Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 77 - 23. apríl 2009 Seinasta versið í sanginum eftir danska prestin, Fibiger ”Í ungdómi stóð mær verðin so ljós og lokkandi góð”, talaði til Bjarta og hjálpti honum ígjøgnum, tá ið Gud kallaði hann til umvendingar, 21 ára gamal, umborð á skipi hetta árið, 1950: ”So er tað tá vist, eg frið havi funnið í tær, Harri Krist! So tori eg trúgva, at Gud elskar meg, at Jesusar blóð mína synd sónaði. Eg halli meg at tær, eg falli á knæ við Golgata træ! Bjarti var klaksvíkingur. Her varð hann føddur, og her vaks hann upp, hiðani sigldi hann, og her starvaði hann. Á Vágsheygnum, beint við Emmaus, vaks hann upp. Sonur landskenda trúboðaran, Alfred Petersen, og læraran, Mariu, fødd Nattestad. Hann var úr Puntabyrgi á Tvør­ oyri, og hon úr Stórstovu í Hvalba. Bæði andalig undangongufólk í landi okkara. Sjólívið Bjarti var sjómaður í 15 ár. Hann royndi við slupp, skonnart, trolara, og so sigldi hann eisini úti. Skipara­ og stýrimansprógv tók hann. Skip, hann var við, vóru m.a. fyrsti Skálaberg, fyrsti Sjúrðarberg, Liljan, Esther og Vesturvík. Eisini var hann við útróðrarbátunum Brandi og Varpinum. Seinasta skipið var fraktskipið hjá Kjølbro, Karin K. Við henni var hann í 1959 stýri­ maður, tá ið Karin K við skipafylgi var í Eysturgrønlandi. Heimalívið Í 1957 giftist Bjarti Jónu Sofíu Sigurðsson. Hon var eisini hiðani ættað. Tey fingu trý børn: Alfred, Jógvan og Mariu. Í 1960 arbeiddi Bjarti uppá Sjómansheimið, sum pápin læt byggja. Árið eftir gjørdist hann fyristøðumaður. Nú byrjaði eitt langt tíðarskeið, sum hevur fylgt hjúnunum, eisini eftir at tey løgdu frá sær. Tey komu sum fyristøðupar at starva saman 24 tímar hvønn dag í árinum. Altíð vóru tey har, og ongantíð var heimið stongt. Frá at hava siglt til nú at starva saman sum hjún, var eitt stórt umskifti, men væl gekst í hond. Bjarti og Jóna vóru eitt gott toymi, ­ hann tók sær av húsunum og at vera um tey vitjandi, og hon av køkinum og kømr­ unum, og annars øllum tí praktiska. Hjúnini vóru sálin í heiminum. Nógvar góðar upplivingar høvdu hjúnini við børnum teirra á Sjómansheiminum. Jólini eru serliga minnilig. Regluliga høvdu tey fleiri norðurlendskar høgtíðargestir. Ikki minst grøn­ lendingar. Hesir vóru unglingar, sum sigldu við skipum hjá Kjølbro og teimum í Seglhúsunum. Teir trivust so væl, at teir søgdu ”mamma og babba” um Jónu og Bjarta. Viðhvørt kundi vera rok á Sjómans­ heiminum. Ikki frítt. Men Bjarti var altíð til dystin fúsur, og fekk vanliga lagt sjógvin, so ikki var neyðugt at heita á myndugleikarnar. Skarin er stórur av landsmonnum og útlendiingum, sum á Sjómansheiminum hava ligið nátt og / ella fingið uppá tallerkin. Nógvir kendir prædikumenn hava har eisini notið blíðskap og vinalag, – Asbjørn Aavik, Carl Fr. Wisløff og Hans Erik Nissen bara fyri at nevna nakrar. Ígjøgnum eini 25 ár upplivdi eg á ymiskan hátt Bjarta sum ein vin og ein stuðul, sum við stórum áhuga og innliving stóð við eins lið í tænastuni. Størst hugsandi gestablídni havi eg frá tí fyrsta notið á Sjómansheiminum. Stuttligt er eisini at síggja, hvussu væl sonur­ in og verdótturin hava tikið yvir ábyrgdina fyri heimið eftir Bjarta og Jónu. Virksemið Tá ið Bjarti legðist uppi, gjørdist hann ógvuliga virkin. Hann tók lut í tí, sum fyri­ fórst í Klaksvík bæði andaliga og tímiliga. Bjarti var limur í kirkjuráðnum 6 setur, og í stýrinum fyri Emmaus eini 35­40 ár. Og so var hann eisini í býráðnum tvær setur. Umframt hetta, var hann í fleiri nevndum og hevði fleiri álitisstørv. Var m.a. tíma­ lærari á sjómansskúlanum og í Andveikra­ nevndini umboðaði hann Norðoyggjar. Eini 15 ár umsat hann bókhandilin, Alfa, sum Alfed gamli stovnaði. Í Emmaus, sum faðir hansara hevði lagt lunnar undir, talaði hann javnan og vitnaði um sín Harra og Frelsara. Hann dugdi væl við børn­ unum og teimum ungu. Serliga legði hann dent á at taka sær av vitjandi og at tosa við hin einstaka. Bjarti var menniskjakennari. Menniskjað Bjarti hevði barnatekki og dámdi honum væl at práta og spæla við børnini í familj­ uni. Abbabørnini høvdu ein góðan leik­ bróður í honum, og bestur var hann, tá ið hann bardist við abbasynirnar. Raskur og orkumikil var Bjarti frá tí fyrsta. Trollív á opnum havi og náttarvaktir á Sjó­ mansheiminum passaði honum væl, og ikki stóð hann aftanfyri nakran, tá ið grind var. Bjarti var at raskastu grindamonnum. Hann legði eisini stóra áherðslu á at læra tann unga at hagreiða grind eins og fáast við seyð. Norðuri á Flyttuni ­ norðanvert Elverkið ­ hevði hann seyðin hjá sær gangandi, dunnur somuleiðis, og nú eisini gæs. Summarhúsið har norðuri var hansara frípláss. Andaliga og tímliga vildi Bjarti hava semju millum menniskju, og tí bygdi hann brýr. Hann hevði sínar meiningar, men hann vildi felagsskapin. Hann vildi síggja Guds ríki ganga fram eins og samfelag okkara. Bjarta dámdi væl at samskifta við øll menn­ iskju, og hann kom við tí góða. ”Maður er mans gaman.” Kirkjuna var hann góður við og trúgvur ímóti, og missiónin var hansara lívskall. Heilsan fór at bila honum, tá ið hann, jólini 1995, fekk álvarsligan blóðtøpp. Hann kom seg ongantíð veruliga aftur, og 10 ár seinni fekk hann so umframt staðfest krabba. Stillis­ liga bar hann hesa álvarsomu sjúku. Hann setti sær í Gudi fyri, at hann vildi liva, meðan hann livdi, og tí ynski hann ikki at umrøða sjúku sína. Hann hvíldi í Guds hondum, og rødd hansara um Guds stórverk tagnaði ongantíð! Hann takkiði Gudi, og hann vitnaði um sín trúgva Harra til tað seinasta. Skilnartala Mósesar Tann sokallaða trúarjáttan Ísraels, lá Bjarta tungt á sinni, nú hann eldist og gjørdist álvarsliga sjúkur: ”Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur! Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum. Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp.” (5 Mós 6,4 – 8). Áh, hvat vildi hann, at børnini og tey ungu máttu koma at kenna Jesus og fáa frelsu hansara í lut. Sangurin, ”Tað er so gott at kenna Gud”, var niðurlag hansara. 5. Mósebók, har trúarjáttanin finst, er skilnaðartalan, Móses hevur fyri Ísraelsfólki. s Móses endaði talu sína við hesum orðum: ”Eg stevni í dag bæði himni og jørð til vitnis ímóti tykkum, at eg havi lagt fram fyri tykk­ um lívið og deyðan, signingina og banningina. Vel nú lívið, so at tú mást liva og avkom títt, við at elska Harran, Guð tín, og lýða rødd hans og halda fast við hann; í tí stendur lív títt” (5 Mós 30,19­20). Okkara støða til Guds orð, avger okkara lív og ævigu lagnu. Móses byrjaði talu sína við teimum 10 boðunum, sum hann á fyrsta sinni gav fólkin­ um tríggjar mánaðir eftir útferðina úr træla­ haldinum í Egyptalandi: ”Og Móses kallaði saman allan Ísrael og segði við teir: »Hoyr, Ísrael, skipanir og løgboð, sum eg í dag kunn­ geri tykkum, lærið tey og haldið tey vanda­ liga.” (5 Mós 5,1). Í dag ljóða hesi orð, sum á fyrsta sinni: ”Hoyr”, ”lærið” og ”haldið” hesi orð. Guds orð er ætlað okkum at hoyra, læra og fylgja! Síðan endurtekur Móses 10 boðini, sum er Guds moralska lóg til allar tíðir (offurlógir­ nar og juridisku samfelagslógirnar fingu ein enda við Jesusi): 1. boð: Tú mást ikki hava aðrar gudar. 2. boð: Tú mást ikki misbrúka navn Harrans Guðs tíns. 3. boð: Minst til at halda hvíludagin heilagan. 4. boð: Æra faðir tín og móður tína. 5. boð: Tú mást ikki sláa í hel. 6. boð: Tú mást ikki dríva hor. 7. boð: Tú mást ikki stjala. 8. boð: Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum. 9. boð: Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. 10. boð: Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðis­ konu hansara, ikki fæ hansara ella nakað, sum næsti tín eigur. Eftir kapittul 5, kemur kapittul 6. Í hesum kapitlinum savnar Móses 10 boðini í eitt boð, í 1. boð og útgreinar tað. Hví? Jú, tí 1. boð er grundarlagið undir øllum hinum. Bara, um tú rætt heldur 1. boð, ”Tú mást ikki hava aðrar gudar”, kanst tú halda øll hini: ”Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur! Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum.” Jesus Jesus svarar tí lógkøna aftur, sum spyr hann um hitt stóra boðið í lógini: ”»Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!« Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!« Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.«” (Matt 22,37­40). Jesus endurgevur hitt stóra boðið við 5. Mós 6, 4 – 5, og so lærir hann okkum sam­ stundis at skilja kærleikan til næstans, sum eru boðini frá 4. til 10, út frá kærleikanum til Guds. Nú spyr kanska onkur: Lærir tú, at menniskju verður frelst við at gera lógargerningar? Lærir tú, at vit kunnu halda 10 boðini, og sum vit royna at halda 10 boðini, verða vit frelst? Nei! Nei! Nei! Eingin verður frelstur við at halda lógina! Hví ikki? Tí eingin megnar tað? Sinai og Golgata Lógin hevur til endmáls at avdúka, at tú ert syndari og ert sekur at hava brotið hesi boð mangan og á mangan hátt øll, bæði í tonkum, orðum og gerðum. Tú ert sekur at hava brotið Guds moralsku boð. Men hvør er mín bjarging? Jesus Kristus. Um 600 ár fyri Móses fór ein maður, Ábra­ ham, eftir Guds boðum niðan á eitt fjall við soni sínum at ofra hann. Hesin var Ísak­ ur. Men ein veðrur varð ofraður í staðin. Eini 1500 ár eftir Moses fór ein annar Minningarorð um Bjarta Petersen (Bjarta á Sjómansheiminum) F. 16.07.1929 og d. 10.04.2009 nøvn