fríggjadagur 24. apríl 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 78 - 24. apríl 2009
tíðindi
Lagt til rættis og myndir:
Jan Müller
Eyðun Joensen
Góðu bátafólk, góðu áhoyrarar.
T
órshavnar bátafelag hevur
seinnu árini markerað
byrjandi summarsiglingina við
hesum Mjáflaggahugna, har
bátar vinda felagsins vimpul í
húnar hátt, loysa ein stuttan túr,
og fólk aftaná hugna sær saman
her í Vágsbotni.
Og hvat tá?
Tað várar og tað við lít, hóast
nakað kølið beint í løtuni.
Farið er um summarmála og
vónríku páskirnar. Ljósið vinnur
á myrkri. Flytifuglar og aðrir
summargestir søkja aftur til
landið kropp á kropp.
Uppvaksin í sjóvarmálanum
minnist eg væl aftur á hendan
serliga várhugnan, tá bátafólk
riggaðu til summarið og vanligi
fjøruroykurin blandaðist vid anga
av máling, tjøru og fernisi. Tá
var av sonnum summar í
hondum.
Og somuleiðis minnist eg
havnarmenn fjasa við sínar smáu
bátar her skamt frá innast í
Vágsbotni, har eitt vítt træverk
stóð við bátum uppiá. Síðani er
mangt og hvat broytt í býar
myndini, tó at nakað av hesum
vár og summarstemningi enn er
úti í Álakeri og við bryggju
kantarnar.
M
entan verður ofta gjørt til
eitt óneyðuga fínt og
torskilt, fjart hugtak, okkurt við
Norðurlandahúsinum fínmentan
á Debessartrøð, men mentan
merkir heilt einfalt: ”mátin, sum
hin einstaki og fjøldin annars
velur at nøkta sínar tørvir uppá
til likams, sálar, sosialt og
andaliga”.
Tú kanst eisini kalla tað lívs
innihald, lívsstíl, lívsdygd, og alt
sum ríkar tær gerandisdagin og
lívið, og í so máta er ongin
mentan fínari enn onnur.
Íðan, er so bátalív, tað at eiga,
eiga part í, fjasa við bátar og at
vera í báti so eisini mentan?
Jú, so er. Bátalív er fyri mong,
og vísir tað seg eitt støðugt
vaksandi fólkameingi, bæði
menn og kvinnur og børn
fullgyldug mentan javnbjóðis
øðrum mentanarmøguleikum og
gjarna afturat øðrum atkomu
ligum mentanartilboðum.
Sjálvur dámar mær óføra væl
at reika her niðri við sjóvar
málan, at hava bát og at flota,
hóast tað við árunum hjá mær
sum hjá so mongum mest
avmarkar seg til at rigga til og av.
Men sjálvt tað sindrið og at
hyggja til bátin er eisini mentan,
tí sjáldan í lívinum møtir tú so
nógvum øðrvísi og fjølbroyttum
fólkum, sum møta tær so blíð,
nærverandi, fyrikomandi og
hjálpsom.
Jú, vissuliga kanst tú í bátaum
hvørvinum fáa øðrvísi og nýggj
ar vinir og samskifti at ríka tær
lívið við fyri ikki um at tala í
grindabýti, har tað upp á forhond
ongantíð er givið, hvørjum
kompagníi tú endar í.
E
g nevndi ”samskifti”, hetta
gandaorðið, sum sigst vera
satt balsam fyri meiningsfulla
samveru, og allahanda
serfrøðingar reika landið runt at
læra okkum at samskifta, veri tað
seg í parlagnum, í familjuhøpi so
væl sum í arbeiðshøpi.
Jú, samskifti er gott og
neyðugt, tó tað í mínari verð er
neyðugt at hava ella finna sær
nakað felags gevandi at sam
skifta um og ítøkiliga at vera
saman um.
Og tað finna eg og mong
bátafólk við mær júst her niðri
við sjóvarmálan og í tí maritima
umhvørvinum við felags áhuga
málum, har tað ber til at skifta
orð um annað og øðrvísi, enn
tað, sum ein var bundin at í
arbeiðslívinum.
Tí frøir tað meg eisini, at tað
ikki longur bara eru serskøltar
sum eg sjálvur, sum hava bát og
flota, men heil húski og familjur,
kvinnur, menn og børn, sum eru
saman um og ofta saman á báti,
har eisini trygdin verður sett
høgt.
B
átafestivalarnir á sumri kring
um landið eru vorðnir sum
smáar ólavsøkur við nógvum
nýggjum samskifti og sínamillum
blíðskapi.
Slíkt felagslív á báti so væl
sum millum bátar kann vissuliga
ríka lívsins fjølbroytni, samskifti
og samlív í breiðastu merking og
øðrvísi enn í gerandisdegnum,
har vit mangan liva lívið meira
og minni parallelt og hvør í síni
egnu verð.
Jú, skulu vit hava betri og
fjølbroyttari samskifti, skulu vit
finna nakað og helst fleiri
áhugadeplar at vera saman um,
og í so máta kann felags bátalív
vera ein góður møguleiki av
fleiri.
L
ívið skal livast, meðan tú enn
hevur tað og tíni og møgu
leikarnar til tess. Latið ikki
gyltar lívsmøguleikar fara
óbrúktar aftur við borðinum,
men brúkið teir hvørt til sínar
náir og við ábyrgd og sóma.
Og so er lívið eisini ein røð av
upplivingum úr enda í annan.
Seinastu mongu árini hevur
verið eitt vaksandi maritimt
áhugarák aðrastaðni og umsíðir
eisini her hjá okkum.
Fólk hava fingið eyguni upp
fyri maritimari mentan, tí
maritima samleikanum og
maritimari mentanarsøgu.
Føroyingar søgdust føddir við
ár í hond, men seinru árini hava
alsamt fleiri føroyingar fingið
Felags bátalívið ríkar okkum øll
Felagslív á báti so væl sum millum bátar kann
vissuliga ríka lívsins fjølbroytni, samskifti og
samlív í breiðastu merking og øðrvísi enn í ger
andisdegnum, har vit mangan liva lívið meira
og minni parallelt og hvør í síni egnu verð segði
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og bátamaður, tá
bátaárið varð sett í Vágsbotni seinasta leygardag
Karni Olsen, formaður í Bátafelagnum í Havn kann bara fegnast um stóra áhugan fyri bátamentanini
At bátamentanin fevnir um bæði kynini og øll ættarlið fingu vit prógv um, tá hundraðtals fólk høvdu leitað sær í Vágsbotn seinas