Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 • 24. apríl 2009 Vikuskifti 6 Føroyar standa á gáttini til at fáa eitt mentanarhús, ið hevur altjóða støði, og sum í tign og útsjónd er bergtakandi, og sum í allar mátar er ført fyri at seta Føroyar á heimskortið. Talan er um eina glæstriborg, ið byggjast skal á rovini av óivað sláldsamasta bygningi í Føroyum. Ætlanin er stór, er gjøgnumarbeidd, og liggur liðug í væl greinaðum bóklingi. Á Drelnesi á Tvøroyri stendur ein saltsilo, sum hóast fjarskotin frá miðstaðarøkinum, er kend av øllum føroyingum. Siloin er eitt satt vørumerki í sjálvum sær, og ongin hevur verið á Tvøroyri, uttan at leggja hana til merkis. Men í mong áratíggju hava veður og vindur gjørt sítt, so hesin bygnigur við sjáldsomu reisingini, sperrunum, í føroyska veðurlagnum er farin og slitin. Byggistílurin sigst verða eindømi í Norðurlondum. Mentanarháborg á tekniborðinum Men í nøkur ár hava fólk, onkur burturav, arbeitt við at reisa henda dramatiska bygning, so hann aftur kemur til heiður og æru. Loyniligar mestsum hava ætlanirnar verið, tó at flest øll hava havt eitt ánilsi um, at arbeitt hevur verið við at umskapa salt siloina til eitt mentanarhús, ið veruliga vil nakað. Men tætt at kroppinum hava kortini verið hildin, men nú ber til at avdúka, hvørjar ætlanirnar eru. Í bóklingi liggur ætlanin grýtu klár. Talan er um, at siloin skal verða altjóða konsertsalur, listaskáli, sjónleikarhús og mentanarhús. Og ikki minst ein varði, sum í sjálvum sær tekur tey vitjandi av fótum. Talan er óivað um eina ætlan, ið er í tunga endanum av fleir­ faldum upphæddum, men júst hesin parturin um fígging, sum arbeitt nú verður við, fæst ikki meira at vita júst nú, men í stuttum kann greiðast frá ætlanini. Burtur ella nýtt lív Í mong ár hava fólk tosað aftur og fram; summi fyri, onnur ímóti. Hvat skuldi gerast við stásiliga bygningin, ið alt meira gerst ein ruin, sum tíðin gongur? Fyri nøkrum árum síðani tók Tvøroyrar Kommuna spurningin í álvara, og saman við Hvalbiar Kommunu var hol sett á ætlan um, hvat skuldi henda við siloini. Úrslitið er í dag lidna ætlanin – projektið, um eitt satt undur av einum mentanarhúsi. Sjálv siloin skal varðveitast, og skal nýtast til stóra salin og pall. Har koma at vera um 500 sitipláss, tá konsert ella sjónleikur er, men er talan um Saltsiloin á Drelnesi altjóða konserthøll og listaskáli Á Tvøroyri er ein saltsilo, sum flest allir føroyingar kenna. Hesin fantastiski og rári bygningur hevur mist nakað av tí hábærs­ liga, ið hevur eyðkent dramatiska byggisniðið, men longi hevur verið arbeitt, og kortini hava verið hildin væl at kroppinum, og ein liðug verkætlan leggur nú upp til, at her skal gerast altjóða konsert­ og sjónleikarhøll og listaskáli. Eitt stórt spælistað og mentanarhús, sum er gjørt til endamálið við øllum tørvandi hentleikum, og sum líkist eini sannari glæstriborg Inni í saltsiloini: Í dag og so sum arktekturin hugsar sær salin sæddan av pallinum við stólum og matstovuni hangandi yvir part av salinum Soleiðis hugsar arkitekturin sær, at saltsiloin á Drelnesi sær út, tá hon er mentanarhús (Mynd: Albert Isfeld) Mynd av komandi altjóða mentanarhúsi á Drelnesi Saltsilo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo