Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 • 24. apríl 2009 Vikuskifti 4 Í garðinum hjá Ingigerð á Trøðni verður ymiskt grønmeti dyrkað, sum hon og maðurin nýta til at gera súltutoy millum annað. Serl­ iga er hvonn nógv brúkt, umframt eplir, røtur, rabarbur, jarðberð, ribs og stikkilsber. Húsarhaldið er nógv broytt síðan døturnar eru vorðnar vaksnar. Tey eiga tvær døtur, sum eru floygdar úr reiðrinum, og eru tey sostatt tveyeini í húsi. Frá at keypa inn eina ferð um vikuna, og at leggja matin til rættis fyri alla vikuna, verður tað keypt oftari inn, men í smáum mongdum. – Tá Kjartan arbeiddi á Menn­ ingarstovuni, vóru vit bæði ofta seint heima. Og tá varð tað ofta til okkurt lætt, tí eg hvørki orki ella tími at gera mat seint um kvøldið. Upp til vikuskiftið verður kortini keypt meir inn, og tá gera tey sær ofta ein túr at keypa inn í felag. Tey eru bæði úti arbeiðandi fólk, men seta sær kortini tíð av til at gera góðan mat. – Vit eta ótrúliga ofta fisk til døgurða. Upp ímóti fimm ferðir um vikuna. Eg sakni ótrúliga nógv fiskasøluna í Vágsbotni. Eg havi í nógv ár savnað nitur saman til eitt spæl, og tí hava vit ofta etið toskarhøvd. Annars er tað tað mesta av fiski, vit eta. Lippur, kjálkar, flak og so framvegis. Okkum dámar eisini væl at fara til Saksunar at heinta kræklingar. Kræklingarnir í Føroyum eru so stórir og góðir, og koyrir mann kræklingarnar í eina grýtu saman við smør, persillu og hvítleyki, og møguliga einum glasi av hvítvíni, smakkar tað bara himmalskt. Og tað er so lætt at gera, sigur Ingigerð á Trøðni. – Vit gera ofta nógvan mat, sum vit so frysta niður. Por­ tiónirnar eru ofta ov stórar til tvey fólk, og tí verður ein partur frystur niður. Vit hava sikkurt alt ov nógv í fryst aranum, sigur hon. Ost, smør og breyð Tá tað kemur til innkeyp av mati, er tað ikki tað vistfrøðiliga, ið Ingigerð á Trøðni rennir eftir. – Eg eri kortini raskari enn Kjartan, til at taka av vistfrøðiligu hillunum. Og mær dámar væl, at hava salat afturvið matinum, so tað plagar at rúka niður í kurvina. Annars eta vit nógv grovt breyð, gjarna fullkornsbreyð, heldur enn rugbreyð. Hvítt breyð er loyvt, men tað skal helst vera fullkornsbreyð til gerandisbrúk, sigur Ingigerð á Trøðni. Heima í køliskápinum, eru tað trý ting, ið altíð eru at finna. – Ost, smør og breyð. Tað eiga vit altíð í køliskápinum. Tá eg eri úti og ferðist, kann eg gott sakna eitt gott rugbreyð. Og tá skal eg altso hava smør uppá, sigur hon og flennir. Heima hjá Ingigerð á Trøðni skiftast hon og maðurin um at gera mat. Gerandisdagar er tað ofta maðurin, ið ger mat, men til tíðir gera tey mat í felag. Kortini ikki so ofta sum fyrr. – Vit halda okkum ofta til tað, vit eru góð til. Eg baki altíð boll ar nar, meðan Kjartan ger smákøkurnar. Eg orki ikki fyri at baka smákøkur. Tað er ov nógv roks, og fer við alt ov nógvari tíð. Tá eg baki bollar, kann eg gera ymiskt annað samstundis. Páskadagur er serligur heima hjá Ingigerð á Trøðni. Tá trívir hon eftir síni serligu páska bolla­ uppskrift, sum hon fann í Alt om håndarbejde fyri nógvum árum síðan. Tá verða teir ikki bert knoðaðir til bollar, men verða formaðir til ymiskar páskafigurar. – Páskabollauppskriftina havi eg brúkt øll árini, vit hava verið gift. Vit hava árliga ein páskabrunch fyri familjuni, og kunnu vera millum 10­50 fólk heima hjá okkum tann dagin. Og tá koma páskabollarnir á borðið, sigur hon við einum smíli. Mongolskt ræst kjøt Ingigerð á Trøðni hevur havt vaskikonu í mong ár. Serliga tá børnini vóru yngri, og í síðstuni er vaskikona komin aftur í húsið. Hon kemur eina ferð aðru hvørja viku. – Vaskikonuna eri eg glað fyri. Tað er so deiligt at hava eina vaskikonu, og tað eru deiligir pengar at geva út. Eg vil heldur brúka mína tíð til at fara ein túr í hagan, sigur Ingigerð á Trøðni. Bilur var ikki í húsinum í nógv ár. Tey árini fóru nógvir pengar til hýruvognar. Serliga um jólini og summarið, tá hon áðrenn og eftir arbeiðstíð mátti ein túr framvið campingøkinum Yviri við Strond, Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Ingigerð á Trøðni brúkar nógva tíð í urtagarðinum. Í garðinum hjá henni verður ymiskt grønmeti dyrkað, sum hon og maðurin nýta til at gera súltutoy millum annað. Serliga er hvonn nógv brúkt, umframt eplir, røtur, rabarbur, jarðberð, ribs og stikkilsber Myndir: Jens Kr. Vang jensk@sosialurin.fo Fyri IngIgerð á TrøðnI og mannin, er matur og matgerð ein stór passión. Tey dyrka alskyns urtir í garðinum, og dáma væl kulinarisku upplivingina, bæði heima og úti. Eftir nógvar brúktar pengar til nýggj og smart køkstól, má Ingigerð á Trøðni sanna, at ein góður knívur er besta amboðið í køkinum