hósdagur 23. apríl 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Teir tríggir gravsteinarnir,
sum er avmyndaðir í hesi
grein, eru allir á gravum
hjá børnum hjá Margrethu
og Søren Emil Müller.
Edvard Mitens gekk í
realskúla saman við
Esbern, sum doyði 13 ára
gamal. Hann gevur í eini
av sínum bókum eina stutta
lýsing av, hvussu syrgiligt
hetta var. Hann doyði vist
av nøkrum so einfaldum
sum blindtarmsbruna.
Mitens nevnir eisini jarð
arferðina, har nógvir av
kammeratunum frá real
skúlanum luttóku.
Um systrarnar, sum
liggja undir liðuni á honum,
er ikki nógv at siga. Tær
gjørdust bert eitt ára gamlar
og doyðu ár um ár. Tann
yngra kallaðist Sigrid Mar
grethe. Søren Müller hevði
ein systir, sum kallaðist
Sigrid, og sum doyði um
aldarskiftið. Hon var gift
við einum skógriddara í
Danmark og doyði frá nógv
um børnum. Maður henn
ara giftist skjótt aftur. Kona
Søren Müller æt Margrethe,
so gentan er helst uppkallað
eftir teimum báðum.
Eldra gentan kallaðist
Kristine Elisabeth. Mamma
Margrethu Müller kallaðist
Elisabeth og mamma Søren
æt Maren Christine. So hon
kann hava verið uppkallað
eftir teimum báðum
ommunum.
Børnini hjá Margrethu
og Søren Emil vóru annars
hesi:
Hans Christoffer (1888
1925). Hann var giftur við
Ebbu f. Zahle 18911967.
Ebba var reiðari á Nólsoy,
sum gekk burtur í 1934,
soleiðis sum greitt verður
frá í Miðvikuni fyri tíðina.
Tey eru bæði grivin í gamla
kirkjugarði, og greitt fer at
verða frá teimum í eini
seinni grein í hesi røð.
Margretha Christina
Elisabeth f. 1896. Hon er
fødd beint eftir, at hennara
smáu systrar eru deyðar,
og hon er helst uppkallað
eftir teimum. Hon giftist
við Johan Danielsen, sum
var sonur C.C. Danielsen,
sum fyrr er umrøddur í
hesi røð. Hjá teimum er
eingir eftirkomarar.
Poul giftist við Sunnevu
Hentze úr Skúvoy. Ein
abbadóttir teirra er Ann
Britt Müller, sum er sera
ættaráhugað, og sum eisini
er ein kelda til hesa grein.
Sigast kann, at vit bæði
royna í felag at finna so
nógv fram sum gjørligt um
Müllerættina, og fer hetta
at koma fram seinni.
Stutt kann sigast um
systkini hjá Søren Müller,
at tveir synir og ein ver
sonur komu at vera koloni
bestýrarar í Grønlandi sein
ast í 1800 talinum. Talan er
um brøðurnar Rasmus og
Poul og versonin Johan
Joensen, vanliga kallaður
Grønlands Johan, sum gift
ist við Amaliu, systir teir
báðar. Tað er áhugavert
skjalatilfar komið úr Grøn
landi, sum lýsir viðurskifti
bæði hjá ættini í Grønlandi
og í Føroyum.
Ein beiggi, Hans Christi
an f. 1868, fór til Amerika,
og eingin hevur vitað nak
að um hann. Í hesum
brævasavni er eisini “lívs
tekin” frá honum.
Ludvig Müller leitaði
eftir gulli í Australia
Ein beiggi gamla sýslu
mannin H.C. Müller, fyrr
umrøddur í hesi røð, var
Christian Ludvig Müller, f.
1826, búsettur í Kvívík.
Dimmalætting hevði í
1927 hendan stubban, sum
er endurtøka av grein, sum
hevði staðið í donskum
blaði 20 ár frammanundan:
Man ser i disse Dage i
Københavns Gader en
gammel Færing, der spas
erer rundt i den Dragt, man
til daglig bruger paa Færø
erne, nemlig korte Ben
klæder og blaastribet Hue,
hvilken Hovedbeklædning
bæres af de ældre Mænd i
modsætning til de yngre,
der bruger Huen rødstribet.
Manden er den mellem
Landsmænd bekendte Lud
vig Müller fra Kvivig. Han
er 82 Aar, og er, som han
selv siger kommen for at
tage afsked med Danmark.
Det er henved 60 Aar
siden, han var her sidst. Da
var han én af de tyve Fær
inger, der med hæder deltog
i Krigen i 1848. (Hetta var
kríggj millum Týskland og
Danmark, sum Danmark
vann.) Siden stod hans Hu
– efter at have opholdt sig
her i seks Aar – at komme
længere ud i verden.
Sammen med nogle lige
sindede rejste han derfra til
Australien paa en eventyr
lig Guldgraverfærd. Efter
nogle Aars forløb tvang
Klimaet ham imidlertid til
at vende hjem igen, men
han bevarer endnu en lille
raa Guldklump til Erindr
ing om Færden.
Og nu maatte han ud
igen for at se “Verden” for
sidste Gang.
København har jo ændret
sig en Del i de tredsinstyve
Aar, siden han var her. Det
falder ham derfor en Del
vanskeligt at orientere sig,
naar han skal ud paa Besøg
til gamle og ny Bekendte.
Omtrent alle de danske –
Embedsmænd og andre –
som har været paa Færø
erne i de to sidste Menn
eskealdre, har nemlig stift
et personligt Bekendtskab
med ham i deres eget Hjem
eller paa andre Maader.
Den raske højst livlige
gamle Mand er derfor
stærkt optaget hver Dag.
Ein Müller var
eisini kapari
Hvørt ættarlið hevur havt
sín ævintýrara. Ein pápa
beiggi gamla H.C. Müller
hevði tað ikki minni spenn
andi. Um hann kann verða
sagt í stuttum:
Mikkjal Müller var føddur
í 1785 í Hvalba, og hann
doyði í 1849. Í 1807 fekk
hann stýrimansprógv og und
ir sjey ára krígnum millum
Ongland og Danmark førdi
hann fleiri kaparaskip. Hann
átti sjálvur eitt lítið far, ein
ans trý tons til støddar, ið
varð nevnt Røver Fienden,
og sum hevði kanón og 10
manns umborð. Í 1808 fekk
hann kaparaloyvi frá donsk
um myndugleikum.
Seinni var hann skipari á
fleiri skipum, og uppgávan
var at kapra fíggindaskip
við tess vørum.
Mikkjal longdist tó aftur
til Føroya og kom aftur í
1826. Hann fór tá at føra
Thorshavn, sum gjørdist
eitt farmaskip, ið sigldi við
koli millum Havn og
Hvalba. Teir fóru eisini at
royna fiskiskap við snøri,
men skipið var ikki egnað
til hesa veiðu. Seinni fóru
teir at royna eftir sild, og
staðfest varð at sild var til.
Pløyen amtmaður hevði
stórar vónir til hesa veiðu,
men hesar vónir vórðu tó
ikki innfríaðar.
Mikkjal var eisini á øðr
um økjum framburðsmað
ur. Saman við Jens David
sen íbirtir hann í 1826 eitt
lestrarfelag, sum var fyrsti
spírin til landsbókasavnið.
Tað var eisini Mikkjal,
sum bygdi part av tí gamla
húsinum hjá Müller, sum
er áfast við Trygd, og har
tað enntá hevur verið løg
tingshús.
Mikkjal var ógiftur. Hann
fekk tó eitt barn við einari
arbeiðskonu hjá pápanum,
men barnið doyði heilt
skjótt og er helst saman við
pápanum jarðað í gamla
kirkjugarði.
Esbern Müller gjørdist bert
13 ára gamal
Müllerfólkið eigur eina serliga deild í gamla kirkjugarði. Hon er nakað niðanfrá høvuðsinngongdini og
kloss móti Dalavegnum. Hetta er ein sera spennandi ætt, sum vit seinni fara at hoyra enn meira um. Hesa
ferð er tað um nøkur av børnunum í ættini og um nakrar ævintýrarar, sum ættin eisini hevur fostrað
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Drongurin t.v. er ókendur, síðan eru tað Hans C. og beiggi
hansara Esbern. Um nakar kennir tann ókenda drongin vilja
vit fegin frætta
ESBERN MICHAEL
MÜLLER
F. 2. AUGUST 1890
D. 3. APRIL 1904
KRISTINE ELSEBETH
MÜLLER
F. 8. MAI 1892
D. 24. JANUAR 1894
SIGRID MARGRETHE
MÜLLER
F. 5. OKTOBER 1893
D. 27.APRIL 1895
Komandi partur
Í komandi parti fara vit
at umrøða hjúnini
Johannu og Johan
Restorff, sonur gamla
Restorff
Ludvig Müller var ein
ævintýrari
Kaparin Michael Müller.
Kanska er Esbern við sínum
millumnavni uppkallaður
eftir honum
Nr. 77 - 23. apríl 2009