hósdagur 23. apríl 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2009
27
lýsingar
Lærarastørv og størv
sum stuðul í Tofta skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1.august
2009 at rokna:
• 1 fast lærarastarv, fulla tíð
• 3 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri
millum annað lækkað tímatal og serligan tørv
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 22 t/v
endaliga tímaáseting av hesum starvi verður
ásett eftir 1.september 2009
• 4 tíðaravmarkað størv sum stuðul
1 starv er 20 t/v, 2 størv eru 19 t/v og 1 starv
er 18 t/v talan er um stuðul til næmingar, sum
hava serligan tørv
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær:
• føroyskt og týskt í framhaldsdeildini
• ítrótt í mið- og framhaldsdeildini
• føroyskt, danskt og enskt í miðdeildini
• handverk og list
• serligan tørv
Vit vænta at tú:
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur sum eru í
skúlanum
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við
til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir
lærarar frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin
7.mai kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard,
skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765.
Tofta skúli hevur komandi skúlaár uml. 198 næmingar í
1. – 10.fl. og um 23 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum
á heimasíðuni www.skulin.fo/tof/
Tofta skúli
Heygsveg 28 · FO 650 Toftum
Tlf. 447332 · fax 449532 · t-postur: tof@skulin.fo
Lærarastørv í
Viðareiðis Skúla
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2009:
• 1 fast fulltíðarstarv
• 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lækkað tímatal
og avlopstímar
• 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi – fram til 18. des. 2009
• Møguliga 1 starv á umleið 6 avlopstímar. Endaliga
tímatalið verður ásett eftir 1. sep.
• 1 stuðul við pedagogiskari ábyrgd 22 tímar um vikuna.
Uppgávan er at virka sum stuðul hjá næmingum við
serligum tørvi.
Tey, ið sett verða skulu:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva
• verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær
at undirvísa í:
• føroyskum, donskum og enskum
• støddfrøði, náttúru/tøkni og lívfrøði
• kristni og søgu
• handaverki og list
• tónleiki og ítrótti
• flokslærari í 1. fl.
• flokslærari í 6. og 7. fl.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka
skúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan
so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar
frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1
– 29.2.
Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli
skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 12. mai kl. 12.00.
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7
FO – 750 Viðareiði
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella
23 10 80.
Í Viðareiðis skúla Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 55 næmingar
frá 1. – 7. flokk. 7 lærarar og ein stuðul starvast í skúlanum. Tú kanst
lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði
Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo
www.sosialurin.fo