hósdagur 23. apríl 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2009
19
maður niðan á ein heygg, sum hildið verður liggur á hesum
sama fjalli. Hesin var Guds sonur.
Ísakur fekk brenni at bera, Jesus fekk ein kross á herðar
sínar.
Á Jesusi lá øll okkara synd og øll okkara skuld. Á Jesu
ákæruriti stóð skrivað tín og mín synd.
Á heygnum Golgata, varð Jesus krossfestur sum eitt offur
og eitt loysigjald fyri alla heimsins synd og skuld.
So nú eru tvey fjøll. Sinai og Golgata.
Hava bæði nú týdning fyri okkum?
Ja, bæði!
Sinai og 10 boðini eru til tess av avdúka meg sum syndara.
Tað er, tað eg eri í mær sjálvum. Men tey eru eisini ætlað at
læra meg at liva Gudi til æru og menniskjum at gagni.
Golgata og Jesus er hann, eg leiti við mínum byrðum fyri at
fáa fyrigeving og nýggja byrjan, og Heilagi Andin er tann, sum
gevur mær styrki at liva, sum eg skal.
Men hvussu verði eg frelstur?
Við at siga ja til Jesus og trúgva á hann. Geri eg tað,
avnokti eg Djevulin og alt tað illi og sigi nei til alla synd í
mínum lívi og vil øllum órættvísi til lívs.
Jesu deyði og uppreisn er endaligi dómurin yvir alt ilt,
sum er okkum ímóti, eitt sigursróp um allan heimin, at Gud
elskar okkum og hevur umsorgan fyri okkum í hesum lívi,
og eftir tað vil leiða okkum inn í ein fullkomnan heim.
”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum
at takka, tað er Guðs gáva” (Ef 2,8).
Orsøkin, at menniskju kunnu hoyra, læra og byrja at halda
10 boðini, er, at Jesus tekur búgv við Anda sínum í okkara
hjørtum og gevur okkum eitt nýtt lív. Nú er lív mítt ikki um
meg, men um hann, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp
fyri meg.
Av hjarta, sál og mátti
Hoyri nú 5. Mós 6 eina ferð enn: ”… tú skalt elska Harr
an, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum
mátti tínum.”
At elska Gud av øllum mínum hjarta merkir at liva Gudi
til æru við at tæna mínum næsta við mínum viti – evnum –
kenslum – lærdómi royndum.
At elska Gud av allari míni sál merkir, at liva Gudi til
æru við at tæna mínum næsta við tí lívi og teimum døgum,
mær lutast, eisini um tað skuldi kosta mær lívið.
At elska Gud av øllum mínum mátti merkir, at liva Gudi
til æru við at tæna mínum næsta við allari míni likamligu
styrki, øllum mínum arbeiði og umsita til hansara frama
mínar inntøkur og ognir.
At elska Gud er nú ikki bara við munninum at játta Jesus
sum sín Frelsara og Harra, men at geva Gudi seg sjálvan við
øllum, ein er og hevur fingið at umsita, til næstans gagn.
Elskar tú Gud, elskar tú næstan. Elskar tú ikki Gud, elskar
tú ikki næstan, soleiðis, Gud ætlaði, at tú skuldi gera.
Hvat merkir nú tað at vera ein kristin?... at trúgva á Jesus
og at fylgja honum?
Tað merkir við Guds hjálpa at elska Gud av øllum mínum
hjarta, av allari míni sál og øllum mínum mátti.
Gert tú tað?
Gevur tú teg við øllum, sum tú ert, og sum tú eigur, til
Guds?
Vitnisburður Bjarta var hesin:
”So er tað tá vist,
eg frið havi funnið í tær, Harri Krist!
So tori eg trúgva, at Gud elskar meg,
at Jesusar blóð mína synd sónaði.
Eg halli meg at tær, eg falli á knæ
við Golgata tær!
Bjarti andaðist júst langafríggjadag næstan 80 ára gamal.
Við hesum orðum lýsa vit við virðing og tøkk frið yvir
minnið um Bjarta Petersen.
Gud troysti og signi tykkum konuna, Jóna og børnini,
Alfred, Jógvan og Maria við hjúnafelaga og børnum tykkara.
Bergur D. Joensen
(Jarðarferðartalan við smávegis broytingum í Christianskirkjuni
14. apríl 2009)
Hósdagin 22. januar 2009
var próvtøka á Danner Sem
inariet í Jægerspris í Dan
mark, har 23 føroyskar
kvinnur tóku prógv sum
professionsbachelor
sum
námsfrøðingar. Útbúgving
in tók trý ár sum fjarlestur,
har royndir til høvuðsupp
gávurnar vóru tiknar í Dan
mark og í Føroyum.
Aftara rað f.v.: Sólbjørg
Fríðheim, Tórshavn, Unni
Jóna Joensen, Kvívík, Randi
Poulsen, Viðareiði, Lilliana
Svøðstein, Klaksvík, Joan á
Rógvi Johansen, Vestmanna,
Gudny Petrina Mortensen,
Klaksvík, Diana Jensen, Sør
vágur, Emi Joensen, Tórs
havn, og Rebekka Vester
gaard, Sumba.
Miðraðið f.v.: Solveig
Fagraklett, Vágur, Helen
Olsen, Toftir, Kristina Sjø
stein,
Viðareiði,
Hansy
Sjúrðaberg, Klaksvík, Olga
Johanna Rasmussen, Søldar
fjørður, Bjørg Rasmussen,
Saltangará, Diana á Skúr,
Tórshavn, og Esther Greger
sen, lærari.
Heidi Reidum Joensen,
Vágur, Anne Kirstin Niel
sen, lærari, Sigga Petersen,
Klaksvík, Ingeborg Poulsen,
Hvannasund, Ruth Fjalsá,
Tórshavn og Eyðvør Müller,
Sumba.
Á myndini vanta: Oddvør
Poulsen, Vestmanna, og
Guðrið Viderø Zacharias
sen, Sandur.
mg
Professions bachelorar sum
námsfrøðingar
Flaggdagin 25. apríl verður
framsýning av grafiskum
verkum í Smiðjuni í Lítlu
vík.
Í vetur hevur anda av
arbeiðsog lærihugi í hús
unum
hjá
Tórshavnar
Kommunu í Kongagøtu.
Á ovastu hædd hevur
Jónu Rasmussen grafikari
húsast við sínum grafikk
næmingum. Arbeitt hevur
verið við nógvum ymiskum:
Linoliumskurði, træskurði,
etsingum, aquatintum, foto
litografi,
steinprenti
og
nógvum øðrum grafikki.
Við Jónu, sum hollum ráð
geva og lærara, hava næm
ingarnir ekperimenterað og
roynt ymisk ting, ið eisini
eru ein møguleiki innan
grafikkin. Hvørja ferð onkur
hevur havt hug at royna
okkurt, og hevur spurt
”Jóna, kann man?”, so hevur
svarið verið tað sama ”Royn
og vita hvat hendir”.
Hesum er komið nógv
spennandi burturúr, og hava
næmingarnir tí tikið ta
avgerð, at sýna úrslitini av
vetursins arbeiði fram í
Smiðjuni í Lítluvík.
Hetta er ein sera fjølbroytt
samling av grafiskum verk
um. Møguleiki verður at
keypa verkini, um hugur er
til tess.
Fernisering verður Flagg
dagin kl.16. Opið verður
eisini sunnudagin 26. og
mánadagin 27. apríl frá kl.
14–18.
Grafisk framsýning í Smiðjuni
nøvn