Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 78 - 24. apríl 2009 Í gjár gjørdist Bjar ni Bjarnason nevndar­ formaður í Atlants­ flogi. Hann er ongin ungi, tá talan er um nevnd ar arbeiði, tí nevndar sessurin í Atlantsflogi er hans­ ara fjórði í løtuni. Hin vegin dugir hann illa at meta, um nevnd in fer at virka øðr vísi nú NevNdarval Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hann er 42 ára gamal. Er stjóri í Vodafone í Føroyum, og hevur nevndarsessir í Far ice, Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, umframt nýggja nevndar for mans­ sessin í Atlantsflogi. Hann er havnarmaður, hevur útbúgving innan bú skap úr Aarhus, og var tengd ur at landsstýrinum áðr enn hann í 2000 gjørdist stjóri í felagnum, ið tá æt Kall. Men um hansara egna leik lut í Atlantsflogi vil hann ikki siga ov nógv. ­ Onnur mugu døma um, um tað hevði verið øðrvísi, um onkur annar var for­ maðu r, greiðir Bjarni Bjarna son frá. Nevndarformaðurin er ikki nakað serliga tíð inda­ fróð ur, tí felagið er børs­ noter að. Og hann vil heldur ikki úttala seg nakað serligt um ósemjurnar, ið hava ver ið kring nevndina. ­ Ósemjurnar hava ikki verið í arbeiðinum í felag­ num, men kring felagið, og eg havi onga støðu til rumbu lið, og eg havi heldur ikki nakra viðmerking til leik lutin hjá Landsstýrinum í felagnum, sigur Bjarni Bjarna son. Hann leggur afturat, at hann hevði sagt meira, um tað var hansara egna felag. Útskiftingar í nevndini Umframt Bjarna Bjarnason, sum er nýggjur í nevndini fyri Christian Andreasen, er Kaj Johannesen eisini nýggj ur í nevndini. Hann av loys ir Eyðfinn Jacobsen, sum takkaði fyri seg og klams aði við hurðini. Hini í nevndini eru fram­ veg is tey somu. Petur J. Eiriksson, Jens Wittrup Willum sen umboða landið og Verna Rasmussen og Ingi S. Joensen eru starvs­ fólka umboð. Tá nevndarvalið var liðugt í gjár, var rættiliga kalt í Vágum, tí tøgn vald­ aði, tá nýggju nevndar­ limir nir vórðu valdir. Hinvegin ljómaðu lógva­ brestrinir fyri Christiani Andrea sen, tá hann takkaði fyri seg. Líkt er til, at nýggjas­ ta ellisheimið í Tórshavnar kommu­ nu um stutta tíð verð ur á Hálsi. Talan er um bygning hjá Trygg ing ar felag­ num Føroyum, sum Tórshavnar kommu­ na arbeiðir við at gera til eitt ellisheim eldraøki Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn, ikki vildi fyri kortum ikki vátta tíðindini, men nú greiðir hann frá, at ein stórur møguleiki er fyri, at bráfeingisloysnin, sum Tórs havnar kommuna skul­ di finna til eldraøkið, hevur okkurt við bygningin hjá bruna tryggingini á Hálsi at gera. Heðin Mortensen greiðir somu leiðis frá, at tað skal vera ein skjót loysn, sum skal útvega 70­75 búpláss til eldri fólk, og at um henda ætlan verður veruleiki, so kemur hon at kosta millum 50­80 milliónir krónur, tá fólk ini flyta inn. Stórar umbyggingar Hóast tað liggur í kortunum, at Tórshavnar kommuna fer at keypa bygningin hjá Bruna tryggingini á Hálsi til bú pláss til eldri, so dugir Heð in Mortensen at síggja, at stórar umbyggingar skulu gerast, áðrenn bygningurin kann takast í nýtslu. ­ Tað, sum vit mugu gera okk um greitt, er um tað loys ir seg betri at umbyggja bygn ingar, sum vit kunnu key pa, ella um tað loysir seg betri at fara í gongd beinan vegin at gera eitt nýtt røktar heim, sigur borgarstjórin. Hinvegin er tað eisini so leið is, at bygningar skulu fylgja nøkrum treytum, áðr enn fólk skulu flyta inn. ­ Krøvini til búpláss til eldri eru so ómetaliga stór, og vit bíða eftir, um tað er nakar møguleiki fyri at fáa hend an bygningin góð­ kend an, greiðir Heðin Morten sen frá. Gott øki Økið, har nýggjasta heimið helst verður, hevur ofta verið kallað eitt ídnaðarøki og ein rúgva av lagur­ og handilsbygningum eru har. ­ Eg haldi tað er eitt sera gott øki. Men tað veldst, hvørjum mann hevur tørv á. Tað eru til dømis tríggir minuttir at ganga oman í Hoydalar, um fólk eru nóg væl fyri til tað, sigur borgar­ stjórin, sum sjálvur ikki hevði havt nakað ímóti at nýtt ein part av sínum aldur­ dómi har. Hann greiðir tó frá, at tað er ein spurningur um loyvir, hvussu langa tíð bygn ing­ urin tekur at gerast klárur, veldst Fleiri loysnir Hóast Heðin Mortensen váttar, at bygningurin hjá Trygg ingini á Hálsi er ein av møguleikunum kommun­ an arbeiðir við, so hevur kommunan, umframt ellis­ heim ið yviri við Strond, flei ri aðrar møguleikar. ­ Vit kunnu eisini keypa ein lidnan blokk, tað kann til dømis vera á Norðasta Hornið ella á Argjum mill­ um skúlan og byggingina hjá Valbirni Dalsgarð. Og vit hava eisini øki á Karla­ magnussarbreyt, sum eru púra klár at byggja á, sigur Heðin Mortensen. Havnin fær ellisheim á Hálsi Fótklinikk í Fuglafirði Nýggj Fótklinikk er latin upp í Rossagerði 17 í Fuglafirði. Tað er Brynhild Hansen sum eftir lokna útbúgving frá Fótterapeutskúlanum í Randers sum statsgóðkendur fótterapeutur er heimafturkomin og hevur bygt sær eina fótklinikk sum er nútímans útgjørd. Hugsað hevur eisini verið um tey rørslutarnaðu, tí tað er væl atkomuligt og rúmligt er eisini inni. Ellisheim er søtur tónleikur ­ Tað ljóðar, sum søtur tónleikur í mínum oyrum, sigur Daisy Sloan, sum millum annað var ein av fyriskiparunum til borgarafundin um tey eldru í miðstaðarøkinum. Hon greiðir tó somuleiðis, frá, at hon ikki kann siga við vissu, hvussu góður bygningurin er, men hon heldur at húsið liggur væl fyri. ­ Hóast tað er eitt slag av ídnaðarøki, so er tað ein hugnalig atmosfera rundan um húsið, og fólk hava møguleika at fara útum, metir hon. Hon gleðist somuleiðis, at okkurt , eftir øllum at døma, nú er um at henda. Nýggi nevndarformaðurin í Atlantsflogi er ikki serliga tíðindafróður, men greiðir frá, at tað hevði verið øðrvísi, um tað var hansara egna felag Bjarni Bjarnason nevndarbjørnin yvir øllum Eftir øllum at døma verður hesin bygningurin á Hálsi næsta búplássið fyri eldri í Havn Mynd: Jens Kristian Vang