Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 78 • 24. apríl 2009 sum Kunningarstovan hevur ábyrgdina av. – Nú hava vit ein Toyota, og hann brúka vit nógv. Tað er so nógv lættari at hava bil. Hesin er størsti bilurin, vit hava havt, men annars leggja vit okkum eftir at hava ein tryggan bil, sum brennir lítið. Í ljósinum av teirra størvum, Ingigerð á Kunningarstovuni og Kjartan, sum fyrrverandi arbeiddi á Menningarstovuni, hava tey ferðast nógv gjøgnum árini. Nú ferðast tey umleið tvær ferðir um árið. Og tá verður kulinariska upplivingin ikki gloymd. – Vit eru ikki bangin fyri at royna nakað nýtt. Eg vil ikki siga, at tað verða so nógvir pengar nýttir til at ferðast, men tá vit eru á ferð, royna vit altíð onkran góðan mat. Heima í Føroyum verður ikki gjørt ov nógv við at eta úti, heldur Ingigerð, sum kundi hugsað sær at farið meir út og etið. Í staðin verður tað eksperimenterað nógv heima í køkinum. Millum yndis­ rættirnar hjá Ingigerð á Trøðni, eru blandingar av før oyskum upp runamati og útlendskum upp­ skriftum. Eitt nú ein spanskur baccalao við røstum fiski, og ein mongolsk fondue við røstum kjøti eru rættir, ið javnan koma á borðið heima hjá Ingigerð á Trøðni. Ein góður knívur nokk Av materiellum útreiðslum, er tað ikki nógv Ingigerð á Trøðni kemur fram á. – Eg eri nakað av einum impuls keypara. Tá eg keypi mær klæðir, kann eg keypa nógv, men tað er ikki ofta, eg keypi klæðir. Men eg havi ein veikleika fyri bókmentum og list. Hvørja ferð, eg keypi mær eina bók, hugsi eg, at eg heldur skuldi keypt mær eina bókareol, sigur hon og flennir. Klæðini hava sostatt ikki nakra høga raðfesting hjá Ingigerð á Trøðni. Frisørin roynir hon kortini at vitja so javnt, sum gjørligt. – Málið er at ganga til frisør 5.­6. hvørja viku, men eg má siga, at tað ofta verður til triðja hvønn mánaða. Impulskeyparin kemur til sjóndar, tá Ingigerð á Trøðni ikki klárar at standa ímóti freistingini at keypa tað, sum er nýtt, smart og spennandi, serliga til húsbrúk. Tað er kortini ein vani, sum so smátt er farin at hvørva. – Sum árini ganga, má eg sanna, at ein knívur er nokk og kann nýtast til tað mesta í einum køki. Somuleiðis eru góð amboð í køkinum góð at hava, so sum ein góð grýta og ein góð panna. – Sum árini ganga, má eg sanna, at ein knívur er nokk, og hann kann nýtast til tað mesta í einum køki Ein góður knívur er besta amboðið