Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 23. apríl 2009 17 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jónrith Fredriksen, Mið­vágur, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 65 ára gomul. Amy Olsen, Rituvík, andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi týsdagin, 83 ára gomul. Farið verður av Røktar- heiminum fríggjakvøld- ið kl. 18 í Rituvíkar kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Amy, kunnu lata Eystur- oyar Ellis- og Røktar- heimi eina peningagávu. Marjun Rasmussen, fødd Petersen, ættað úr Tórshavn andaðist mána- dagin 20. apríl, 73 ára gomul. Jarðarferðin verð- ur úr Brøndby Strand kirkju fríggjadagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi Per Húsgarð Syðrugøtu andaðist og varð jarðaður. Takk til Martin Restorff Jacobsen, prest, kórið og kirkjutænara. Takk fyri blómur og kransar. Takk til heimasjúkrsystrar og starvsfólk á G4 á Landssjúkrahúsinum. Takk til tykkum, sum tóku sær av ervinum og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elinborg, Líggjas, Marjun og Pætur Dagurin 23. apríl. Georgius, deyður umleið ár 300. Halgisøgan sigur, at hesin kristni riddarin feldi ein dreka og bjargaði kongsdóttrini har í staðnum. Hann varð seinni tikin av døgum fyri trúar sakir. Dagurin er valdur til almennan skótadag um allan heim. Grikska navnið merkir hann sum dyrkar jørðina. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 60 ára føðingardagur Í dag 23. apríl verður Alexandur Kristiansen, skald, Fuglafjørður 60 ár. Hann er burturstaddur. Konfirmantar í Nólsoyar kirkju 26. apríl Laila Hansen Maria Joensen Jakobina Johannesen Anna Malan Jógvansdóttir Konfirmatión í Danmark Sunnudagin 10. mai 2009 konfirmerast í Filskov kirkju Bárður Hentze, sonur Inga Hentze Hoyvík. Adressan er: Postgade 12, Filskov, 7200 Grindsted, Danmark. Konfirmatión í Danmark Sunnudagin tann 10. mai verður í Fasterholt kirkju (Danmark) Victor John Andreasen, sonur Rósu Andreasen og Victor Olsen, konfirmeraður. Adressan er: Ejstrupvej 16, DK-7330 Brande +45 97188823 Próvtøka hjá hárfríðkarum Mikudagin 22. apríl vóru sveinaroyndirnar lidnar á Stíl- & Sniðdeildini á Tekniska Skúla í Havn hjá seks næmingum. Royndirn- ar vórðu gjørdar týsdagin og mikudagin, og prógvini verða handað fríggjadagin. Á myndini eru tær seks, sum gjørdu sveinaroyndir- nar, og framman fyri tær eru modellirnar hjá teim- um. F.v.: Betty Ellen Hansen við Aleth sum modell, Davia Gertrud Petersen við Jónu sum modell, Hanna Guttesen við Evie sum modell, Marita Reinert Mohr við Maritu sum mod- ell, Rebekka Lisberg við Vígdis sum modell, og Sunneva Myllhamar við Sólfríð sum modell. Mynd: Jens Kristian Vang Mánadagin høvdu vit eina grein í blaðnum um Elsu Olsen av Argjum, sum fylti 100 ár týsdagin. Føðingar- dagurin var hildin í Róðr- arneystinum á Argjum, har nógv fólk vóru inni og heilsaðu Elsu. Her er hon avmyndað við nøkrum av sínum. ó. Elsa Olsen saman við sínum