Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 78 - 24. apríl 2009 Mangir eru mátarnir… Næsta fríggjadag skulu allir píkarnir undan bilunum á føroysku vegunum – og í morgin er flaggdagur. Hetta er uttan iva hugskotið til hesa lýsing frá Bilrøkt um dekkskift. Gamli Mercedes bilurin verður ein av teimum, sum í morgin, flaggdagin, fer at koyra skrúðgongu í miðbýnum í Havn, so sum siður hevur verið teir 18 flaggdagarnar síðani 1992, tá felagið Føroya Ellisakfør varð stovnað Hóast fimm av sjey bygdaráðslimum í Nes kommunu mæltu frá at geva Café’ini í Hópinum á Toftum hálvt skeinkiloyvi, hevur loyvisnevndin nú givið hetta loyvi kortini. – Eg sovi væl fyri tað, um kafé’in nú hevur fingið hetta loyvi, sigur borgarstjórin, Símun Johannesen Skeinking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjárkvøldið vórðu fyrstu sterku ølirnar trektar upp í Café Hópinum á Toftum og settar á borðið. Tað eru systrarnar, Joan Mikkelsen og Susan Johann­ esen, ið reka kafé’ina, sum er í sama bygningi sum mat­ vøruhandilin á Toftum – ella í Hópinum, tey rópa. Tað var hin 6. mai í fjør, at løgreglan sendi Nes kommunu eina umsókn hjá kafé’ini um hálvt skeinki­ loyvi til ummælis. Eftir viðgerðina, mælti mentanarnevndin frá at geva skeinkiloyvi. Grundgevingarnar vóru, sum sagt verður í tilmæli­ num, at “tað er vísindaliga prógvað, at jú lættari tað er at fáa fatur í rúsdrekka, meira verður drukkið, og ta gongdina ynskir mentanar­ nevndin ikki í kommu­ nuni...” Mentanarnevndin mælti eisini frá at viðmæla við teirri grundgeving, at kafé’in liggur niðri á havna­ lagnum, “... har nógv arbeiðsfólk, sjófólk og onnur hava sítt dagliga yrki, og tí kafé’in liggur beint uppat einasta handli í bygdi­ ni og ikki minst liggur á tí mest sentrala økinum, har okkara ungu halda til...”, sum sagt verður í grundgev­ ingunum. ­ Vit ynskja ikki at lata upp fyri fríari atgongd til rúsdrekka her í kommununi og mæla tí frá at játta skeinkiloyvið til Cafe´ina í Hópinum, segði mentanar­ nevndin. Tá málið kom til endaliga støðutakan á almennum fundi í Nes kommunu, vóru hølini fullsett við fólki. Tilmælið hjá mentanar­ nevndini fekk 5 atkvøður fyri (Helen H. Jacobsen, Petur í Túni, Elin á Tork­ ildsheyggi, Petur J. Petersen og Súni í Hjøllum). Ein atkvøða var blonk. Tað var borgarstjórin, Sím­ un Johannesen. ”Eg sovi væl..” Nú loyvisnevndin kortini hevur samtykt at geva Café’ini í Hópinum hálvt skeinkiloyvi, og fyrstu ølir­ nar vórðu trektar upp í gjárkvøldið, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri, at hann fer ikki at liggja í and­ vekri av hesi orsøk. ­ Mær vitandi hevur sið­ venjan verið, at loyvis­ nevndin fylgir tilmælinum hjá viðkomandi kommunum í slíkum málum, men tað hevur hon so ikki gjørt í hesum førinum. Eg havi ikki sæð loyvi enn, men veit, at Café’in í Hópinum skonkti fyrstu ferð í gjár­ kvøldið. Sum nevnt, tók Símun Johannesen sum hin einasti bygdaráðslimurin ikki undir við tilmælinum hjá mentan­ arnevndini. ­ Tað var bevíst, at eg atkvøddi blankt, og kanska havi eg angrað, at eg ikki atkvøddi ímóti tilmælinum. Hann sigur seg ikki duga at síggja, at tað nyttar nakað at binda fólk niður við for­ boðum, sum hann tekur til. ­ Eg eri rættiliga avklár­ aður við eina slíka støðu, tí eg haldi, at fólk eiga at sleppa at ráða sær sjálvum. Hetta fer ikki at geva mær svøvnleysar nætur, sigur Símun Johannesen, borgar­ stjóri. Nú verður skonkt á Toftum Ungi finalisturin frá ársins X- factor kapping, Mohamed Ali, verður høvuðsnavnið á Barnafestivalinum í Grasagarði, sum í ár verður leygardagin 4. juli. Aftur í ár skipar Margarin­ fabrikkin í Havn fyri Bar­ nafestivalinum, sum enn eina ferð hevur nógv at bjóða tí yngsta ættarliðnum. Barnafestivalurin verður í Grasagarði leygardagin 4. juli frá klokkan 11 til 17. Høvuðsnavnið á festivali­ num hesa ferð er 15 ára gamli Mohamed Ali, sum kom heilt í finaluna í donsku X­factor kappingini, har hann leingi var stóri favoritturin hjá mongum. Nú kunnu ungu fjeppararnir í Føroyum eisini sleppa at uppliva hann »live«. Fleiri góð nøvn Harumframt kann Barna­ festivalurin eisini bjóða nøvn sum Jensinu Olsen, kend frá eitt nú »Ding dang pappsang«, Trøllapætur og Ommuna, umframt Beintu, Absalon og Dukkudreingir­ nar. Aftrat hesum verða kór, dansur, sjónleikur og annað við ungum frá Margarin­ fabrikkini á skránni, um­ framt at ein bólkur kemur frá Pakkhúsi 4 á Tvøroyri. Fyrireikararnir arbeiða støðugt við at útbyggja Bar­ nafestivalin, og ikki er óhugsandi, at okkurt annað navn fer at koma á plakatina aftrat. Øll hjálpa til Endamálið við Barnafesti­ valinum er sambært fyri­ reikarunum, at seta eitt gott punktum fyri veturin við at geva børnunum ein pall og eitt gott tiltak, har fokus verður sett á børnini. Hetta skal vera ein dagur, sum burturav er fyri barnið og familjuna. Aftur hesa ferð verður hvør krókur í Grasagarði brúktur til tiltakið, ið bæði hevur smábarnaøki, grill, hoppiborgir, andlitsmáling, tekni­ og perluverkstað o.a. at bjóða luttakarunum. Fyrireikarar siga, at børn­ ini og tey ungu, sum í vetur hava gingið í Margarin­ fabrikkina, sjálvi skulu skipa fyri, soleiðis at Barna­ festivalurin í ár kann gerast eitt savningarstað fyri børn og ung. . Mohamed frá X-factor til Føroyar - Eg eri rættiliga avkláraður, og eg vænti ikki, at hálva skeinkiloyvi hjá Café’ini í Hópinum fer at geva mær svøvnleysar nætur. Tað nyttar einki at binda fólk niður við forboðum, heldur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen