fríggjadagur 24. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 • 24. apríl 2009
Vikuskifti 11
allýsingum av hugtakinum verður
dentur lagdur á, at videolistin,
tó at hon tekur støði í livandi
myndum, ikki er tað sama sum
eksperi mental filmslist. Hesin
prinsipielli spurningur kann
tykjast undrunarsamur, men bert
inntil tú fært veruligan áhuga
fyri videolist, sum á summum
framsýningum er vónbrótandi
samlík við vanligar stuttfilmar
við veruligari (mimetiskari
ella veruleika hermandi)
hendingagongd.
So er ikki við installatiónunum
hjá Tóroddi Poulsen, ið sum
heild eru konseptuellar, kompri
meraðar og einfaldar, júst sum
tílíkar installatiónir skulu vera.
Hetta er eitt nú galdandi fyri
videolistaverkið hjá Tóroddi
Poulsen “Sig tað bundna”, sum
varð gjørt til eina Várframsýning
fyri nøkrum árum síðani, og sum
tíverri ikki riggaði á ferniseringini
hjá Steinsetingum.
Sig tað bundna
Hetta videolistaverkið hevur
nevniliga stóra ávirkan á sjálva
framsýningarupplivingina og
kann virka sum eitt slag av
fatanarlykli til alla framsýningina.
Filmsekvensurin er ein tíma
langur og ferfaldaður soleiðis,
at filmurin heldur á í fýra tímar,
áðrenn hann endar og aftur
byrjar av nýggjum. Filmurin lýsir
lista mannin í bringumynd og
svørtum sólbrillum à la Warhol,
meðan hann upp í saman murrrar
da di da di da di da di da di.
Og tó at hetta í fyrstani tykist
sum tilvildarligt fyri ikki at siga
svakligt møsn, gerst skjótt greitt,
at rútman er afturvend andi í
hvørjari reglu, og at tað enntá
kundi ljóðað sum jambisk penta
metur, ið eitt nú Shakespeare
brúkti m.a. í sínum sonettum.
Tað kann at byrja við hava
ligið ein atfinning í verkinum av
teimum, sum siga tað bundna,
men nógv áhugaverdari enn
hetta er sjálv endurtøkan og
tann reglubundna skipanin, sum
verður sett upp, fyri ikki at tosa
um øll tey mongu smáu frávikini,
sum hoyrast betri og betri og
sum geva hvørjari reglu sín egna
dám, á sama hátt sum vit síggja
tað í nógvum av myndunum,
har súkklur, stólar og fet eru
sett upp í skipanir við áhaldandi
frábrigdum, ið standast av, at
allar súkklur, stólar og fet eru
fríhendistekningar, sum eru
teknaðar ein og ein. Tekningarnar
hjá Tóroddi Poulsen minna
eins og installatiónirnar ikki
so lítið um hansara yrkingar, ið
taka teg á bóli og seta úr gildi
tyngdarmegina, eins og tær
innihaldsliga ofta snúgva seg um
listarliga skapan.
Ein hin besta installatiónin á
framsýningini hjá Tóroddi Poulsen
er eisini tann einfaldasta við
einum kusti, sum er í ferð at
feia eina rúgvu av pappírsbátum
saman. Installatiónin er vøkur
og poetisk og sýnir á sama
hátt og hinar installatiónirnar
forkærleika listamansins fyri at
nýta og endurnýta ready made
lutir úr gerandisdegnum sum t.d.
gøtukustar, plastikktoyklemmur,
bomm, íspinnar osfr. í listaverkum
sínum, ið vit ikki vanliga
seta í samband við ta fínu og
hámentan arligu myndlistina.
Installatiónirnar hóska
ómetaliga væl í rúminum og íbirta
framtíðarvónir um eina stóra
føroyska installatiónsframsýning,
ið skuldi verið uppløgd at havt
í Lista høllini. Á henda hátt
inspirerar framsýningin Stein
seting ar, ið er sum eitt listarligt
omanlop, sum í staðin fyri at køva
og oyðileggja, letur upp og skapar
nýggjar myndlistarligar rásir.
Pappírsbátarúgva - brot úr installatión
Myndlist, ið setur úr gildi tyngdarmegina
Progressivir súkklarar braka ígjøgnum hýggjuskotna landslagslist
»Hjólveldi«
Steinsetingar. Listahøllin á Skipasmiðjuni.
Opið til sunnudagin 19. apríl hvønn dag frá klokkan
14.00 til 18.00. Myndaskrá á donskum fæst
til keyps fyri 100 krónur