fríggjadagur 24. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2009
11
Endiliga røkist fyri, at
eldraøkið verður lagt út til
kommunurnar at umsita, og
tað er upp á tíðina, tí við
verandi samanblanding av
valds- og gjaldsbýti, ber illa
til at gera nakað. Vit í
Tórshavnar kommunu eru til
reiðar at fara í gongd
beinanvegin.
Øll eru greið yvir, at nakað
má og skal gerast á
eldraøkinum her og nú, og
serliga hjá okkum í Suður-
streymoy er talan um
átroðkandi loysnir, tí akutti
tørvurin er blivin so stórur. Tí
er tað gleðiligt, at tað endiliga
røkist fyri, at eldraøkið verður
lagt út til kommunurnar at
umsita.
Síðani 2000 hava vit bíðað
eftir, at landsmyndugleikarnir
vildu spæla við, tí tá vit
yvirtóku barnaansingar økið,
lá í kortunum, at landið skuldi
taka sær av eldraøkinum. Har
er tíverri bara hent millum
lítið og einki, samstundis sum
vit við barnaansingini hava
víst í verki, at vit megna
uppgávurnar, bara vit fáa tær.
Tí fegnist eg um, at lands-
stýriskvinnan í
almannamálum, Rósa
Samuelsen, er til reiðar at
leggja eldraøkið út til
kommunurnar. Samstundis er
greitt, at tá kommun urnar
skulu taka sær av økinum,
skulu pengarnir eisini fylgja
við, í greiðum gjaldsbýti, tað
er ikki blokkstuðul, so tí gleða
vit okkum til at sleppa í
gongd sum skjótast.
Klárt at byrja
Verður borið skjótt at frá
landsins síðu, so tilsøgn verð-
ur givin um neyðuga stuðuls-
lánið, kunnu vit hava 64
røktar heimspláss klár úti við
Strond um áleið eitt ár, og tað
loysir so at siga allan tann
akutta tørvin.
Men vit ætla okkum ikki at
steðga har, tí málið er at finna
fleiri breiðar og dygdargóðar
loysnir, ið fremja varandi
batar á øllum eldraøkinum í
Suðurstreymoy.
Eisini í tí sambandi er
gleðiligt at kunna staðfesta, at
tann nógv umrøddi og leingi
eftirbíðaði íbúðarpakkin langt
um leingi kemur ígjøgnum í
Løgtinginum, so vit kunnu
sleppa at arbeiða við alterna-
tivum loysnum, ið geva var-
andi og fyribyrgjandi úrslit.
Her kann eg nevna, at vit
hava eitt prosjekt liggjandi
klárt, sum fevnir um 65
eldraíbúður í Berjabrekku til
eldri og onnur trongjandi. So
skjótt viðurskiftini viðvíkjandi
rentustuðli og meirvirðisgjaldi
eru avgreidd, eru vit til reiðar
at seta tað arbeiðið í gongd.
Haraftrat eru vit eisini klár
við fleiri vardum íbúðum á
Boðanesi, so skjótt
góðkenningin frá lands-
myndug leikunum er fingin
upp á pláss, umframt at aðrar
loysnir eisini eru á borðinum.
Eina breiða viftu
Óneyðugt er við fleiri
kanningum á økinum, tí nú
ræður um at smíða, meðan
jarnið er heitt. Allar kanningar
seinnu árini hava eisini víst, at
tey eldru ynskja at verða
verandi heima hjá sær sjálvum
sum longst, um umstøðurnar
loyva tí. Og tey yngru av
teimum eldru ynskja at fáa ein
alternativan bústað, sum júst
gevur teimum betri møguleika
at verða búgvandi heima hjá
sær sjálvum.
Okkara ynski er, at vit
kunnu veita okkara eldru
borgarum eina breiða viftu av
tilboðum, tí hóast tann akutti
tørvurin, sum eisini rímiligt
er, fyllir mest í myndini, eru
tað mong onnur innan
eldraøkið, sum hava brúk fyri
meira ella minni hjálp, ið
veruliga kann muna nógv.
Verða dagtilboðini fleiri í
tali, samstundis sum
Nærverkið fær størri játtan til
heimahjálp, ber til at leggja
størri dent á fyribyrgjandi
arbeiði, ið kann betra
lívsdygdina og beinleiðis
tálma vøkstrinum í akutta
tørvinum.
Tí er alneyðugt, at komm-
unurnar nú sleppa í gongd á
eldraøkinum, og hetta er
serliga galdandi fyri
Suðurstreymoy, tí her er
tørvurin nógv tann størsti.
Lógargrundarlagið má verða í
lagi, so vit kunnu sleppa til
arbeiðis, uttan at alt málið
aftur skal enda sum politiskur
kastibóltur.
viðmerkingar
ST-sáttmálin um rættindi
hjá teimum, ið bera brek,
er viðgjørdur á Løgtingi.
Verður rætt borið at,
kann hann gerast eitt
markaskjal í føroyskari
samfelags- og rættarsøgu
Ein drúgv tilgongd fór
fram, áðrenn Sameindu
Tjóðir fyri nøkrum árum
síðan samtyktu nýggjasta
altjóða rættindasáttmálan.
Hesaferð eydnaðist at
semjast um sáttmálan um
rættindi einstaklinga, ið
bera brek.
Nú eru lond í heiminum
farin at seta sáttmálan í
gildi - og í hesi vikuni
høvdu vit í Løgtinginum
høvi at viðgera sáttmálan
og royna at fáa hann settan
í gildi í Føroyum. Ein
nevnd við umboðum úr
Uttanríkisráðnum, øðrum
stjórnarráðum og um boð-
um frá MBF, hevur í meira
enn hálvt annað ár arbeitt
við at lýsa krøvini til før-
oyskar myndugleikar og
hevur flutt sáttmálan í
føroyskt mál. Nevndin
hevur gjørt eitt gott ar -
beiði, hóast málsliga part-
urin tørvar eina køna hond
afturat, og krøvini til
nýggja lóggávu og broyt-
ingar tykjast íðan og lítið
nágreinað enn.
Sama rætt og frælsi at
virka, velja og virðast
Talan er um ein sáttmála,
sum byggir á m.a. sjálvan
stovningarsáttmálan hjá
ST, á altjóða manna-
rættinda yvirlýsingina, á
sáttmálan um búskaparlig,
politisk og mentanarlig
rættindi, á sáttmálan um
rættindi barna og fleiri
aðrar altjóða sáttmálar.
Grundleggjandi byggir
hann á somu algildu virðir,
sum aðrir av sáttmálum
ST's: At hvørt einstakt
menniskja hevur somu
grundleggjandi virðir og
rættindir, og at øll eiga
dygdir, uttan mun til
hvussu vit eru fødd, ella
hvussu lagnan hevur lagt
okkara leiðir.
Sáttmálin ásetur krøv til
samfelagið, sum kunnu
geva øllum sama rætt og
frælsi at virka, velja og
verða vird. Alt frá rættin-
um til samskifti, atkomu-
møguleikar, útbúgving,
bústað, arbeiði, virkna
luttøku í samfelagnum - og
ikki minst: Rættin til
privat lív og ymiskleika og
verju móti mismuni í
øllum almennum viður-
skiftum.
Sáttmálin leggur somu-
leiðis dent á, at talan er
ikki um serrættindi, men
um somu rættindi sum
onnur, og at serlig atlit
skulu takast til einstak-
lingar og samfelagsbólkar,
sum kunnu vera fyri
margmismuni - t.e. sum
bæði bera kropsligt ella
sálarligt brek, men eisini
vegna sítt kyn, sín húðalit,
sín aldur ella sína sann-
føring og persónleika, hava
skerd rættindi og virðing í
samfelagnum.
Frá orði til atgerð
Lopið frá teimum frálíku
og væl orðaðu málunum í
ST-sáttmálanum til ítøki-
ligar broytingar í samfelag-
num, er sjálvsagt stórt og
vítt. Í uppskotunum frá
nevndini, ið hevur viðgjørt
hann í Føroyum, er dentur
lagdur á, at ein røð av
lógarbroytingum skulu
gerast, og at hagtøl og
skjalfestingar regluliga
skulu útvegast um veruligu
støðuna í Føroyum. Hartil
verður dentur lagdur á
virðis- og upplýsingarátøk
í skúla og samfelag, sum
støðugt skulu fremjast.
Undir viðgerðini á Løg-
tingi komu fleiri góð upp-
skot um, hvussu sáttmálin
beinanvegin kann fylgjast
upp við ítøkiligum átøkum.
John Johannesen úr Javn-
aðarflokkinum helt, at ein
virkisætlan átøk henni,
sum gjørd er á orkuøkin-
um: "Skjótt syftir seiðir og
tunga takið" - eisini eigur
at gerast viðvíkjandi
framtøkum fyri tey, ið bera
brek. Altso at skjóta upp,
hvat kann gerast skjótt og
hvat tekur drúgva tíð. Eitt
gott hugskot.
Undirritaði førdi fram, at
vit eiga at seta sum krav til
øll lógaruppskot á tingi
yvirhøvur, at tey skulu lýsa
avleiðingar fyri fólk, ið
bera brek og fyri javn-
støðu, eins og krøv longu
er í dag um, at lógarupp-
skot skulu lýsa fíggjarligar,
vinnuligar, umhvørvisligar,
sosialar og økisligar
avleiðingar. Rættindi hjá
førleikaskerdum eiga at
verða eitt eins innvovið og
náttúrligt atlit í øllum
almennum átøkum og
lógum, sum onnur atlit, ið
vit arbeiða við í dag.
Eisini viðgjørdu vit eitt
nú rættin til samskifti. Hví
læra vit tildømis ikki øll
teknmál - í hvussu er so
dánt, ella grundreglurnar -
í fólkaskúlanum?
Altjóða eftirlit og
kærumøguleiki
Saman við ST-sáttmálanum
er eisini gjørt eitt sonevnt
"Sjálvboðið frumskjal",
har einstøku londini kunnu
velja at binda seg til, at
einstaklingar kunnu kæra
til eina serliga ST-nevnd,
um teir hava troytt allar
møguleikar í sínum landi
at fáa sín rættindi viður-
kend.
Uttanríkisráðið hevur
mælt til, at Føroyar eisini
ganga undir hetta sjálv-
bodna frumskjalið, og tað
taka vit í Tjóðveldi sjálv-
sagt fult undir við, eins og
vit arbeiddu fyri, tá vit
umsótu málið í lands stýr-
inum. Altjóða sáttmálar fáa
ikki fult virði og broyt-
ingar megi, um vit ikki
samstundis vilja standa til
svars mótvegis altjóða
stovnum og eftirmetingum.
Tó er sera ivasamt, um
hetta frumskjalið verður
sett í gildi fyri Føroyar, tí
Danmark vil ikki seta
hendan partin í gildi - og
tað er gjøgnum Danmark,
at hesin sáttmálin er ætl-
aður at galda fyri Føroyar.
Tí verður nú ein veruligur
royndarsteinur, hvørt
samtykt Løgtingsins fær
gildi, tí eg ivist ikki í, at
eitt samtykt Løgting fer at
taka undir við bæði sjálv-
um sáttmálanum og
sjálvbodna frumskjalinum.
Vit hava allar fortreytir
at ganga undan
Samanumtikið kann
ST-sáttmálin um rættindi
einstaklinga, ið bera brek,
gerast eitt veruligt marka-
skjal í føroyskari sam-
felags- og rættarsøgu.
Hann eigur at verða lop-
fjølin hjá okkum øllum at
siga: Vit vilja ganga fremst
millum heimsins tjóðir, tá
ræður um rættindi hjá
fólki, ið bera brek. Vit hava
allar fortreytir fyri at gera
tað í einum gjøgnum-
skygdum samfelag, har
ongin kann skjúgvast av
vegnum uttanfyri eygu
okkara, men har vit kenna
hvønn einstakan og kunnu
virða dygdirnar og íbornu
tignina hjá øllum.
Hetta er ein víðsjón, sum
higartil er borin av einstøk-
um eldsálum, avvarðandi
og starvsfólki almennu
skipanunum. Hendan
víðsjónin skal nú eisini
gerast politisk ábyrgd hjá
øllum myndugleikum í
landinum - hóast tað fer at
taka tíð og krevja stór tøk.
Doris Hansen skrivaði
frálíku bókina, "Søgan um
hini", um stríðið hjá eld-
sálunum, tá ein partur av
teimum, ið bera menn-
ingarbrek, sluppu heim til
Føroya, heldur enn at verða
flutt út um okkara sjónar-
ring.
Nú er stundin komin, at
vit sláa rimmarfast, at
søgan um hini, er søgan
hjá okkum øllum.
ALS var sanniliga
eitt politiskt átak
Líkt er til, at nógvu
leiðararnir í Sosialinum
seinastu tíðina hava valt
ein heilt nýggjan stíl,
har boðskapurin er, at
lítið og einki gott kemur
frá politikarum yvirhøvur. Men hvussu gjarna blaðið
vil seta politisku skipanina í slíkt ljós, so fær blaðið tó
ikki broytt teir veruleikar, sum nú einaferð eru.
Leiðarin í Sosialinum í gjárkvøldið, sum viðgjørdi
ALS, var í so máta einki undantak. Hesin vil vera við,
at tað skuldi ein ræðulig kreppa til fyri at lata eyguni
upp á politikarunum, soleiðis at farið varð undir at
skipa arbeiðsloysisskipanina ALS. Hetta er ikki rætt og
er ein beinleiðs reingjan av tí, sum fór fram.
Uppskot um stuðul til arbeiðsleys hevði verið
frammi manga ferðir áður, tó uttan at nakað spurdist
burturúr. Fyrstu ferðina longu áðrenn kríggið. Men tað
er rætt, at serliga borgarligu flokkarnir vóru ikki
serliga hugaðir fyri slíkari skipan, og tí fingu hesar
tankar ikki undirtøku.
Tá landsstýrið varð skipað í januar 1991 millum
Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, høvdu vit við í
okkara samgonguskjali, at farast skuldi undir at seta
eina arbeiðsloysisskipan á stovn. Sjálvur fekk eg sum
landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum
uppgávuna at loysa hetta mál og varð farið undir hetta
arbeiðið beinanvergin.
Men enn einaferð vóru ikki allir flokkar eins heitir
fyri at fáa slíka skipan. Tað vóru teir politikarar, sum
hildu, at arbeiðsloysið neyvan fór at raka okkum í
Føroyum og bert okkara grannar, og uppaftur aðrir
hildu, at ein arbeiðsloysisskipan fór at eggja fólki til
ikki at tíma at arbeiða.
Eg setti ein arbeiðsbólk niður við umboðum fyri
partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og kom hesin bólkur
eftir rættiliga drúgvt og grundleggjandi arbeiði til eitt
álit, sum so seinni gjørdist til eitt lógaruppskot. Hetta
uppskot legði eg fram á ting, og varð tað samtykt í
mars 1992. Hesin arbeiðsbólkur, sum partvíst eisini
gjørdist fyrsta stýrið fyri ALS, eigur stóran heiður og
tøkk fyri, at ALS gjørdist tann góða skipan, sum ALS
nú einaferð gjørdist.
Stóra hóttarfallið, sum kom 6. okt. 1992, kom
aftaná, at skipanin var sett á stovn. Tað er væl einki at
ivast í, at ALS kom alt ov seint og átti at verið komin
mong Harrans ár frammanundan. Vit fingu skjótt
risastórt arbeiðsloysi upp á heili 25%, og tí var
skipanin frá fyrsta degi í sera tungum sjógvi. Neyðugt
var við krepputiltøkum til tess ar bjarga ALS, men tað
gekk, og nú eiga vit eina væl konsolideraða skipan við
á leið 700 mió. kr. Eg eri eisini sannførdur um, at
ALS lutvíst var medvirkandi til, at ein ávísur broddur
varð tikin av avleiðingunum av stóru kreppuni í
90´unum.
So tað var ikki kreppan í 90´unum, sum fekk okkum
at fara undir at fyrireika ALS, men tí at vit í tí
samgonguni høvdu greiða avtalu og ætlan um slíka
skipan.
Annars eri eg samdur við Sosialin í tí, at
lógarbroytingarnar um ALS, sum nú liggja í tinginum,
eru skilagóðar og neyðugar, og vónandu vinna tær
frama.
Tað er nú einaferð sera trupult at reingja ein
søguligan veruleika.
Høgni
Hoydal
Søgan um hini er søgan hjá okkum øllum
Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt
borgarstjóri í Tórs
havnar kommunu
Heðin
Mortensen
landsstýrismaður
Jóannes
eidesgaard