Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2009 29 lýsingar Lærarastørv í Viðareiðis Skúla Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2009: • 1 fast fulltíðarstarv • 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lækkað tímatal og avlopstímar • 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi – fram til 18. des. 2009 • Møguliga 1 starv á umleið 6 avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sep. • 1 stuðul við pedagogiskari ábyrgd 22 tímar um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul hjá næmingum við serligum tørvi. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í: • føroyskum, donskum og enskum • støddfrøði, náttúru/tøkni og lívfrøði • kristni og søgu • handaverki og list • tónleiki og ítrótti • flokslærari í 1. fl. • flokslærari í 6. og 7. fl. Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka­ skúlanum. Lønar- og setanartreytir Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. mai kl. 12.00. Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 FO – 750 Viðareiði Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 23 10 80. Í Viðareiðis skúla Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 55 næmingar frá 1. – 7. flokk. 7 lærarar og ein stuðul starvast í skúlanum. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo KLH er einasta skip­aða lurtara- og hyggjarafelag í Føroyum – stovnað 6. ap­ríl 1959. Endamál fel- agsins er at virka fyri kristiligum sendingum í al- menna kringvarp­inum t.d. kristiligum fundum, gudstænastum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t. KLH styðjar kringvarp­ið í góðum og sømilig- um sendingum. KLH arbeiðir fyri at kringvarp­ið ikki verður nýtt til ósømiligar sendingar o.a., ið er ikki kristnum siði og kristnari trúgv verdugt. KLH er limafelagsskap­ur við 1200 limum. Set teg sum lim í KLH og ver up­p­ií arbeiðinum fyri góðum tilfari í almenna kringvarp­inum. Mørkin 10 · 530 Fuglafjørður · tel 44 40 13 klh@klh.fo · www.klh.fo Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (KLH) hevur ársaðalfund Kr. Himm- alsferðardag, hósdagin 21. mai 2009 kl. 15 í Meinigheitshúsinum í Havn. Fundarskrá 1. Ársfrágreiðing 2. Ársroknskap­ur 3. Val av nevndarlimum 4. Val av tiltakslimi 5. Val av grannskoðara 6. Ymiskt Up­p­skot, sum limir ynskja at koma til viðgerðar á aðalfundi, og up­p­skot til nevndarlimir, mega vera formann- inum, Una Næs, 530 Fuglafjørður, í hendi 8 dagar frammanundan aðal- fundinum. Til ber at seta seg sum lim á árs- aðalfundinum. Í sambandi við aðalfundin, verður alment møti í Meinigheitshúsinum í Havn kl. 20. KLH aðalfund www.sosialurin.fo