fríggjadagur 24. apríl 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 78 • 24. apríl 2009
Sum eitt satt omanlop av mynd
list, av pappírsbátum, steinum,
súkklum, bommum og kustum
rapla Steinsetingar oman yvir
áskoðaran á hesi stóru serfram
sýning Tórodd Poulsens í Lista
høllini á Skipasmiðjuni, sum í
mongum brýtur frá listafram
sýning um í Føroyum, her vit
kanska ríkiliga leingi hava dúvað
uppá olju málningin og lands lagið.
Í øllum førum er tað sjáldan vit
hava høvið at uppliva eina tílíka
listaframsýning sum Stein
setingar, ið við steinprentum og
øðrum prentum, tekningum og
installatiónum staðfestir støðu
listamansins millum tey bestu og
týdningarmiklastu listafólkini á
føroyska listapallinum í løtuni.
Steinlist
Tað er Grafiski Verkstaður Føroya,
sum saman við listamanninum
og Kunstmuseum Sønderjylland
skipar fyri framsýningini, og tað
er eisini á hesum sama verkstaði,
at stórur partur av framsýndu
verkunum er vorðin til í tættum
samstarvi við Jan Andersson
og Fríðu Brekku, sum varða av
verkstaðnum.
Summi steinprent hava vit sæð
áður, meðan onnur eru nýggjari
og øll hanga tey væl saman í ráu
Listahøllini, ið er sum gjørd til
at sýna fram verkini hjá Tóroddi
Poulsen, sum antin tey eru ljót
ella dekorativ, provokerandi
ella sublim, speisk ella banal,
vekja eina viðkomandi kenslu
í áskoðaranum. M.a. kenna vit
okkum aftur í outsidarastøðuni,
sum er sentral í modernistiskari
list, har einstaklingurin kennir
seg uttan fyri felagsskapin og í
hesum førinum kanska serliga
tann hevdbundna felagsskapin
í gomlu eindarmentanini, tá øll
fóru til útróðrar og vóru við abba í
hoyna, ommu til neyta og gubba á
seiðaberg.
Hugburðurin hjá Tóroddi
Poulsen tykist beint upp í móti
idealiseringini av tí gamla
og farna, og tó at hansara
framsýning er partvíst afturlítandi
við nøkrum eldri verkum,
tykist hon sera nútíðarlig við
myndum, ið støðugt seta ferð
á assosiatiónir og nýggjar
samanhangir.
Súkklist
Í blaðsamrøðu herfyri segði
Tóroddur seg vera lidnan við at
tekna súkklurnar, sum eftirhondini
eru vorðnar eitt slag av
eyðkennismerki fyri listamannin.
Grundina til, at hann byrjaði at
tekna súkklur, sigur hann vera
útsýnið frá íbúðini, har hann búði
á Vesturbrúgv í Keypmannahavn,
haðani hann sá yvir á eina
súkklurás við hópin av súkklistum.
Í myndunum hevur ágrýtni
súkklarin ongan innihaldsligan
týdning sum so, men verður
nýttir sum eitt algilt tekin, ið alt
eftir høpinum, tað verður nýtt
í, fær poetiskan, dekorativan,
skemtiligan ella speiskan dám.
Ein av hesum myndum við
kostiliga heitinum “Hjólveldi”
frá 2005 ímyndar eitt føroyskt
flagg, har reyða krossmerkið
og bláa rondin eru myndað av
súkklistum. Niðarlaga høgru
megin er ein stiliserað tekning av
fimm strikumonnum í tjóðveldis
troyggju, sum eftir øllum at
døma eru í ferð við at syngja
lystiligan felagssang. Í lýsingini
av karikeraðu vertsskapsnationa
listunum fær súkklarin eyðvitað
ein speiskan tóna, sum sprettur
av mótsetninginum millum teir
banalu súkklistarnar og hátíðar
liga, tjóðskaparliga myndevnið.
Samstundis kennist speiið kerligt,
eins og listamaðurin sanni liga
hevur eyga fyri vakurleik an um
í flagglitunum og í silvur knapp
unum, sum hann ómaksfult hevur
teknað á morreyðu troyggjurnar
ein fyri og annan eftir.
Pappírslist
Sum kunnugt hevur pappírslistin
verið hildin at vera bíligari og
ikki eins fín og týdningarmikil
sum málningalistin. Hetta kemst
m.a. av, at pappírið ofta hevur
verið brúkt til skitsur til tað lidna
verkið, sum hevur verið málað á
t.d. lørift.
Á framsýningini hjá Tóroddi
Poulsen spælir pappírið ein
høvuðs leiklut bæði í myndum og
installatiónum. Honum dámar
so væl pappír, at hann í nøkrum
verkum hevur valt at límað
pappírs lepar oman á tað málaða
løriftið við vatnlitamyndum,
fotomyndum og eini ørgrynnu
av tekningum. Tekning in er
høvuðstáttur í saml aða verki
Tórodd Poulsens og hevur sum
skilst altíð verið har saman við
yrkingunum, har tekningar óavvit
andi eru vaksnar fram saman við
yrkingunum á pappírinum. Sum
listaslag eru tekningar eyðkendar
við at vera upprunaligar í og við,
at tær hava verið grundleggjandi
í menniskjans myndagerð, sum
vit síggja tað í fyrisøguligum
hellutekningum. Tekningarnar
hjá Tóroddi Poulsen eru sera
fjølbroyttar frá teimum stórfingnu
abstraktu mynstrunum, sum eru
íbirt av einum ávísum figuri,
einum súkklisti, einum feti,
einum stóli, ið er endurtikin aftur
og aftur til ráari tekningar, sum
kunnu vera beinleiðis ljótar bæði
í innihaldi og úttrykki.
Ein tann løgnasta tekningin
á framsýningini, er tað stóra
svarta og reyða steinprentið, sum
ímyndar nakrar løgnar mynstrutar
kassar, sum eru bundnir saman
við tveimum holum í erva og
neðra og sum er tann størra av
tveimum ófullkomnum ringrásum
í myndini, sum eisini inniheldur
eitt stólapar. Tó at myndaliðirnir
eru figurativir, sigur henda mynd
in á abstraktan hátt frá nýggjum
samanhangum, eins og hon gevur
eina flógva kenslu av tveysemi.
Installatiónslist
Hóast mong ár eru síðani
installatións og videolistin tók
seg upp í sekstiárunum sum
partur av teirri konseptuellu
myndlistini, tá listafólk sum t.d.
Nam June Paik og Andy Warhol
byrjaðu at fáast við hetta nýggja
listaslagi, hava vit enn ikki sæð
tað stóra til tað í føroyskari
myndlist, sum jú í størri mun
hevur hildið seg til ta listina,
sum er myndandi, seljandi og
hangandi uppi yvir sofuni.
Allýsingar av videolist vísa,
at hetta er eitt sera opið og
eklestiskt listaslag, ið er grundað
á teir ymisku framferðarhættirnar
og hugsanirnar, sum tey ógvuliga
ymisku videolistafólkini hava
havt og enn hava. Í mongum
Omanlop
Inspirerandi framsýningin »Steinsetingar« hjá Tóroddi Poulsen er sum eitt listarligt omanlop,
sum í staðin fyri at køva og oyðileggja, letur upp og skapar nýggjar myndlistarligar rásir
»Vár« - eitt av fleiri verkum, sum samantvinna orð og mynd
Ummæli
Kinna Poulsen