fríggjadagur 24. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 • 24. apríl 2009
Vikuskifti 15
Vikuskifti
13
sangir, sum vit øll kenna, og so
gerst ikki við, um røddin onkra tíð
fer úr rætta durinum. Tað ger hon
eisini hjá Dynamit, sum fram um
allar er bólkurin, sum sjálvfeitir
tónleikaummælarar elska at hata.
Man teirra trupulleiki ikki vera,
at teir bara ikki duga at skilja, hví
Dynamit eru tað, sum teir eru.
Niclas Heri Jákupsson á odda fyri
Dynamitt á Summar Festivalinum í
fjør. Emil Gunnarstein spælir bass og
Ingi Isaksen ljómborð
Mynd: Jóannes Poulsen
»Eftir at hava lurtað eftir
fløguni, kendist tað,
sum hevði heilin tikið
skaða, meðan eg var
um at fáa krampa undir
iljarnar, so nógv eg hevði
krimpað tærnar av pínliga
tónleikinum«
Jan Lamhauge,
Dimmalætting
»Við løgum sum “Grøv
nummar 13” og “Pápi tín
býr ei í Tórshavn” megnaðu
teir enn einaferð at savna
áhoyrarnar og lyfta teir upp í
eina hægri eind«
Rógvi Nybo, Sosialurin
»Hvussu kunnu so nógv
fólk njóta nakað, sum so
eyðsæð er botn hamrandi
vánaligt? (...) Fólk hava
eftir øllum at døma ongi
tónleikalig góðskukrøv, tá
ið tey veruliga kunnu njóta
Dynamit.«
Jan Lamhauge,
Dimmalætting
»Teir hava stutt sagt larmað
fyri seg, og um ikki kaos,
so hava teir í øllum førum
órógvað fatanina av, hvat
góður tónleikur er. Ella
kanska hava teir bara vent
ringinum, soleiðis at sjálv
upplivingin við tónleikinum
er tað, sum ger av, hvørt
talan er um góðan tónleik
ella ikki. Nakað sum
8.000 áhoyrar til seinastu
framførsluna hjá bólkinum
eisini bóru boð um.«
Jákup Mørk, Sosialurin
»Óstuttliga skemtið, løgni
sentimentaliteturin og illa
spældi tónleikurin varð
tó avbera væl móttkin av
áhoyrarunum. So væl, at
ummælarin bara kundi rista
við høvdinum í vantrúgv«
Árni Zachariasen,
Dimmalætting
»Dynamit takkaði fyri seg, tá
teir á Summarfestivalinum
sungu “Vit vilja ongan
tíð doyggja”. Takið tað
bara róligt. Tit doyggja
ongantíð!«
Jákup Mørk, Sosialurin
»Søkk søkkandi skúta.
Søkk!«
Árni Zachariasen,
Dimmalætting
»Skemtið hjá Dynamit er
primitivt. Tað handlar um
frensar, sum eru gay, ommur,
sum drekka seg skít og
menn, sum eru bangnir fyri
konuni. Teir halda, tað er
stuttligt at venda keppinum
til síðuna, og at ein í
bólkinum verður kallaður
Shaky. Á hvønn hátt er hetta
stuttligt?«
Árni Zachariasen,
Dimmalætting
»Fløgan, sum allur
heimurin hevur bíðað eftir
í spenningi. Ein fløga,
sum fer at skapa globala
debatt millum heimsins
ríkisleiðarar og vísindafólk.
Ein fløga, har orð og tónar
skapa ordan í kaos og lyfta
lurtaran upp í atmosferuni.
Og sum eins stillisliga
ber teg niður aftur á
jarðarflatuna«
Dynamit
Sagt um Dynamit
Gloymdu instrumentir
Í øllum førum er tað komið fyri tvær ferðir, at Dynamit gloymdi
instrumentini. Einu ferðina funnið teir útav hesum, tá teir við tómum
bussi vóru komnir til Sands, men við at læna eitt nú trummusettið
hjá Eils Poulsen, kundu teir kortini spæla til dans. Eina aðru ferð
spældu teir á Tvøroyri, men í stuttleikanum eftir dansin gloymdu teir
alt um instrumentini, sum í eina viku stóðu eftir á Tvøroyri, áðrenn
tónleikararnir komu suður aftur eftir teimum.
Mark kom í dans
Ta einu ferðina spældi Dynamit til dans í Hvalba,
samstundis sum Mark no Limitz spældi á Tvøroyri. Hetta
júst um tað mundi, tá Mark no Limitz var í hæddini
sum tónleikabólkur. Hvussu er og ikki, so gjørdust teir í
Dynamit ikki sørt skakkir, tá tey í Mark no Limitz brádliga
vóru í dansi í Hvalba. Orsøkin var einføld. Nevnliga at
eingir áhoyrarar vóru til konsert á Tvøroyri.