Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 78 • 24. apríl 2009 Hann er viðareiðis­ maður, 44 ára gamal og ógiftur. Sum 14 ára gamal fór hann við línuskipi úr Klaksvík, og í fýra ár var hann á saltfiskaveiði við Borðoyarnesi, har túrarnir kundu vara upp í fimm mánaðir. Seinastu nógvu árini hevur hann siglt við trolbátum, og hann hevur eisini verið onkran avloysaratúr við partrolara. Tá vit hittu mannin miku­ kvøldið í síðstu viku, stóð hann á brúnni á Fiskakletti, sum royndi norður úr Fugloynni Upprunin til greinarnar, sum vit gjøgnum árini hava havt í Viku­ skiftisSosialinum undir heitinum ”Umborð”, hevur oftast verið rættiliga tilvildarligur. Talan hevur ikki verið um frammanundan útvaldar persónar, sum vit hava skift orð við, men meira við sjófólk, sum vit hava møtt á leiðini – og mangan av tilvild. Fleiri av teimum, sum vit hava havt við í hesum tátti, hava vit á ymiskan hátt møtt við bryggjukantin. Í fyrstu syfti er ofta bara ein mynd tikin, men sum tíðin er gingin, hava vit sett okkum í samband við persónin og hava fingið prát í lag, sum síðan er borið okkara lesarum í VikuskiftisSosialinum. Persónarnir eru tí í stóran mun rættiliga tilvildarligir, og hetta meta vit hevur verið við til at gera henda táttin áhugaverdan. Eingin kann heldur siga, at vit soleiðis bara hava prátað við kendar skiparar og enn minni bara við reiðarar. Hesin táttur byggir á, at hvør einstakur persónur hevur eina søgu at siga. Hvussu vit komu fram til viðareiðismannin, Tummas Thomasen, sum er við í blaðnum í dag, hevur sína søgu. Nú eru vit so heppin, at nógv skilafólk eru, sum hava áhuga í tí, sum skrivað verður í føroysku blaðverðini, eisini um sjóvinnuna. Soleiðis hava vit eisini sam­ band við ein dekkara, sum siglir við Tjaldrinum, nólsoyingin Aksel á Botni, ið sjálvur tekur nógvar myndir. Herfyri høvdu vit myndir í blaðnum, sum hann hevur tikið umborð á trolbátinum Fiskakletti undir einum tilvildarligum eftirliti, sum Fiskiveiðieftirlitið hevði umborð. Ein av persónunum, sum av tilvild er við á eini av hesum myndum, er fiskimaðurin, Tummas Thomasen. Vit kendu ikki mannin, men tað var ein lesari, sum segði okkum, hvør maðurin er. Mikukvøldið í síðstu viku, meðan stórdystur var í sjónvarpinum millum Porto og Manchester Unitet, ringdu vit til hansara, meðan teir vóru á fiskileið norðanfyri. Vit hugsaðu, at var maðurin staddur umborð, hevði hann kanska ikki møguleikan at síggja dystin kortini, og tí kundu vit loyva okkum at ringja og órógva, um hann annars ikki var so upptikin. Kassi letur upp ­ Eg eri á brúnni og eri ikki so upptikin beint nú, um alt fer at ganga, sum tað skal. Vit kunnu bara tosa. Um okkurt verður, og eg noyðist at leypa frá, sigi eg frá. Eg lati hann vita, at tað er í lagi, og at vit taka tað, sum tað kemur. ­ Eg kann ringja teg uppaftur seinni, um tú noyðist úr telefonini eina løtu, lati eg hann eisini vita. Tað hoyrist hampiligt, men ikki av tí besta. Viðhvørt hoyri eg hann betri, síðan er hann longur burtur aftur. Hann hoyrir meg verri, enn eg hoyri hann. Men tað gongur, vónandi... umborð 44 ára gamal hevur fiskað í 30 ár Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo - Menn eru troyttir, og hugurin er hareftir. Tað er ikki serliga hugaligt sum er. Eingin fiskiskapur – og eingin fiskaprísur, og skuldu vit fingið nakað av fiski, munar tað so lítið við verandi prísum, sum bert eru helvtina av tí, teir vóru um hesa tíðina í fjør, sigur Tummas Thomasen, sum er stýrimaður við Fiskakletti Mynd: Aksel á Botni