Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2009 27 lýsingar Ábyrgdarøkið Ábyrgdin hjá nýggjum leiðara fevnir m.a. um tilbúgving, fyribyrging, váðameting, málsviðgerð, góðkenning, eftirlit, vegleiðing, og annars ásetingum, ið eru fevndir av bruna- og tilbúgvingarlógini. Leiðarin skal hava fakliga vitan á hesum ábyrgdarøkjum. Tann, ið settur verður, skal halda stovninum á høgum vitanarstøði viðv. fyribyrging, brunatrygd, sløkking, bjarging og tí, ið knýtir seg at hesum. Fakligur førleiki Sóknast verður eftir fólki, ið hevur hollan kunnleika, starvsroyndir og útbúgving innan m.a. • kommunala og landsfevnandi tilbúgving, • brunatrygdarligar byggireglur og brunatekniskar serfyriskipanir um vandamikil evni, • vanliga og óvanliga byggimálsviðgerð á teim yisku byggiligu økjunum og, • skal hesin umframt evna at lata stovnsins vitan koma myndugleikum, vinnuvirkjum og almenninginum til kunnleika og gagns. Dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, at setti persónurin er fyrikomandi, hevur góð samstarvs- evni, dugir at skipa fyri á arbeiðsøkinum og at taka sjálvstøðugar avgerðir í minni sum stórum málum. Setanarviðurskifti Løn, viðbøtur og setanartreytir annars, verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis- felag. Tænastustaðurin er á skrivstovuni í Tórshavn. Tann, ið settur verður, skal kunna taka við starvinum tann 1. juli 2009. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til Tilbúgvingarstovn Føroya, Tinghúsvegi 64 Tórshavn, og skal vera skrivstovuni í hendi innan 11. mai 2009. Brævbjálvin eigur at merkjast »Starv á Brunaumsjón landsins«. Stovnurin skilar sær rætt til at velja ein umsøkjara til starvið ella at vraka allar umsóknirnar og at søkja av nýggjum. Umsóknir, prógv, førleika- og útbúgvingarlýsingar o.a. verða viðgjørd í trúnaði. Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast frá Petur Olsen, deildarstjóra á tel. 35 66 10 ella 21 50 46. Teldupostur: brl@brl.fo T i n g h ú s v e g i 6 4 • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n • T l F . + 2 9 8 3 5 6 6 1 0 • F a x + 2 9 8 3 5 6 6 1 1 • b r l @ b r l . F O • w w w . b r l . F O Byggifrøðingur, verkfrøðingur ella arkitektur til Brunaumsjón landsins Starvið at taka við leiðsluni á Brunaumsjón landsins er leyst at søkja. Vøruherbergið á Hálsi Tørvar tær goymslupláss? THOMAS DAM Á HÁLSI Heykavegur 3 · Tórshavn · tel. 311400 · th-dam @post.olivant Vit kunnu goyma størri og smærri sendingar, so sum flytigóðs og tílíkt, undir tryggum umstøðum, fyri avtalað tíðarskeið. Eisini handilssendingar hava áhuga. Ring ella skriva til okkara og frætt meira um hetta.