fríggjadagur 24. apríl 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 78 - 24. apríl 2009
Bjørn Kunoy leiðir
samráðingarnar um
landgrunsmarkið
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur
tilnevnt løgfrøðiliga ráðgeva sín, Bjørn
Kunoy, at leiða samráðingarnar um ytri
landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar. Bjørn
Kunoy verður somuleiðis formaður í nevndini.
Tíðindaskriv
Uttanríkisráðharrarnir Jørg
en Niclasen og Per Stig
Møller hava avrátt, at um
boð fyri Uttanríkisráðið
skal hava leiðsluna og for
mansskapin í samráðingar
nevndini, ið skal leggja
fram landgrunskrøvini norð
an fyri Føroyar fyri land
grunsnevnd
Sameindu
Tjóða. Samráðingarnevndin
við føroyskari leiðslu skal
somuleiðis svara møgu
ligum spurningum o.ø., ið
landgrunsnevnd Sameindu
Tjóða setur í sambandi við
krøvini.
Hetta er fyrstu ferð, at kong
sríki Danmarkar leggur eitt
slíkt krav fyri ST, og tað er
slóðbrótandi, at samráðing
arnevndin hevur føroyskan
formansskap og samráðing
arleiðara.
Á árliga fundinum mill
um báðar uttanríkisráðharr
arnar Jørgen Niclasen og
Per Stig Møller í Gásadali í
februar mánaði í ár vóru
landgrunskrøvini
norðan
fyri Føroyar umrødd. Báðir
ráðharrarnir hava síðan síná
millum viðgjørt, hvussu
partarnar í felag skulu
leggja fram ytri landgruns
krøvini norðan fyri Før
oyar.
Málið hevur sera stóran
týdning fyri Føroyar, og
Jørgen Niclasen setti tí fram
ynski um, at Føroyar fáa
leiðsluna í serkønu føroysku
og donsku samráðingar
nevndini, ið skal leggja
fram ytri landgrunskrøvini
fyri landgrunsnevnd Sam
eindu Tjóða.
Bjørn Kunoy er 34 ára
gamal og útbúgvin løgfrøð
ingur við Université Paris
V René Descartes. Harum
framt hevur hann eina
Master í fólkarætti við Uni
versité Paris X Nanterre og
eina LLM í evroparætti frá
the European College í
Brugge. Bjørn hevur áður
arbeitt hjá Altjóða havrætt
ardómstólinum í Hamburg
og hjá Dómstólinum hjá
Evropisku Felagsskapunum
i Luksemburg.
Bjørn Kunoy skal leiða samráðingarnar um ytri
landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar. Mynd Jensk Vang.
Várligur Øssur Mohr
í Listaglugganum
Várið setur sín ljósa dám á framsýningina hjá Øssuri Mohr, sum letur upp í
Listaglugganum í dag. Gjøgnumgangandi myndevnið framsýningini er ljósið og
litspælið í náttúruni. Hesuferð eru málningarnir heldur ljósari enn vanligt, og
minna okkum á várið. 27 málningar eru við á framsýningini, og eru teir allar
flestu málaðir hetta seinasta hálva árið. Tríggir av málingunum hava tó verið
ávegis í eini tvey til trý ár, men nú var rætta løtan komin at sýna teir fram, sigur
Øssur Mohr. Fernisering verður í dag klokkan 16 í Listaglugganum, N. Finsens
gøta 25 í Havn. Framsýningin hongur uppi í tvær vikur.
Í morgin, flaggdagin,
skulu íslendingar
til valborðið at
velja nýggja stjórn.
Alt bendir á, at
sitandi samgonga
vinnur valið, og
her í Føroyum ætla
íslendingar at fylgja
væl við
ísLEndskT vaL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Leygardagin – í morgin – er
okkara flaggdagur, og vit
halda hann sum tað sømir
seg. Men 25. apríl er eisini
ein serligur dagur fyri ís
lend ingar, í hvussu er í ár,
tí tá er valdagur hjá grannu
num norðanfyri.
Vit føroyingar kenna væl
til støðuna hjá íslendingum,
og hvussu illa stendur til
har. Føroyska sendikvinnan
í Reykjavík, Gunvør Balle,
greiddi mikukvøldið frá
støðuni í Íslandi á einum
fundi hjá Eysturoyar Vinnu
lívsfelag, og hon nam sjálv
andi við verandi politisku
støðuna. Vinstrasamgong
an, sum tók við eftir at Geir
Haarde legði frá sær, stend
ur at vinna, og alt bendir á,
at nýggja stjórnin fær ar
beiðsfrið, tá valið er av.
Ein av stóru spurningu
num upp undir valið er,
hvørt Ísland skal leggja inn
umsókn um upptøku í ES
ella ikki. Tað tykist sum at
flestu íslendingar vilja fegn
ir sleppa upp í europeiska
felagsskapin, og einasta
argumentatiónin, ið fyllir,
er spurningurin um ræðis
rættin yvir ríkidøminum í
havinum. Hinvegin halda
flestir íslendingar, at gjald
oyra er fokið, og einasti veg
urin aftur á rætt er at taka
evruna
sum
gjaldoyra.
Hetta ber tó kortini ikki til,
uttan at gerast fullgildur
limur í ES.
Og í so máta tykist at
vera seinasta útkall hjá Ís
landi, tí verður ikki umsókn
send inn nú, skulu íslend
ingar gloyma alt um ES
komandi tíggju árini, tí fe
lagsskapurin fer neyvan at
taka nýggjar limir upp hesa
tíðina.
Fylgja við
Eisini íslendingar í Føroyum
eru spentir upp á valið í Ís
landi, og teir ætla at gera
nógv burtur úr degnum.
Í hesum sambandi boðar
íslendska sendistovan í Før
oyum frá, at Sjónleikahúsið
í Havn verður karmur um
eitt føroyskt valkvøld, har
tað ber til at fylgja við
valinum í Íslandi. Byrjað
verður klokkan 20 leygar
kvøldið og hildið verður so
fram út á kvøldið og kanska
náttina, til úrslitið er kent.
Sambært Hagstovuni eru
187 íslendskir ríkisborgarar
í Føroyum 1. januar 2009,
og hugsast kann, at fleiri av
hesum fara at møta upp í
annaðkvøld, kanska serliga
tí talan er um eitt leygar
kvøld, og flest øll fólk hava
frí dagin eftir.
Tí ber eisini til at sita
nakað leingi út á náttina,
um so skuldi verið.
Íslendska
sendistovan
verður sjálvandi við í tiltaki
num í Sjónleikarhúsinum í
annaðkvøld.
Íslendska valið
í Føroyum
Sjónleikarhúsið verður karmur um eitt íslendskt valkvøld í Føroyum í annaðkvøld