Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 78 - 24. apríl 2009 tíðindi SEV bíðar eftir politiskum út meld­ ing um, hvussu orku­ kervið skal byggjast út í framtíðini. – Tað er neyðugt við skjótari avgerð, skulu vit røkka málu num í almenna orku­ politikki Føroya, sig­ ur nevndin. Har aftur­ at vísa tey á týdningin við tøttum samstarvi – nakað, ið ikki altíð hev ur eydnast til fulnar Orka Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Neyðugt er , at politisk støða verður tikin rættiliga skjótt til, hvussu útbyggjast skal komandi árini til tess at røkka málunum í almenna orkupolitikki Føroya. Hetta sigur nýggja nevndin í SEV í frágreiðing til árs rokn- skap in fyri í fjør, ið varð lagd ur fram á ársaðalfundi felag s ins. Eftir at framtíðar orku- møgu leikarnir og orku út- bygg ing ar Føroya hava verið viðgjørdar í fjøl miðl- un um og á Løgtingi seinastu dagar nar, eftirlýsir eina ráð- andi elfelagið á føroyska markn aði num, SEV, einum út spæli frá lands politik ar- un um. Á heysti í fjør samtykti tá ver andi umboðsnevndin í SEV eina 10 ára ætlan fyri út byggingar. Nýggja nevndi metir tað hava stóran týdn- ing at gera langtíðarætlanir innan orkuøkið í landinum, ser liga við atliti at varandi orku møguleikum. Í ársfrágreiðingini ger nevnd in vart við, at hon ikki er liðug at viðgera 10 ára ætlanina hjá undanfarna stýri. Kommunurnar mugu taka ábyrgd Nevndin í SEV, við Páll á Reyna túgvu á odda, heldur eisi ni, at kommunurnar sum eigarar av SEV eiga at taka á seg ábyrgd innan gransk ing og menning inn an framtíðar orku møgu leik ar. - Umframt at eiga stóru upp gávuan sum framtíðar orku veitari í landinum við øll um tess avbjóðingum, eiga vit eisini stóru ábyrgd- ina mótvegis komandi ættar lið um av orkunýtarum. Og ta ábyrgdina eiga vit at taka á okkum sum búgvin part ur av heims sam felag- num, sigur nevndin í SEV í frágreiðingini. Vilja takast við í allar avgerðir Í ársfrágreiðingini sigur nýgg ja nevndin eisini, at í sam band við avgerðirnar um framtíðar útbyggingar er neyðugt við felags stevi og góðum samskifti millum SEV og lands mynd ug leik- ar nar, sum vara av el-, orku- og náttúruøkinum. Hetta hevur ikki altíð ver ið førið. Tann 15. desember varð ein virkisætlan um at minka út látið av veðurlagsgassi, nevnd »Skjótt syftir seiðir og tunga takið« útgivin og fram løgd á Hotel Føroyum, í samband við at Inn lendis- mála ráðið skipaði fyri veður lagsráðstevnu. Í viðmerkingunum til he sa virkisætlan, ið vóru um bid n ar til viðgerðina í rættar nevndini av málunum hjá Tjóðveldi um minking av CO2 og menning av var- andi orku, ið hava verið við gjørd á Løgtingi fyrra- dag in og í gjár, dylur SEV ikki fyri síni frustratión inn á ikki at hava verið við til at gera ritið. »Við tað at orkuveiting, og herundir serliga el veit- ing, fyllir ein munandi part í ætlanini, bæði hvat um røðu og ikki minni CO2 mink ing viðvíkur, so hevur hetta heilt natúrliga alstóran áhu ga og týdning fyri SEV. Tí er tað sera hugstoytt at staðfesta, at SEV ikki er tik ið við í hetta arbeiði, hó - ast størsti førleikin í landi- num á hesum øki er júst at finna hjá SEV. Hetta kem ur eisini til sjóndar, tá ið við líta at innihaldinum. Tann parturin av ritinum, sum er skrivaður um orku veitingar, inni heldur fleiri faktuell ar feilir.« SEV saknar politiskt út­ spæl og krevur samstarv Nevndin í SEV, við Páll á Reynatúgvu á odda, vil hava landsmyndugleikarnar at melda út sum skjótast, hvørjar ætlanir eru við útbyggingum á orkuøkinum í framtíðini. Eisini vil einaráðandi elfelagið takast við upp á ráð í øllum orkuspurningum Íslendingar streyma til Noregs Fyri meiri enn 1100 árum síðani rýmdu norðmenn til Íslands, men nú gongur streymurin tann øvugta vegtin, skrivar norska tíðindastovan NTB. Sagt verður, at síðani ársbyrjan eru 260, og tað er líka nógv sum alt árið í fjør. Kortini verður hildið, at tað veruliga talið er nógv størri. Íslendingafelagið í Noregi vísir á, at íslendingum nýtist ikki at boða frá flyting fyrr enn seks mánaðiir eftir, at teir eru komnir til Noregs, og felagið heldur, at umleið 2.000 íslendingar hava leitað sær til Noregs undan fíggjarkreppuni har. Av teimum munnu umleið 1.000 vera í Oslo, heldur felagið. Russiskur trolari sakk Ein maður lat lív, tá russiski trolartin Koralnes sakk vestarlaga í Barentshavinum í morgun. Hinir 16 vórðu bjargaðir. Klokkan sjey boðaði norska bjargingartænastan frá, at ein russiskur trolari hevði tikið 15 menn úr einum bjargingarbát á Tromsøflaketi. Ein tyrla hjá norsku bjargingartænastuni tók tveir aðrar menn upp av sjónum, men annar teirra var deyður. Teir russisku sjómenninir vórðu fyrrapartin fluttir við tyrlu til Tromsø, har teir komu undir læknahond. Koralnes, sum var 34 metrar langur, er fyrrverandi Strembingur og hoyrdi heima í Skopun. Skipið liggur nú á 160 favna dýpi 70 fjórðingar úr Tromsø. Í hesum døgum er stór ferða vinnu ráð­ stevna í Norður­ landa húsinum. Út við 50 umboð fyri ferða skrivstovur og fjølmiðlar úr 10 ymisk um londum eru komin til árliga Visit Faroe Islands á tak ið, sum Atlantic Air­ ways og SamVit, nú Uttanríkisráðið, skipa fyri Ferðavinna Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag, fríggjadag 24. apríl, hittast umboð fyri út við 50 ferðaskrivstovur og fjøl- miðl a r úr 10 ymiskum lond um til fyrilestrar og work shops í Norður landa- húsinum. Her fáa útlendsku gestir nir høvi at hitta før- oyskar ferðavinnuveitarar. Í morgin verða útferðir á skrán ni og ferðaliðið fer av stað aftur sunnudagin. Tiltakið, sum eitir Visit Faroe Islands, byggir á Fly Faroe átakið, sum Atlantic Airways hevur skipað fyri í fleiri ár. Eftir Fly Faroe i fjør var avgerð tikin um at broyta navnið á tiltakinum fyri at gera tað til eitt átak fyri eina samlaða ferðavinnu. SamVit og Atlantic Air- ways eru høvuðsfyrireikarar og eru sera væl nøgd við góðu undirtøkuna frá veitar un um. Endamálið við átakinum er at fáa fatur í nýggjum ferða smiðjum, sum vilja selja Føroyar og at halda sam-band við tey, sum longu hava Føroyar sum ferða fólkamál á skránni - Vónin er, at Visit Faroe Islands mennist til árliga á ta k ið, har ferðavinnan set- ur Føroyar sum ferða fólka- land á breddan og sum gerst staðið, har útlendskir ferða- smiðir og fjølmiðlar mugu koma fyri at kunna seg um nýggjastu tilboðini, skrivar SamVit á heimasíðu sínari. National Geographic selur Føroyar Í sølutekstinum til útlendsku gestir nar nýtir ráðstevnan heið ur in frá National Geo- grap hic Traveler sum oyggja land nummar eitt í heimi num at vitja. - Ráðstevnan verður í enda num á apríl, og okkara ynski er at geva tær eina smakki roynd av hvat Før- oy ar hava at bjóða, og at vísa tær hví Føroyar vóru vald ar til fremsta oyggjaland í heiminum at vitja av Na tio nal Geographic Travel er. Hesin heiður verður dúg- liga nýttur at branda Føroyar við, og hevur hetta eftir øll- um at døma eisini vakt áhug an hjá mongum uttaní- frá. Stór ferðavinnu ráð­ stevna í Norður landa­ húsinum Súsanna Sørensen úr SamVit bjóðar útlendsku og føroysku gestunum vælkomnar til fyrilestrarnar í Norðurlandahúsinum Mynd: Jens Kristian Vang