Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 77 - 23. apríl 2009 ] Stór kapping á lítlum vøllum Fótbóltssamband Føroya og Føroya Bjór eru, sum liður í Rørsluárinum 2009, farin saman um eitt nýtt tiltak, sum fer av bakka­ stokki 2. mai, nevni­ liga SISU Sparki­ vallakapping '09 Fótbóltur Tíðindaskriv Hetta er eitt átak í sokall­ aða grassroots­arbeiði­ num hjá FSF. FSF kom í 2008 við í Grassroots samstarvið hjá UEFA, og endamálið við hesum arbeiði er at breiða fót­ bóltin út sum ein menn­ andi og heilsugóð ítrótta­ grein. Í evropeiskum høpi verður roynt at breiða fótbóltin út, so at hann ikki bara verður spældur á etableraðum venjingarvallum, men eisini verður íðkaður í íbúðarøkjum og smá­ plássum. Roynt verður við SISU sparkivallakappingini at fáa fótbóltin út á tær smærru bygdirnar, sum við UEFA­sparkivallu­ num hava fingið góðar umstøður at íðka fótbólt á grassroots­støði. Í sam­ starvi við Føroya Bjór/ SISU verður nú skipað fyri seks kappingum á sparkivallum kring land­ ið. Kappingin er fyri dreingir og gentur, fødd í 1999 og 2000. Fýra leik­ arar (uframt 1 eykaleik­ ari) eru á hvørjum liði, og kappingarnar eru av­ markaðar til 8 lið. Hvør dystur er 5 minuttir. Byrjað verður á Húsum 2. mai, tá sparkivøllurin har eisini verður alment tikin í nýtslu. Hinar kapp­ ingarnar verða í Famjin 16. mai, á Vatnsoyrum 22. mai, í Haldórsvík 30. mai og í Dali 13. juni. Harafturat verður ein kapping á Toftum 23. mai fyri brekað. Henda kappingin verður fyri­ skipað í samstarvi við ÍSB, Ítróttasambandið fyri Brekað. Meira kann lesast um kappingina á www.sisu. fo har tilmelding til Sparkivallakappingina eisini fer fram. Manchester United greiddi sín setning ímóti Portsmouth, meðan Chelsea snávaði ímóti Everton Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Chelsea og Everton høvdu undanframførslu uppá FA Cup finaluna, sum verður leygardagin 30. mai, tá lið­ ini møttust í Premier League á Stamford Bridge ígjár. Fyri Chelsea hevði tað sera stóran týdning at fáa øll stigini til høldar í strembanini at hála inn á Manchester United og Liverpool. Men Chelsea fekk bert javnleik 0­0. Chelsea hevði leikliga yvir­ takið, men teir megnaðu ikki at skapa nóg nógv frammanfyri Everton­máli­ num. Everton hevði sínar málmøguleikar, men teir kendu heldur ikki sína vitjannartíð. Í yvirtíðini var sára nær við, at Didier Drogba gjørdist tann stóra hetjan, men skotið hjá hon­ um rakti tvørstongina. Chelsea hevur nú 68 stig, seks færri enn Manchester United, sum hevur ein dyst til góðar. Everton hevur nú 53 stig, og teir liggja enn væl fyri at vinna eitt pláss í Europa League kappingini komandi kappingarár. United hevur fyrimunin Meðan nærmastu kapping­ arneytarnir, Liverpool og Chelsea snávaðu við javn­ leikum, so tók Manchester United av møguleikanum, tá teir møttu Portsmouth á Old Trafford. Tað gingu bara níggju minuttir, so hevði United lagt seg á odda. Ryan Giggs fekk eina góða sending frá Anderson á vinstru síðu. Giggs legði bóltin hart og væl inn til Wayne Rooney, sum skoraði frá stuttari fjarstøðu. Ivi var reistur um Ryan Giggs var rangstaddur, tá Anderson gav honum sendingina uppá 40 metrar, men endurtøk­ urnar í sjónvarpinum góvu einki greitt svar uppá hetta ivamálið. Fimm minuttir undan steðginum brendi Ryan Giggs ein opnan málmøguleika. Stutt aftaná hevði Rooney aftur bóltin í netinum, men hann var rangstaddur. United helt áfram at dominera í øðrum hálvleiki, og loksins átta minuttir áðrenn leiklok gav trýstið úrslit. Paul Scholes spældi Michael Carrick frían við einari sera góðari sending. Einsamallur við málverjanum var Michael Carrick ísakaldur, og skor­ aði trygt til 2­0. Við sigri­ num á Portsmouth, sam­ stundis sum Liverpool og Chelsea bert fingu javn­ leikir, er United komið eitt fet nærri gullinum í Premier League. Hóast United hevur spælt ein dyst minni enn Liverpool og Chelsea, so hevur United trý stig meira enn Liverpool, og seks stig meira enn Chelsea. Um vikuskiftið spælir United á heimavølli ímóti Tottenham. Liverpool spælir á útivølli ímóti Hull, og Chelsea spælir á útivølli ímóti West Ham. United aftur á odda Wayne Rooney sendi Manchester United á sigurskós, og so hava meistararnir aftur lagt seg trý stig á odda í ensku Premier League Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Man Utd 32 23 - 5 - 4 56 21 35 74 2 Liverpool 33 20 - 11 - 2 63 25 38 71 3 Chelsea 33 20 - 8 - 5 55 20 35 68 4 Arsenal 33 17 - 11 - 5 58 32 26 62 5 Aston Villa 33 15 - 9 - 9 49 43 6 54 6 Everton 33 14 - 11 - 8 47 34 13 53 7 West Ham 33 12 - 9 - 12 38 37 1 45 8 Fulham 33 11 - 11 - 11 33 28 5 44 9 Tottenham 33 12 - 8 - 13 39 36 3 44 10 Man City 33 12 - 5 - 16 51 44 7 41 11 Wigan 32 11 - 8 - 13 31 36 -5 41 12 Stoke 33 10 - 9 - 14 33 48 -15 39 13 Bolton 33 11 - 4 - 18 39 50 -11 37 14 Portsmouth 33 9 - 10 - 14 35 50 -15 37 15 Sunderland 33 9 - 8 - 16 31 43 -12 35 16 Hull 33 8 - 10 - 15 36 56 -20 34 17 Blackburn 33 8 - 10 - 15 35 55 -20 34 18 Middlesbr. 33 7 - 10 - 16 25 47 -22 31 19 Newcastle 33 6 - 12 - 15 37 53 -16 30 20 WBA 33 6 - 7 - 20 30 63 -33 25 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur