fríggjadagur 24. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2009
17
tíðindi
sær egnan bát, eins og
kommunur hava bygt bátahyljar
víða hvar til sínar borgarar.
Havnin er frá náttúrunnar
hond, um ikki longur brimpláss,
so kortini ikki nøkur kyrruvág
alla staðni, men ábøtur hava so
munað nakað.
Tá nýhavnin út eftir Skansa
boðunum í síni tíð var bygd, vóru
vit mong, sum ristu við høvdin
um um hesa dýru, og vísti tað
seg, óbrúkiligu havn og bara at
parkera byngjur á, men síðani
hevur tað verið munandi kyrrari
inni í havnarlagnum í mun til
áður, tá sjálvt molin brotnaði
ferð eftir ferð, og tað í land
synningsuppgangi fløddi niðan á
Áarvegin og niðan í Tórsgøtu her
í Vágsbotni.
O
rðið kommuna merkir
ítøkiliga sæð felags og eigur
at vera eitt samhaldsfast felags
samtak av borgarum, sum
gjøgnum skattin dugnar flest
øllum borgarum, ungum sum
gomlum, høgum sum lágum best
og mest møguligt.
Tí hevur barnaøkið umsíðir
fingið sítt, eins og eldraøkið er
ávegis bæta, um enn tað gongur
ov seint.
Ítrótturin hevur langt síðani
fingið sítt og fær framvegis, eins
og ungdómurin fær.
Men vit eru kortini mong, sum
í áravís hava sóknast eftir, nær
skattafíggjaði komunali dugnin
eisini røkkur okkum bátafólkum.
Gaman í hevur kommunan
gjørt nakað og eisini sýnt
bátafelagnum vælvild, sum
kommunan eisini eigur tøkk
uppiborna fyri, og sum eg fati
kommunala hugburðin, hevur
kommunan umsíðir eisini so
smátt fingið eyguni upp fyri tí
maritima siðaarvinum, tí
maritima samleikanum og
støðugt vaksandi áhuga millum
borgarar fyri at reika við
sjóvarmálan og ríka sítt lív tann
vegin.
Kanska hevur kommunan bara
lurtað væl eftir útvarpinum, sum
farnu tveir mánarnar hevur
varpað ljós á áhugan fyri tí
maritima siðaarvinum.
Gløgt er gestsins eyga, og tí er
tað bara gott og tiltrongt, tá
kommunan seinru árini hevur
fríðkað um fram við sjónum og
reinskað vágirnar, og tað eg veit
um, so vitja nógv ferðafólk hesar
maritimu umhvørvisperlur, skoða
tey ymsu førini, har eingi eru
heilt eins og koma sær í vinarligt
prát við okkum, sum fjasa við
sjóvarmálan.
Tað er sum kunnugt trupult at
spáa um framtíðina og m.a.
ganda enn fleiri bátapláss fram
inni í Havnini, men giti eg beint,
so vænti eg í framtíðini enn fleiri
borgarar saman við sínum fara at
sýna áhuga fyri at eiga bát og
ognast tað frælsi at kunna fara í
bát at svala á sær og sínum, og tá
ræður tað um sum kommuna at
vera upp á forkant við gongdina.
Havnin hevur frá náttúrunnar
hond sínar avmarkingar, men við
avbjóðingum mennast fólk, eisini
ein kommuna, og seti eg mína
vón til at kommunan, og gjarna í
samráð vid Bátafelagið, megnar
at dugna eisini bátafólkunum
millum sínar borgarar javnbjóðis
øðrum borgarum, sum brúka
skattafíggjað kommunal felags
anlegg.
A
t enda vil eg egna vegna
takka Bátafelagnum fyri
álitið at røða her í dag, takka
tykkum, sum tímdu at lurta og
ynskja okkum øllum eitt gott
summar við sigling, har vit
framvegis eisini vara av hvørjum
øðrum og passa væl upp á hvønn
annan. Takk fyri.
EyJo
Sosialurin og Rás2
og bátafólkið
Leygardagin 18. apríl varð bátaárið sett uttan fyri hølini hjá
Bátafelagnum í Havn í Vágsbotni, haðani bátar og bátafólk úr
øllum landinum vórðu komin at lýða á og hugna sær. Sosialurin
og Rás2 vóru eisini tilsteðar. Vit fara í greinum og í sendingum at
varpa ljós á serstøku og fólksligu bátamentanina og leggja fyri í
dag við røðu Eyðun Joensen helt. Ì vinnurásini leygardagin frá
klokkan 14 til 16 er samrøða við Kartna Olsen, og í
morgunsendingini á Rás2 mánamorgunin fara vit eisini at hava
samrøður við bátafólk og við borgarstjóran.
sta leygardag. Her øll familjan umborð ”
Bátafestivalarnir á
sumri kring um landið
eru vorðnir sum smáar
ólavsøkur við nógvum
nýggjum samskfiti og
sínamillum blíðskapi
Øssur Hjalt, Eyðun Joensen og Katrni Olsen, allir tríggir
trúgvir bátaentusiastar
Lagið varð gott henda dagin, tá bátaárið varð sett í Vágsbotni.
Nógv fólk, kvinnur sum menn, ung sum gomul høvdu leitað sær
í Vágsbotn, tá bátaárið fór av bakkastokki seinasta leygardag