fríggjadagur 24. apríl 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 • 24. apríl 2009
Vikuskifti
9
- Vit eru staddir norðanfyri,
men fiskiskapurin er smáligur.
Soleiðis hevur verið í allan vetur.
Tað hevur verið ógvuliga lítið
at fingið av øllum fiskasløgum,
fiskaprísurin er vánaligur, og
veðrið hevur roynst illa í vetur.
Fiskaklettur er ein av trolbát-
unum, ið plaga at royna á land-
leiðini um sumrarnar. Hetta er
eitt lutfalsliga nýtt skip, smá tvey
ára gamalt, og útgerðarmaður er
Bjarni Kass í Havn.
Tummas Thomasen er stýrimað-
ur umborð, men hevur bara verið
við Fiskikletti seinasta hálva árið.
Skipari er Jógvan Absalon
Simonsen av Viðareiði.
Av fýra monnum umborð, eru
tríggir av Viðareiði, meðan hin
fjórði er úr Havn.
Hesa løtu, vit práta, er Fiskaklett-
ur staddur norður úr Fugloynni.
- Her er mest sum einki at fáa.
Onkur toskur, onkur hýsa og eitt
sløð av fløtum fiski, reyðsprøku
og havtasku. Nei, hetta er lítið at
tosa um, og soleiðis hevur verið í
alt vár og allan vetur.
Tummas veit at siga, at trolbát-
urin Varðin, sum somu menn eiga,
seldi miðskeiðis í hesi vikuni.
- Varðin hevði eini 30.000 pund
eftir at hava roynt í einar 4-5
dagar. Miðalprísurin fyri veiðina
var 8-9 krónur fyri kilo. Hetta er
sera vánalig søla og heldur enn,
at prísurin, nú hann hevur verið
so lágur, kundi hugsast at kvinkað
uppeftir aftur, er líkt til, at hann
bara versnar.
Fiskaklettur royndi í einar 2-3
dagar fyri páskir, men líkindini
vóru vánalig, og lítið kom burtur
úr. Síðan lógu teir um páskirnar
og fóru so útaftur 2. páskakvøld.
- Vit ætla at royna í eitt sam-
døgur aftrat og síðan verða inni
til landing fríggjamorgunin.
Tá vit skiftu orð við Tummas,
skuldi ein kassi, sum hevur verið
friðaður norður úr Viðoynni, lata
upp á midnátt hetta kvøldið, og tí
vildu teir saman við øðrum sleppa
inn á hesa leið, áðrenn teir
gevast hendan túrin.
- Trolbátar, sum hava loyvi
at fara inn í henda geiran nú á
midnátt, eru skip við maskinu,
sum er minni enn 500 HK. Talan
er um trolbátarnar, sum plaga at
royna á landleiðini um summarið,
umframt trolbátarnar Jens Leon
og Sigrun hjá Jónsvein Knudsen.
Hann sigur seg vænta, at talið
av bátum, sum fara inn á hesa
leið, nú hon letur uppaftur, verður
umleið 10.
- Vit hava tosað við onkrar av
hesum bátum í kvøld og hava
skilt, at teir eru á veg.
Tummas sigur seg ikki hava
alt ov stórar vónir til komandi
samdøgnið, tó at kassin hevur
verið stongdur fyri allari veiði í
gýtingartíðini.
- Nei, eg tori einki at siga. Tað
hevur verið vánaligt so leingi, at
tú torir illa at vænta tær nakað
nakrastaðni. Men nú fáa vit at
síggja. So leingi, vit sigla og
fiska, er vón, og tað hevur altíð
verið skiftandi við fiskiveiði undir
Føroyum. Fiskurin kemur aftur,
men vit vita ikki nær.
Hann væntar, at verður nakað
av týdningi at fáa á leiðini norður
úr Viðoynni, verður talan helst um
tosk og hýsu.
- Eg vænti ikki tað heilt stóra,
men eg vóni, at vit fáa eitt sindur
burtur úr hesum seinasta samdøgn-
inum, sigur Tummas lítillátin.
Leiðin, sum skuldi lata upp
á midnátt mikukvøldið, er ein
geiri, sum gongur beint norður úr
Viðoynni og liggur millum 12 og
16 fjórðingar úr landi.
Sjómaður alt lívið
Tummas Thomasen, sum er 44
ára gamal og ógiftur, sleit sínar
barnaskógvar á Viðareiði, og har
hevur hann búð alla sína tíð.
Hann hevur verið fiskimaður,
síðan hann sum 14 ára gamal
fór at sigla við línuskipum úr
Klaksvík.
- Eg var við Jákupi B á ísfiska-
veiði í eini trý ár og við Borðoyar-
nesi á saltfiskaveiði í eini fýra ár.
Tummas minnist aftur á drúgvu
Ný Foundlands túrarnar við
Borðoyarnesi, sum kundu vara
upp í einar fimm mánaðir, tá teir
vóru drúgvastir.
Onkuntíð mundi tíðin umborð
hava kenst langdrigin, og stund-
um hevur longsulin til tey har
heima verið stórur, men tá tú
siglir við sama skipi í so langa tíð,
er eyðvitað, at nógvar góðar løtur
eisini hava verið umborð á hesum
skipum.
Seinastu mongu árini hevur
Tummas verið við trolbátum, og
í heili 12 ár var hann soleiðis við
trolbátinum, Gáshøvda – í níggju
ár við tí gamla bátinum og í trý
ár við tí nýggja, sum báðir vóru
heimahoyrandi á Viðareiði.
Árini 1986/1987 tók hann sær
skiparaútbúgving í Klaksvík, og
síðan hesi pappírini komu í hús,
hevur hann í fleiri ár siglt sum
stýrimaður.
- Eg avloysti onkuntíð sum
skipari við Gáshøvda, men fyri
tað mesta havi eg hildið meg
aftanfyri skiparan. Síðan eg kom
umborð á Fiskaklett, havi eg siglt
sum stýrimaður, sigur hann.
Tummas hevur okkurt skifti
eisini verið við øðrum skipum,
og áðrenn hann fór umborð
á Fiskaklett, var hann eitt
nú onkran avloysaratúr við
Navaranum og Borgaranum, sum
klaksvíkingar áttu. Hetta eru
fyrrverandi leirvíkstrolararnir,
Stjørnan og Polarhav, sum nú
eru heimahoyrandi í Hvalba
undir nøvnunum Hamranes og
Breiðanes.
Mótleysir menn
Tað liggur vanliga ikki til fiski-
mannin at vera mótleysur, men
Tummas Thomasen ásannar, at
vánaliga veiðan í vetur og sera
lágu fiskaprísirnir seinastu tíðina
samanlagt eru um at taka mótið
frá monnum.
- Ja, eg haldi, at menn eru
troyttir, og hugurin er hareftir. Eg
ivist onga løtu í, at høvdu høgu
oljuprísirnir, sum vóru í hæddini
í fjør summar, ikki verið lækkaðir
aftur, høvdu nógv skip og bátar
ligið bundin við bryggju í dag.
Hetta er ikki serliga hugaligt sum
er. Eingin fiskiskapur – og eingin
fiskaprísur, og skuldu vit fingið
nakað av fiski, munar tað so lítið
við verandi prísum, sum bert eru
helvtina av tí, teir vóru um hesa
tíðina í fjør.
Hann vísir á, at trolbátarnir eftir
lógini um vinnuligan fiskiskap
eiga so fáar fiskidagar, at tað er
trupult hjá monnum, sum varða
av hesum skipum, at fáa dagarnar
at røkka.
- Sum eg havi skilt, hava teir,
sum eiga hesar bátarnar, keypt
sær eykadagar, men tað er
óhugaligt at brúka teir, tá líkindini
ikki roynast, og fiskiskapurin er so
smáligur.
Tummas sigur, at Fiskaklettur
hevur ligið nógv í vetur, men
hann vónar, at meira fer at fáast
burtur úr, sum frá líður – og um
ikki annað, tá bátarnir sleppa á
landleiðina tíðliga í summar.
- Eg dugi ikki at siga, hvørji
útlitini eru, men vit vita, at
einaferð kemur fiskurin aftur.
Soleiðis hevur tað altíð verið.
Hann vísir tó á, at eitt, sum teir
hava lagt til merkis, er, at meira
nebbasild hevur verið at sæð í
eitt nú toskinum seinastu tíðina,
enn teir hava sæð í fleiri ár.
- Fiskifrøðingar hava eisini
sagt, at útlitini ikki eru tey
ringastu í løtuni, og at gróðurin
á landgrunninum hevur verið yvir
miðal. Eisini hevur verið sagt, at
toskurin á landgrunninum sær
út til at mennast aftur, eins og
kanningar hava staðfest, at meira
er til av nebbasild. Vit kunnu tí
bert vóna, at tað fer at blíva betri,
sum tíðin gongur, sigur Tummas
Thomasen av Viðareiði.
Vit kunnu skoyta uppí, at
skipari og stýrimaður umborð á
Fiskakletti skiftast um tógini, sum
vanliga vara millum 5 og 6 tímar.
Tá hálað verður, eru allir menn
tøkir til at blóðga, kryvja, reinsa
og ísa fiskin.
Myndin er tikin umborð á Fiskakletti, meðan
eftirlitsfólk hjá Fiskiveiðieftirlitinum eru umborð.
Tummas Thomasen av Viðareiði er maðurin til høgru á
myndini. Hann siglir sum stýrimaður við Fiskakletti og
hevur siglt við trolbátum í fleiri ár
Mynd: Aksel á Botni