fríggjadagur 24. apríl 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 78 - 24. apríl 2009
lýsingar
Lærarastørv og størv
sum stuðul í Tofta skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1.august
2009 at rokna:
• 1 fast lærarastarv, fulla tíð
• 3 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri
millum annað lækkað tímatal og serligan tørv
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 22 t/v
endaliga tímaáseting av hesum starvi verður
ásett eftir 1.september 2009
• 4 tíðaravmarkað størv sum stuðul
1 starv er 20 t/v, 2 størv eru 19 t/v og 1 starv
er 18 t/v talan er um stuðul til næmingar, sum
hava serligan tørv
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær:
• føroyskt og týskt í framhaldsdeildini
• ítrótt í mið- og framhaldsdeildini
• føroyskt, danskt og enskt í miðdeildini
• handverk og list
• serligan tørv
Vit vænta at tú:
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur sum eru í
skúlanum
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við
til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir
lærarar frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin
7.mai kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard,
skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765.
Tofta skúli hevur komandi skúlaár uml. 198 næmingar í
1. – 10.fl. og um 23 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum
á heimasíðuni www.skulin.fo/tof/
Tofta skúli
Heygsveg 28 · FO 650 Toftum
Tlf. 447332 · fax 449532 · t-postur: tof@skulin.fo
www.sosialurin.fo
Skrivari til
Hvalbiar kommunu
Hvalbiar kommuna søkir eftir skrivara at byrja
sum skjótast ella í seinasta lagi 1 .juli 2009.
Talan er um eitt fulltiðarstarv.
Starvið
Tann,ið settur verður, skal m.a.taka sær av
• øllum vanligum uppgávum hjá
kommununi
• luttaka á bygdaráðsfundum
• postavgreiðslu og
• journalisering
Umsøkjarin
Umsøkjarin skal
• kunna arbeiða sjálvstøðugt
• hava góð samstarvsevni
• hava telduførleika
• hava kunnleika til fíggjarstýiring og
fyrisitingarrætt
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu
Umsóknin
Umsókn við upplýsingum um royndir og
útbúgving skal sendast til Advokatvirkið,
Postsmoga 85, 110 Tórshavn.
Umsóknin skal verða undirritaða í hendi í
seinasta lagi 20. mai 2009.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Hans Trygva Teirin, adv. tlf.
533359.
Advokatvirkið
Skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 312171 • Fax 315874 • jus@olivant.fo
www.advokatvirkid.fo
Sálarfrøðistovan
við TórSgøTu 17
Viðtaluhøli til leigu
til sálarfrøðing ella annað fakfólk
sum arbeiðir við viðgerð er eitt høli í
hjarta býarins til leigu frá 1. mei.
Tú kemur at arbeiða á 3. hædd í
bygninginum Tórsgøta 17,
har vit í løtuni eru 4 sálarfrøðingar.
Parttíðarleiga er eisini ein møguleiki.
Áhugað kunnu ringja 310335 og
velja linju til ein okkara, ella senda
teldupost til: kari@psykolog.fo
RUDDING
Tey, sum hava órudd og ognarlutir (lutir,
útgerð, akfør uttan nummarplátur o.l.) á
almennum øki (kommunalum øki og
havnarøki), verða biðin um at beina hetta
burtur í seinasta lagi 9. mai 2009.
Verður hetta ikki gjørt, verður órudd beint
burtur og ognarlutir tiknir í varðveitslu og
burturbeindir 14 dagar aftaná fyri eigarans
rokning, um eigari ikki frammanundan hevur
gjørt vart við seg.
Eru ivamál, kunnu upplýsingar fáast við at
venda sær til Havnarskrivstovuna, tlf.
770120, ella teknisku deild, tlf 770105.
Vestmanna Kommuna
og
Vestmannahavnar Havn
Arbeiðsfólk
Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til m.a
• sóping av vegum, gøtum og
kommunalum økjum
• tøming av vegbrunnunum og
vatnfangum
• upptøku av leysgangandi djórum
(hundum, flogfenaði o.l.)
• ganga umsjónarmonnunum til handa
Arbeiðsfólkið kemur fyribils í høvuðs-
heitinum at arbeiða hjá kommunala
umsjónarmanninum, men skal eisini í
stóran mun kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Lønin verður sambært sáttmála ímillum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Føroya Arbeiðarafelag.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda
sær til teknisku deild, tlf. 770105.
Skrivlig umsókn skal verða Vestmanna
Kommunu í hendi í seinasta lagi tann 18.
mai 2009, kl. 1200.
Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til at
velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella
ongan at seta.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
355 Vestmanna
-so eru tit við!
Lesið