fríggjadagur 24. apríl 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 • 24. apríl 2009
Vikuskifti
16
Ørsmáu løturnar,
sum kundu broytt
alt til tað betra,
eru sálin í lítla
meistara verkinum
Jeg for banner
tidens elv. Tíverri
náddi høvuðs
persónurin tað
ikki
Stillisliga sníkir skaldsøgan Jeg
forbanner tidens elv seg inn á
teg, til tú kennir teg spillnaknan
og kveitir aftur um teg fyri at
tryggja tær, at ongin sær. Tí tú
kennir teg raktan, og tí rit høv
undurin Per Petterson á sín
merkis vert fólkaliga og varliga
máta sker inn á bein, har tað er
mest pínufult og ófrávíkiligt. Har
eisini tú kanska mást góðtaka, at
tú ert fangað í eini mynd av tær
sjálvum, sum tú ongantíð vildi, at
nakar skuldi síggja.
Móti streyminum
Meðan høvuðspersónurin í
ársins vinnara av Norðurlanda
Bókmentavirðislønini, Arvid,
bannar tíðarrinnar streymi, sum
hann ikki fær vent, eydnast
tað rithøvundanum at steðga
streyminum eina løtu við sínum
lítla meistaraverki. Tí hóast tað
ikki var óvæntað, at júst norski
Per Petterson streyk avstað við
virðislønini, stendur skaldsøgan
Jeg forbanner tidens elv í flestu
mátar í andsøgn við tíðarinnar
krampakendu upplivingarmentan,
har eitt gyklandi coachingskeið
bíðar, fyri hvørja bio rútmu, sum
skeiklast eitt sindur. Onkuntíð
er tað bara ov seint. Onkuntíð
er seinasti møguleikin at fara
afturum aftur bara farin.
Fyri Arvid byrjar tíðin av álvara
at renna undan, tá mamman fær
staðfest krabbamein og rýmir
til summarhúsið í Jyllandi at
vera í frið. Í eini roynd at krossa
tíðarinnar streym fer 37 ára gamli
Arvid aftaná. Tað er nú, hann
skal siga alt tað við mammu
sína, hann ongantíð fekk sagt.
Men orðini vilja ikki koma. Ikki
tey røttu, ikki ta røttu løtuna.
Bara minnini bjóða seg fram um
øll vónbrotini, hann hevur volt
mammuni. Sum tá hann søplaði
burtur sína útbúgving og í staðin
halgaði seg arbeiðararørsluni.
Arvid vildi vera arbeiðari sum
mamman, men fataði ov seint, at
mamman ongantíð vildi vera, sum
hon bleiv. Kanska er tað tí, hon
hevur leitað aftur til heimstaðin,
til minnini um eina tíð, tá alt enn
bara var ein byrjan.
Missurin
Meðan tú fært eina kenslu av,
at tað kanska er við at eydnast
deyðssjúku mammuni at krøkja
seg í nýggjar møguleikar, er
vánirnar fyri Arvid verri enn
nakrantíð. Kanska er tað longu ov
seint, grunar Arvid, sum í einum
av vakrastu brotunum í bókini
hugleiðir soleiðis um deyðan:
» ... júst tað at doyggja, tað fataði
eg, júst tað sekundið har tú heilt
sikkurt veist at beint nú kemur
løtan, tú altíð hevur verið bangin
fyri, har tú knappliga skilur, at
allir møguleikar at vera tann, tú í
grundini vildi vera, eru burturi og
farnir, og at tann tú var, er tann,
sum hini fara at minnast«
Árið er 1989, og skelkaður
varnast Arvid, at hann ikki hevur
lagt til merkis, at Berlinmúrurin
er fallin fyri fleiri døgum síðani.
Enn einaferð fór tíðin handan
ryggin á Arvid, sum gloymdi
at venda sær við. Í staðin rapa
verjumúrarnir innan í honum ein
fyri og annar eftir. Minnini um
gamlar familjukonfliktir skola inn
yvir hann í øllum sínum náðileysu
detaljum, lítlibeiggin, sum doyði,
mamman, sum bað hann skrubba
av, tá hann gavst í skúlanum,
og sum var tað ikki var nokk, vil
ungdómsunnustan, hansara stóri
kærleiki, nú skiljast frá honum.
Ørkymlaður leitar Arvid fram
minnini um stóru taluna, hann
skrivaði til mammuna á hennara
50 ára føðingardegi. Hátiðarliga
hevði hann hugleitt um, hvussu
víðagitna áin Rio Grande skuldi
vera berandi metaforurin í taluni
so mamman skuldi skilja, at ongin
á í øllum heiminum var so breið,
at tey bæði ikki kundu røkka hvørt
annað tvørturum hana. Men Arvid
bleiv fullur og talan bleiv burtur.
Og við vakra føðingardagsborðið
endaði Arvid í staðin við at
hyggja beint uppá mammuna og
siga: »Eg minnist onki um teg
als onki«.
Virðilig bløka
Í eini tíð, har tilvitað kiksaðar
typir ríða bókmentum sum ein
sjálvironsk marra, er tað okkurt
frígerandi við eini so bart út
ússaligari bløku sum Arvid. Hann
er pínligur, tekur synd í sær
sjálvum, fær onki í lag uttan at
tvassa sum ein hundahvølpur
við biðjandi eygum í hølunum á
mammuni, sum kanska letur ein
mola detta úr lummanum.
Bragdið hjá Petterson er at
siga hesa søguna. uttan at hon
nakrantíð gerst sentimental
ella patetisk. Í staðin ræður
ein undirtóni í Jeg forbanner
tidens elv av at ’soleiðis var
tað bara’, sum málsliga kemur
til sjóndar í eini egnari rútmu
av ótilgjørdum staðfestingum.
Petterson dugir kynstrið at lata
neyðugu orðini koma av sær
sjálvum, røttu løtuna. Stuttar
staðfestingar krøkja seg í halan
á longri tankastreymum, sum
gera tað gerandsliga og banala
manandi og sublimt. Og so eru
tað øll orðini, sum ikki koma.
Sum liggja sum tigandi, løddir
spreingiknøttar og noyða teg at
lesa spakuliga og varliga, sjálvt
um hugurin at traðka beint á teir
er so ómetaliga freistandi.
Uttan iva er tað hendan
kenslan, sum ofta fær ummæl
arar at samanbera Per Petterson
við amerikanska rithøvundan
Raymond Carver. Og tað er rætt,
at hjá báðum høvundum er
skroypiliga løtan, har alt kann
koppa eftir einum sekundi, ein
berandi drívmegi. Samanberingin
við Carver røkkur eisini sum heild
til lýsingarnar av persónum og
sambondunum millum menniskju.
Eisini hjá Petterson eru tað ser
liga hvøssu eygleiðingarnar av
eyðkennum og rørslum og ørsmáu
tekini, millum persónarnir sum
fær myndina av teimum at brenna
seg fasta.
Petterson sigur eina hugtakandi
søgu. Ongin ivi um tað. Men hon
er søgd fyrr og hendingaríkum
løtum, skulu vit ikki leita eftir í
Jeg forbanner tidens elv. Men
gevur tú tær far um, hví Arvid
rullar sínar sigarettir júst uppá
handan mátan, hvussu einsemi
luktar ella hvat tað merkir, tá
mamman flytur vektina yvir á hina
liðina, fært tú eina søgu, sum tú
ongantíð hevur hoyrt fyrr.
Og eina bók, sum í allar mátar
hevur uppiborið norðurlendsku
bókmentavirðislønina.
__________________________
Per Petterson, Jeg forbanner tidens
elv, Oktober, 2008 (no.)
Per Petterson, Jeg forbander tidens
flod, Batzer & Co, 2009 (da.)
__________________________
BØKUR
Ummæli
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Onkuntíð er tað
bara ov seint
Skaldsøgan »Jeg forbanner tidens elv« hjá norska Per Petterson er stroydd við tigandi spreingiknøttum, so lesarin má
traðka varisliga