fríggjadagur 12. oktober 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 197 - 12. oktober 2001
Nr. 197 - 12. oktober 2001
25
Øssur Hansen sat
uttanfyri við skaða
frá landsliðsferðini í
Slovenia, tá B93 fekk
trý stig á heimavølli
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Mikukvøldið
vóru
øll
feløgini í næstbestu donsku
deildini í eldinum. Og hesa
ferð vunnu bæði feløgini
hjá føroysku landsliðsspæl-
arunum.
Óli Johannesen, komandi
B68 venjarin, Frank Skytte,
og Hvidovre høvdu vitjan
av Fredericia. Fyrstu løtuna
bendi alt á stórsigur til
heimaliðið, men tá dómarin
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð, vóru teir í Hvidovre
fegnir um, at tað hevði
eydnast teimum at vinna
4–3.
Tá 26 minuttir vóru farn-
ir, var Hvidovre framm-
anfyri 4–0. Longu í 5.
minutti skoraði Óli Jo-
hannesen fyrsta málið.
Teir bara 316 áskoð-
ararnir vóru í góðum hýri
fyrstu tríggjar fjórðingarnar
av tíðini, og tað høvdu teir
alla orsøk at vera. Men so
bitu teir negl síðstu løtuna.
Fredericia minkaði um
munin í 72. minutti, og átta
minuttir seinni var støðan
4–3. Í sambandi við síðsta
málið, sum varð skorað upp
á
brotsspark,
misti
Hvidovre málverjan, og
síðstu tíggju minuttirnar
var talan um stórt stríð,
sum Hvidovre megnaði at
koma burturúr.
Øssur skaddur
Tá landsliðið var í Sloven-
ia, tóktist Øssur Hansen
ikki at vera so væl upp-
lagdur, sum hann ofta
hevur verið á landsliðnum.
Øssur varð skiftur út, og
Súni Olsen kom á vøllin.
Orsøkin var fyrst og
fremst, at Øssur undir
upphitingini til landsdystin
fekk ein løst í ryggin. Pínan
var nógv, og síðani hann
kom aftur til Danmarkar,
hevur Øssur ikki verið
førur fyri at venja saman
við liðfeløgunum í B93.
Tí var hann ikki á liðnum
mikukvøldið. Tað vóru bara
155 áskoðarar á Østerbro
stadion, og teir sóu B93
vinna 1–0 ímóti FC Århus.
Málið skoraði Thomas Høy,
tá seinna umfarið var tíggju
minuttir gamalt.
Herfølge hevði vitjan av
Randers Freja, sum varð
sent aftur til Jyllands við
2–0 tapi.
Eingin føroyingur var
á vøllinum, og líkind-
ini vóru út av lagi
vánalig, tá eitt umfar í
superliguni miku-
kvøldið var á skránni
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Skulu fótbóltslíkindini í
Danmark
mikukvøldið
sammetast við okkurt, sum
ikki er so langt burtur frá
fótbóltshugaðum føroying-
um, so kann tað vera
steypafinalan á ólavsøku og
landsdysturin á heimavølli
ímóti Luksemborg.
Tað oysregnaði, og tað
var nógvur vindur kring alt
Danmark, tá 11. umfarið
var á skránni í superliguni.
Harvið eru ein triðingur av
dystunum í hesum kapp-
ingarárinum spældir.
Sami toppur
Brøndby og AaB hava verið
mest sannførandi fyrstu
tíggju umførini, og bæði
oddaliðini vunnu miku-
kvøldið. Brøndby hevði
vitjan av illa stadda Vejle,
sum einki fekk til hús við
sær. Men teir í Vejle vóru
óhepnir. Í 1. hálvleiki
gjørdi
Vejle
málverjin
sjálvmál, og eitt korter
undan leikloki økti Brønd-
by, eftir stórt kiks í Vejle
verjuni. Í síðsta minuttinum
minkaði
Vejle
upp
á
brotsspark um munin til
2–1.
Í Aalborg vóru líkindini
sum allar aðra staðni. AaB
vann 2–1 ímóti Lyngby,
sum ikki veit, hvussu tað
verður við framtíðini í
bestu deildini, og sum veit,
at teir um eitt ár fara at
missa nógv avhildna venj-
aran, Poul Hansen. AaB
skoraði sigursmálið, tá tað
restaðu fimm minuttir.
Eingir føroyingar
Esbjerg er framvegis á
triðja
plássi.
Christian
Høgni Jacobsen var ikki á
liðnum, sum vann 4–3 í
Silkeborg. Bo Nielsen, sum
Silkeborg akkurát hevur
keypt úr AGF, skoraði øll
málini hjá heimaliðnum, og
Jess Thorup skoraði trý mál
fyri Esbjerg. Fjórða málið
hjá Esbjerg skoraði álops-
makkarin hjá trímálsskjútt-
anum – Henrik Nielsen.
Í
Parkini
oysregnaði
eisini. Todi Jónsson er ikki
heilt klárur at spæla enn, og
hóast Heine Fernandez
heldur ikki var við, so
hevði FCK ongar trupul-
leikar ímóti heilt illa stadda
AGF. Úrslitið var 3–0, og
miðvallarin Thomas Røll,
sum aftur hesa ferð var í
álopinum, skoraði tvey
mál.
Morten
Bisgaard
skoraði til 2–0. Hetta var
fyrsta málið, sum hann
hevur skorað, síðani hann í
summar kom til FCK.
OB – uttan Johan Byrial
Hansen – megnaði 2–2 í
Viborg, og AB megnaði
eisini 2–2. Teir spældu í
Ikast ímóti FCM, sum er
samansetta liðið hjá Ikast
og Herning. Fyrrverandi
Herning spælarin, Abdul
Sule, skoraði bæði málini
hjá AB.
Men føroyingar og
hini limalondini, sum
ikki eru í ST, sleppa at
halda fram í
europeiska fótbólts-
felagsskapinum
FÓTBÓLTSPOLITIKKUR
Jóannes Hansen
Grønlendingar eru ikki
sjálvstøðugir limir í euro-
peiska fótbóltssamgonguni.
Og í gjár gjørdist greitt, at
um Grønland skal gerast
limur í UEFA, so skal
Grønland fyrst gera upp við
støðuna, sum teir hava í
danska ríkinum.
Europeiska fótbóltssam-
gongan,
UEFA,
hevði
eykaaðalfund í Prag í gjár.
Á fundinum var millum
annað
viðgjørt,
hvørji
krøvini skulu vera til teirra,
sum í framtíðini fara at
søkja um limaskap í UEFA.
Limalondini
samtyktu
uppskotið frá aðalnevndini.
Uppskotið gekk út uppá, at
í framtíðini skal tað vera
soleiðis, at tað bara kann
koma upp á tal at innlima
nýggj limalond, um tey eru
limir í ST.
Tað eru ikki so nógvar
europeiskar fótbóltstjóðir,
sum ikki eru limir í UEFA.
Men nýggja ásetingin kem-
ur illa við hjá grønlend-
ingum. Grønland hevur
arbeitt við møguleikanum
at vinna limaskap í euro-
peisku fótbóltssamgonguni,
men nú verður ikki møgu-
leiki fyri hesum, uttan at
Grønland fyrst fær lima-
skap í Sameindu Tjóðun-
um.
Limaskapurin er sjálv-
andi eisini treytaður av, at
talan er um eitt nationalt
fótbóltssamband, og at tað
er skipaður fótbóltur í
landinum.
Serstøða
Tá málið varð umrøtt og
samtykt fyrrapartin í gjár,
varð staðfest, at nýggja
samtyktin skal ikki hava
avleiðingar fyri fótbólts-
tjóðirnar í UEFA, sum ikki
eru limir í ST. Í tí sambandi
vórðu nevndar Føroyar og
fótbóltstjóðirnar í Stóra-
bretlandi. Tær eru Skot-
land, Ongland, Wales og
Norðurírland.
Torleif Sigurðsson, for-
maður í FSF, og Ísak
Mikladal, aðalskrivari í
FSF, vóru á eykaaðalfund-
inum, sum tey 51 UEFA
limalondini høvdu í gjár.
– Nýggja samtyktin kom
ikki óvæntað á okkum.
Málið varð viðgjørt, tá vit
fyrr í summar vóru á
norðurlendskum fundi í
Lofoten. Brøðratjóðirnar
tóku undir við UEFA
uppskotinum, og tað gjørdu
vit eisini, siga føroysku
umboðini úr Prag.
Grønland sleppur ikki upp í UEFA
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, vóru á eykaaðalfundinum, sum tey 51 UEFA
limalondini høvdu í gjár.
Oddaliðini vinna hvørja ferð
Óli skoraði enn eina ferð
Einar Mikkelsen Sp/F
Góðk. el-innleggjari
Bøgøta 12
Postboks 321 · FO-110 Tórshavn
Telf. 31 22 11 - Fax 31 07 45
Hugnið um heimið við
ljósketum
Bamboo
130,-
Gummihjørtur
149,-
Ríspapír lampa
199,-
Silva t/vegg
391,-
Aðalfundur
Ársaðalfundurin verður í ÍSF-húsinum 11. no-
vember 2001.
Skrá sambært lógini.
Judosamband Føroya
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
800 Tvøroyri
Sjúkrasystir
Sjúkrahjálparar/
heilsuatstøðingar
1 fast starv sum sjúkrasystir við fullari arbeiðstíð í
skiftandi vaktum er leyst til setan frá 1.november
2001.
2 størv sum sjúkrahjálparar/heilsuatstøðingar við
eini arbeiðstíð uppá 0,7 í skiftandi vaktum eru
leys til setan frá 1. november 2001.
Eisini verður søkt eftir avloysara fyri sjúkrahjálp-
ara/heilsuatstøðing við fullari arbeiðstíð í tíðar-
skeiðnum frá 1.november 2001 til 30.september
2002.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast
við at venda sær til fyristøðukvinnuna Sunnevu
Petersen, tlf. 371666 lok. 147.
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. verða at
senda til Suðuroyar Ellis- & Røktarheim, Boks
51, 800 Tvøroyri
innan 27. oktober 2001.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
C
M
Y
K
25
24