá privatfólki, sum skal fylla hesar karmarnar út. Vanligt lutaíbúðafelag Eitt vanligt lutaíbúðafelag er eitt samtak, har privat­ persónar í felag eiga og reka eina ogn, ið bert kann nýtast til privatan bústað hjá teimum persónum, ið eiga ein lut í felagnum. Vit kenna hesi feløgini frá danska hugtakinum “andels bolig”, men vanlig lutaíbúðafeløg eru skipað rættuliga nógv øðrvísi enn tær donsku “andels­ boliger”. Orsøkin til hetta er, at tann danski bústaðamarknaðurin als ikki líkist tí føroyska. Dønum dámar best at búgva til leigu, meðan føroyingar helst vilja eiga teirra egna bústað. Tí hava ymisk norsk modell fyri skipan av lutaíbúðum verið nýtt í sambandi við lóg­ gávuarbeiðið, av tí orsøk, at norski bústaða marknað­ urin er tann í norður­ londum, sum er mest átøkur tí føroyska. Hetta merkir m.a. at ein før­ oyskur lutaeigari fær nógv størri frælsi til at veðseta og selja sín egna bústað, enn møguligt er eftir danskari lóggávu. Lutaíbúðafelagið er ein felagskapur, har eigararnir í felag lyfta nakrar byrðar, sum sethúsaeigarar eru einsamallir um. Tað er eitt sindur torført at vísa á nøkur dømi um, hvussu eitt vanligt lutaíbúðafelag kann skipa seg, tí hetta er ikki áður roynt á slíkan hátt í Føroyum. Men eitt dømi um eina slíka bygging kundi verið Tórs­ byrgi í Havn, sum í dag er vorðið til eitt stað við góðum samanhaldi, har fólk eru serstakliga glað fyri at búgva. Rós til embætisverkið Tað hevði ikki verið møguligt at lagt eitt slíkt væl úr hondum greitt lógaruppskot á tingborð, uttan eitt megnaravrik frá embætisfólkunum í Almannamálaráðnum. Somuleiðis er uppskotið úrslitið av einum miðvísum politiskum arbeiði hjá mínum undanmonnum í landsstýrinum, Hans Paula Strøm og Bill Justinussen. Eg vil nýta hetta høvið til at takka teimum báðum fyri hetta, hóast tað skuldi eitt sambandsfólk til at føra skútuna heim í trygga havn. Bert ein byrjan Eg eri ógvuliga fegin um, at tað nú er komið so langt, at allur bústaðapakkin er lagdur fyri Tingið. Men samstundis skal eg vísa á, at bústaðapakkin einans er ein byrjan til at fáa skipaði viðurskifti á føroyska bústaðamarknaðinum. Sera stórur tørvur er nevniliga á eini eigaraskiftislóg í sambandi við keyp og sølu av privatum bústøðum. Tíverri er støðan soleiðis í dag, at bæði seljarar og keyparar hava eina alt ov veika rættarstøðu tá bústaðir verða handlaðir. Her hava vit eina skyldu mótvegis okkara sam­ felagsborgarum at skapa størri gjøgnumskygni. Eg vóni tí at fáa breiða undir­ tøku fyri at farast kann undir hetta arbeiðið sum framhald av til gongdini við bústaðapakkanum. Stórir møguleikar í bústaðarpakkanum Niels Nattestad landsstýriskvinna í almannamálum Rósa samuelseN innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.