fríggjadagur 24. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2009
5
lýsing
Goymslufólki/bilførara
Meira er at lesa um størvini á www.demich.fo
!
P/F Demich sóknast eftir einum røskum goymslufólki/bilførara til at umsita grovgoymslu okkara í Havn, og samstundis taka
sær av útkoyring og heinting av vøru.
Vit kundu hugsa okkum eitt starvsfólk, ið hevði hug at menna hetta øki sum sítt egna, soleiðis at hann/hon kundi samskipa
koyring av vøru inn og út á besta hátt, og samstundis fáa logistikkin at hanga saman á mest lønandi støði. Somuleiðis skal
viðkomandi standa fyri at halda skil á grovgoymslu okkara.
Demich P/F, Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
Telefon +298 309 310
Fax + 298 309 311
Demich P/F, Vágur
Marknoyrarvegur 36
Telefon +298 373 535
Fax + 298 373 565
Demich P/F, Saltangará
Heiðavegur 80
Telefon +298 444 500
Fax + 298 445 501
demich@demich.fo • www.demich.fo
Service-leiðara til hitapumputænastuna
Søluráðgeva
Skrivstovunæmingi
P/F Demich sóknast eftir einum tekniskum leiðara, ið skal standa á odda fyri og menna nýggju hitapumpudeild okkara.
Demich arbeiðir við at útvega grøna orku uppá ymiskar mátar, tað verði seg orku úr luftini, undirgrundini, yvirflatujørðini
og sjónum. Vit fara nú at stovna eina sjálvstøðuga deild at taka sær av hesum økinum. Vit umboða hitapumpur av merkjunum
Nibe/Vølund og Mitsubishi Electric.
Til tess at kundin kann verða tryggur í at fáa bestu tænastuna og røttu loysnina, vilja vit í nýggju deildini bjóða øllum kundum
okkara service-avtalur til hitapumpir sum vit veita. Harumframt skal deildin standa fyri at seta allar hitapumpuskipanirnar upp.
P/F Demich sóknast eftir einum søluráðgeva ið kann vera við til at menna søludeild okkara í Havn.
Vit vilja bjóða viðskiftafólkið okkara bestu møguliga tænastuna, og vit sóknast tí eftir einum dugnaligum starvsfólki sum skal
vera við til at lyfta hesa uppgávu.
Arbeiðsupgávurnar fevna í høvuðsheitunum um at gera tilboð, at avgreiða kundar og annars saman við starvsfeløgunum at
gera handilin í Havn innbjóðandi fyri kundar okkara.
P/F Demich sóknast eftir einum skrivstovunæmingi til skrivstovu okkara í Havn at byrja 1. juni 09’, ella eftir avtalu.
Sum skrivstovunæmingur kemur tú at starvast innan allar vanligar skrivstovuuppgávur, t.d. bókhald, fakturering, telefon-
avgreiðslu, tolling o.a. Samstundis sum tú fært eina útbúgving, verður tú við í okkara áhaldandi stremban eftir at menna
skrivstovu okkara, og mannagongdir í felagnum annars.
KREA
4 leys størv hjá Demich
Vit sóknast eftir...
!
!
!