fríggjadagur 24. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
Nr. 78 • 24. apríl 2009
rock-konsert ella aðra konsert,
har standipláss eru, so sleppa
eini 1500 – 1800 fólk innar.
Umframt er rúm gjørt fyri, at
hølini kunnu nýtast til listaskála,
og annars sum mentanarhús í
allar mátar.
Í norðara enda, móti sjónum,
er ætlanin, at ein sonevnd foyer,
eitt slag av úthangi yvir salin,
skal húsa matstovu og gallarí, og
umframt kemur matstovan eisini
at hanga út mótvegis sjónum,
við tað, at núverandi úthang, har
skrivstovur og annað fyrr var,
verður tikið uppí.
Sostatt ber til at eta ein betri
bita, meðan ein sær út yvir stóra
salin, ella ein sær út yvir fjørðin.
Stóra konstruktiónin, sum ger,
at bygningurin hevur fingið snið
og dramatiskt skap í vøggugávu,
er ætlanin skal varðveitast. Ovast
uppi á tekjuni er ein bygningur
allan vegin á mønuni, har m.a.
transportband hevur verið. Her
skal verða gjørligt at ganga og
síggja niður í salin, og her er
eisini ætlanin, at glas skal í, so
ljós fæst í salin hendanvegin,
men at salurin uttan hóvasták
kann myrkaleggjast við eldrivnum
rullugardinum.
Tær sekstan metrar høgu
sperrurnar, bogarnir, eru stoyptar,
og skulu, eins og skráveggirnir,
varðveitast, men skal restin
klæðast av nýggjum. Siloin er um
1200 fermetrar.
Men umframt skulu tveir
útbygningar byggjast niðaneftir,
ið minna um flúgvaraveingir. Hes-
ir verða í stødd líka stórir í vídd,
sum siloin, og verður samlað
vídd tá umleið 2300 fermetrar.
Her verður alt savnað, ið er
hand an pallin, umframt grafiskur
verkstaður, ljóðverkstaður, venj-
inga rúm til leik og annað, og
íbúðir til listafólk.
Í fáum orðum er ikki lætt at
lýsa hesa glæstriborg, og hesa
sera stórfingnu ætlan. Men hvør
tann, ið hevur sæð saltsiloina, og
sum hevur eitt sindur av hugflog,
kann lættliga ímynda sær teir
møguleikar, ið her eru.
Listafólk síggja hetta
og stuðla
Albert Isfeld hevur teknað
upp skotið til Projekt Salt, sum
nú liggur á borðinum. Ólavur
Ras mus sen hevur í eini 2 ár, ella
meira, arbeitt meir og minni burt-
ur av við at fáa ætlanina lidna.
- Tónleikarar hava langt
síð ani fangað hugskotið, og tí
stuðla teir hesum, sigur Ólavur
Rasmussen, og sipar til, at
Jóan søkufestivalurin í ár virkar
sum stuðuls konsert til frama fyri
Projekt Salt.
- Her er eitt professionelt tó n-
leikahús. Fleiri tónleikarar hava
sæð siloina, og hjá fleiri upp-
stendur hugsnin av sær sjálvum.
Stuðulin hevur verið fantastiskur
millum listafólk, og moralski
stuðilin hevur týding, eins og
fólksligi uppbakningurin.
- Her er ein konserthøll, eitt
spælistað, ein listaskáli, ið er
gjørdur til endamálið, og ætlanin
hevur uppbakning í føroyska
lista umhvørvinum, fegnast Ólavur
Rasmussen.
Hann leggur dent á, at slík
ætlan sjálvsagt er eitt ment anar-
hús fyri allar Føroyar.
Í bóklinginum, har smálutir eru
greinaðir, eru listarligu ætl anir-
nar hugvekjandi og bergtakandi,
og ljóðviðurskiftini verða sett í
hásæti, eins og onnur listarlig
viðurskifti. Nevnast kann áður-
nevnda ljósgongd ovast á
tekj uni, ið eisini kann koma
teimum framførandi til góða, tá
møguleikar gerast at koma út í
salin, til lurtara og áskoðara, á
henda hátt.
Sermerkt, men
forfallið
Ongin ivast í, at henda ætlan,
sum í dag kann avdúkast, er sera,
sera kostnaðarmikil, men hesa
síðuna av ætlanini fæst ikki innlit
í enn, tí arbeitt verður nú víðari
við júst hesum partinum av hesi
søk.
Siloin á Drelnesi hevur staðið
sum ein varði, eitt landamerki.
Hábærslig, men síðstu árini
heldur forfallin.Tað er tí í tøkum
tíma, at gjørt er av at royna at
gera okkurt munagott, so hon
aftur kemur í nýtslu; kanska
stoltari en nakrantíð.
Tað var sluppfiskisskapurin,
ið gjørdi tørvin á salti so stóran
í 1920’unum og 30’unum. Mett
tøl siga, at í 1930 innfluttu før-
oyingar uml. 20.000 tons av salti
frá Sfax og Ibiza. Hetta kom við
dampskipi og skuldi so lempast
og koyrast í vognum.
Ein av eigarunum í salt fram-
leiðsluni í Sfax, Compagnie Com-
merciale des Sels Marins í París,
vildi nútímansgera viðurskiftini,
og umhugsaði saltsiloir í Norður-
londum.
Fyrsta siloin skuldi byggjast í
Føroyum, og Suðuroyggin hevði
stóran part av fiskaframleiðsluni
tá, og hevði eisini egið orku-
verk. Ein franskur arkitektur
tekn aði siloina, og firmaði C.
Jensen í Keypmannhavn stóð
fyri fyrireikingunum og fíggjar-
stýringini av byggingini.
Siloin stóð liðug í 1938, og
hevði gólvvídd á 1000 fermetrar
og hæddin var 25 metrar. Kríggið
kom, og ætlaðar siloir í Noreg
og Íslandi komu ongantíð, og
stend ur siloin á Drelnesi sum eitt
unikt dømi um tátíðar nýmótans
arkitektur.
Við til søguna hoyrur, at í 1941
bumbaði tyskt flogfar á Tvøroyri,
og rakti saltsiloina, takið fór av
og salt stóð høgt í loft. Eftir stóðu
bogarnir, men í ódn í 1944 duttu
7 teirra niður. Bygt varð uppaftur
í 1948, og var virksemi í siloini til
fyrst í áttatiárunum.
Og um Projekt Salt gerst
veru leiki, so fáa Føroyar eitt
altjóða mentanarhús, ið ikki
stend ur aftanfyri so mong onnur
býar- og landamerki, sum í dag
eru heimskend. Og føroyskt
mentananlív fær umstøður, ið
tørvur hevur verið á í langa tíð,
eins og karmar verða at bjóða
útlendskum gestum til Føroya
undir hábærsligum og hóskandi
umstøðum.
Keldur:
Ólavur Rasmussen og brot úr
bóklinginum Projekt Salt
Útvega Myndir; Bjarni Nygaard. Teknaðar
myndir; Albert Isfeld
Tørvurin á salti vaks og harvið tørvurin á eini saltsilo. Hendan á Drelnesi er unikt dømi um tátíðar nýmótans arkitektur
Skip liggur við saltsiloina
Saltsiloin á Drelnesi verður bygd
Saltsiloin á Drelnesi. Føroyingar flestir kenna hendan bygning, ið er
dramatiskur og eindømi í Norðurlondum