fríggjadagur 24. apríl 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 78 - 24. apríl 2009
Jóansøkufestivalurin
verður aftur partur av
jóansøku á Tvøroyri
í ár, og tvey tey
fyrstu nøvnini verða
kunngjørd í dag,
nevniliga Crawling
Blue og 200.
Jóansøkufestivalur
dagfinn@sosialurin.fo
Jóansøkufestivalurin er aft
urvendandi partur av jóan
søkuni á Tvøroyri. Nú
verður farið undir at kunn
gera luttakandi tónleika
bólkarnar, og fyrstu nøvnini
eru bæði úti við nýggjum
fløgum, nevniliga Crawling
Blue og 200.
Jóansøkan er skiftivís á
Tvøroyri og í Vági. Í ár
verður jóansøkan á Tvør
oyri,
og
er
Jóansøku
festivalurin partur av stevn
uni. Hesaferð verður tón
leikatiltakið skipað sum ein
stuðulskonsert til frama fyri
saltsiloina á Tvøroyri, ið
ætlandi skal gerast stásiligt
mentanarhús
(sí
grein
aðrastaðni í blaðnum).
Føroyskt og frammi
Tvey tey fyrstu nøvnini, ið
Jóansøkufestivalurin hevur
valt at kunngera, eru før
oysk og frammi júst nú.
Báðir bólkarnir hava júst
givið fløgu út.
200 hava givið út fløgu,
ið er trúgv mótvegis stíli
num,
ið
er
føroyskur
punktónleikur, ið eisini prik
ar. Og júst hesi prik til
landsins kosnu fólk, hava
fingið hesi at gera vart við
seg, og hava 200 sostatt
fingið ikki so lítið av
ókeypis lýsingartíð í bestu
senditíð í loftmiðlunum.
Punkbólkurin hevur verið
á ferð við tónleikinum frá
fløguni, og 200 er avgjørt
enn millum fremstu nøvni
ni, tá talan er um stór nøvn
í føroyskum tónleiki í dag,
sum veruliga hava funnið
nakað serstakt og ein stíl, ið
teir, og bert teir, standa
fyri.
Crawling Blue er Føroya
einasti bluesbólkur. Teir
meina nakað við tað, ið teir
fáast við, og á odda er
Føroya Mr. Blues, Uni R.
Debess.
Bólkurin hevur júst givið
út fløgu, ið er væl hugsað
ígjøgnum, væl spæld, og
væl gjørd í allar mátar.
Fleiri framleiðarar máttu
til, innan Óli Poulsen at
enda ljóðblandaði tónleikin
soleiðis, at limirnir í bólk
inum funnu tað, ið teir vildu
hava. Og hetta ber boð um,
at her er nakað meira, enn
bert ein fløga. Her er ein
fløga, ið tónleikararnir hava
arbeitt við, og sum teir
frammanundan vistu í sín
um
hugaheimi,
hvussi
skuldi taka seg út í hátalar
unum.
Tvey sterk føroysk nøvn
leggur Jóansøkufestivalurin
út við, og komandi vikurnar
verða fleiri nøvn kunngjørd,
siga fyrireikararnir.
Crawling Blue og
200 á Jóansøkufestival
200 og Crawling Blue
eru fyrstu nøvnini, ið
Jóansøkuufestivalurin
avdúkar
(Mynd; Bjarni Nygaard)