Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 78 - 24. apríl 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Meira enn nakran tíð tørvur á Merkinum Fyri níti árum síðan komu tríggir unglingar saman í Keypmannahavn og evnaðu til føroyska flaggið, sum vit kenna tað í dag. Tann maður, ið skapti flagg okkara, var ungur studentur úr Famjin, Jens Oliver Lisberg. Í juni 1919 varð Merkið borið fram í Keypmannahavn av Jens Oliver Lisberg, Janusi Øssursyni og Paula Dahl. Merkið varð sum kunnugt viðurkent av bretska hersetingarvaldinum tann 25. apríl 1940 og við hesi viðurkenning endaði ein týðandi táttur í føroyskum tjóðskaparstrevi. Henda tilgongd var ikki uttan trupulleikar, og tað er lítið at ivast í, at heimsbardagin, sum vendi upp og niður á mongum av heimsins viðurskiftum, var tann einstaka hending, sum fekk avgerandi týdning fyri lagnu Merkisins. Tað er í hesum høpi vert at minnast, at tað vóru føroyskir sjómenn, sum vóru ídnastir at vísa flaggið. Tað liggur nær at spyrja, hvønn týdning, ið Merkið hevur fyri føroyingar í eini tíð, har altjóðagerðin vindur uppá seg, har landamørk kámast og har mentanarliga sambandið millum Føroyar og útheim- in veksur við rúkandi ferð. Eru tjóðarmerkini ikki leivdir frá eini fortíð, har mesti dentur varð lagdur á munir millum tjóðir heldur enn á alt, sum bindur saman? Svarið er, at tað júst undir hesum umstøðum meira enn nakrantíð er tørvur á Merkinum. Í eini tíð, har tjóðir leggja saman, har stórar altjóða eindir taka yvir meira og meira av teimum uppgávum, ið liggja hjá landastjórnum er umráðandi at varðveita alt tað, sum savnar einstøku tjóðina. Bert við at verja, menna og varðveita tjóðareyðkenni kunnu vit fara inn í altjóðagerðina uttan at missa okkum burtur. Hvat hugsa vit um, tá vit loyva okkum at nýta heitið tjóðareyðkenni? Vit hugsa fyrst og fremst um okkara mál og mentan – um alt tað, ið ger okkum til føroyingar. Vit hugsa við øðrum orðum um alt tað, sum vit, hóast politiskt og átrúnaðarliga ósamd, eru felags um. Tað er tí sera umráðandi, at vit øll fara væl um móðurmálið, at vit røkja og verja okkara mentan og mentanararv – at vit taka felags ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi. Mál og mentan broytast, soleiðis hevur tað altíð verið. Men júst hetta ger tað so umráðandi, at vit fara væl um tey virði, sum mál og mentan umboða. Mál, mentan og umhvørvi eru bleyt virði. Tilvitanin um hesi virði er vaksandi. Vit føroyingar vilja eins og tjóðir flest varðveita okkara felags mentanararv, samstundis sum vit ynskja, at samtíðarmentan okkara skal blóma og mennast. Hetta má síggjast í verki og vilja at rinda kostnaðin. Hetta merkir, at vit røkja og fara væl um mentanararvin. Hetta merkir, at skapandi og útinnandi list hava góð kor. Hetta merkir, at børn og ung verða væl og virðiliga kunnað um okkara søgu og mentan, samstundis sum tey læra at virða aðrar mentanir, læra at virða øll menniskju uttan mun til húðalit, kynsligt tilknýti ella átrúnaðarligt støði. Fyri at kunna virða teg sjálvan mást tú duga at virða onnur. Hetta eru alt nakrar týðandi fortreytir fyri, at vit kunnu varðveita ein sterkan samleika og mennast sum tjóð í einum alt meira samansjóðaðum altjóða samfelag undir okkara vakra Merki. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað kann kennast ógvuliga ørkymlandi at lesa grein hjá Gunvá við Keldu, borg­ arstjóra, um fíggjarstøðuna hjá Klaksvíkar kommunu, alt hevur tvær síður, men greinin hjá borgar stjór an­ um er ógvuliga einvís, og hon kemur í veruleikanum ikki inná allar grundirnar fyri verandi støðu. Hví tekur borgarstjórin bert tey seinastu trý árini, tað hevur kanska sína grund, nei, vit skulu langt fleiri enn fýra ár aftur í tíðina fyri at lýsa støðuna til fulnar. Klaksvíkar Kommunan skyldar framvegis uml. 60 mill. kr. av skuldini frá áttatiárunum Tá eg hugsi um, hvør støðan var í kommununi, tá eg kom í býráðið í 1996 kann eg bert sanna, at í mun til støðuna tá og dagin í dag, er Klaksvíkar Komm una betri ílatin at taka við teim avbjóðingum, sum standa fyri framman. Tey fyrstu áttta árini fóru øll til at gjalda gamla skuld, sum var fleiri álíkni­ ngar og hevur Klaksvíkar kommuna goldið uml. 300 mill. kr. í rentum av lánum sum blivu tikin í villu áttati árunum. Harafurat komu avdráttirnir, og vit kunnu spyrja »Hvat fingu vit fyri teir pengarnar« Hví gjørdist hallið so stórt í 2008? Ræðandi yvirskriftin uppá 60 mill. kr. í halli 2008 hevur sínar stóru grund, sum vit í fleiri førum ikki eru harrar yvir. Skattainntøkan bleiv sett til 140 mill., og vit vita øll, at inntøkan sveik, og vit fingu bert 127 mill.kr. Harafturat gjørdu vit ein sáttmála við privat parta­ felag um leingjan av kai­ kantunum í Norðhavnini upp á 100 metrar, har teir stóðu sum eigarar og vit við einum leigasáttmála samstundis fáa allar inn­ tøkur av virkseminum um bryggjukantin, kostnaðurin av hesi ætlan er uml. 22 mill. kr. sum eru goldnir av partafelagnum, men sum nú landstýrið velur at leggja afturat kommunu­ skuldini. Eisini broytti Landstýrið í árinum m.a. FAS skipaninam, sum eisini kostaði kommununi. Vit fóru undir eina stóra verkætlan í Svimjihøllini og komu nógvar óvæntaðir meirkostnaðir av hesi umbygging, men hvør vil vera svimjihøllina fyri uttan, ein av býðarins stoltleikum. Vit settu okkum fyri at nøkta sera stóra eftirspurniningin til sethúsagrundøkir og gjørdu eina útstykking á Hjalla upp á 48 grundøkir og roknaðu við søluni í 2008 upp á uml. 8 mill. kr. Men sum øll vita, slóu peningastovnarnir brems­ urnar í og góvu ikki set­ húsalán, ja, enntá blivu grundøkir latin innaftur, við tí úrsliti, at Klaksvíkar kommuna hevur í dag uml. 40 óseld byggibúgvin grundøkir. Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt íløgur langt inn í framtíðina Latið okkum ikki sum borgarstjórin, hanga við høvdinum og grenja, men lyfta okkum upp og síggja møguleikarnar í eini vón­ ríkari framtíð. Vit hava við teimum íløgum gjørdar eru í seinastuni, bjóða fram­ tíðini av, og sum fara at geva virksemið, og sum fara at kasta av sær til okkum øll. Gunvá við Keldu var í meirilutanum í góð trý ár, men stakk so halan millum beinini. Vit gjørdu eina sam­ gongu og settu okkum nøkur mál í einum sam­ gonguskjali og blivu tey í tí stóra gjøgnumførd. Gunvá við Keldu sum var mentanar formaður í trý ár fekk so at siga øll síni ynski uppfylt, men tá Føroya Sjómannadagur skuldi fáa tær írestandi 50 túsund krónur, sum teimum var játtað, vildi formaðurin í Mentanar­ nevndini ikki samtykkja at gjalda. Fíggjarnevndin var av aðrari uppfatan og vildi lata peningin og beindi málið í býráðið, har tað bleiv samtykt. Hetta kundi hon ikki lata sær lynda og tók seg úr samgonguni, so lítla virðing hevði hon fyri fíggjarnevndini, sam­ stundis sum hon í grein síni nú leggur alla ábyrgd á fíggjarnevndina, sum hon sjálv sigur er eitt kontrol­ organ. Hetta átti hon eisini at lagað seg eftir tá. Men alt tykist ikki at ganga báðar vegir. Eg skal ikki siga at hatta var taktikkur, fyri at kunna brúka hetta til býráðsvalið, sum stóð fyri framman, men tað er ikki óhugsandi, tí tað bleiv sanniliga brúkt, hóast hon er samsek so at siga øllum avgerðum bý ­ ráðsins. Men í valstríðnum tók hon ongantíð upp á tungu handan eftir okkara sannføring lítla avgreiðslu­ spurning, sum hon ikki unti Føroya Sjámannadegi. Borgarstjórin í Klaksvík sýgur mergin úr borgarum okkara Vit hoyra ikki eitt orð frá øðrum borgarstjórum, so sum okkara borgarstjóri meldar út, hóast fleiri teirra eru verri fyri enn Klaksvíkar kommuna, nei, slíkar útmeldingar, sum eru komnar hesar fáu mánaðir borgarstjórin hevur sitið, sýga mergin og eldhugin úr borgarum okkara, og eisini teimum, sum ætla at flyta higar at seta búgv, slíka talu hevur ongin brúk fyri í hesum døgum. Latið okkum heldur taka lógva­ tak, og koma víðari við menningini av Klaksvíkar kommunu, mín partur skal so ikki liggja eftir. býráðslimur StEINBjørN O. jAcOBSEN Stuttskygdar upplýsingar frá Gunvá við Keldu borgarstjóra við ræðandi yvirskrift Tvangsflyting Heilafelagið mótmælir staðiliga tvangsflyting av limum okkara og øðrum, sum nú verða flutt á onnur sjúkrahús, tí tað ikki er pláss fyri teimum á Landssjúkrahúsinum. Heilafelagið