fríggjadagur 24. apríl 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
12
Nr. 78 • 24. apríl 2009
Í Føroyum hevur PCB ongantíð
verið framleitt og ei heldur hevur
tað verið nýtt í stórum nøgdum.
Men hóast tað vísa kanningar,
at í føroyskari bróstamjólk er
innihaldið av PCB høgt. Kanningar
hjá føroyska granskaranum
Pál Weihe í tíðarskeiðinum
1994-1995 vístu, at í roynd
og veru eru nógv størri nøgdir
av PCB at finna í mjólkini hjá
føroyskum barnakonum enn t.d.
hjá barnakonum í Svøríki ella
Kanada. Hesi londini eru tó nærri
við upprunakelduna enn Føroyar.
Føroyski maturin fær
skyldina
Orsøkin til, at føroyskar
barnakonur hava meira
PCB í mjólkini enn kvinnur í
grannalondunum vísir seg at vera
kosturin. Føroyar liggja jú mitt
í sjónum, og tí er tað natúrligt,
at ein stórur partur av okkara
gerandiskosti kemur úr sjónum.
Kanningarnar vístu, at tað var
ein týðiligur munur á føroyskum
kvinnum, sum ótu lítið av
siðbundnum føroyskum mati, so
sum sjófugli og spiki, og teimum
kvinnum, sum ótu meir av hesum,
– teirra mjólk var meira dálkað
av PCB.
Kroppurin sleppur ikki av við
PCB
PCB verður seint niðurbrotið í
okkara kroppi. Einasti munadyggi
hátturin, ið kroppurin kann sleppa
av við PCB´ið er við at framleiða
bróstamjólk. Hetta er ikki heppið,
tí PCB er nógv hættisligari fyri ein
nýføðing, sum er lítið mentur, enn
fyri eitt vaksið fullment fólk.
Tað at PCB verður so seint
niðurbrotið, merkir eisini, at tann
kosturin, sum ein kvinna etur,
áðrenn hon gerst við barn, hevur
nógv at siga. Og tá meinast við
fleiri ár áðrenn, hon gerst við
barn. Tað er nyttulítið at gevast
við at eta PCB-ríkan mat bert tað
tíðarskeiðið, sum kvinnan er við
barn. Best er, at sum minst verður
etið av hesum kosti, so leingi sum
kvinnan hevur ætlanir um at fáa
børn.
Boðberarnir í
kroppinum órógvast
Hóast PCB bert er deyðiligt í
sera stórum nøgdum, so hevur
tað nógvar neiligar fylgjur. Ávísir
formar av PCB líkjast nógv okkara
egnu hormonum. Tí órógvar PCB
tær kropsfunktiónir hjá okkum,
sum eru stýrdar av júst hesum
hormonum.
Ein formur av PCB líkist nógv
kvinnuliga hormoninum østrogeni,
og ein annar formur líkist nógv
hormoninum thyroxin. Thyroxin er
týdningarmikið fyri menningina
av heilanum. Kanningar hava víst,
Hendan myndin vísir ein samanhang millum nøgd av PCB
í nalvastreingi á nýføðingi og innlæringarevnini hjá sama
nýføðingi seinni í lívinum. Kanningar gjørdar í USA 1990. (Poul
Bjerregaard, Økotoksikologi 2005)
Alheimslig dálking
Helga Bára Mohr Vang,
lívfrøðilesandi
Seinastu 100 árini er heimurin broyttur nógv. Kemikalii, sum vóru so at siga ókend fyrr,
verða nýtt til øll møgulig endamál nú. Summi av hesum evnunum eru ikki heilt
vandaleys og kunnu hava neiligar fylgjur. PCB er eitt evni, sum føroyingar ikki hava
framleitt sjálvir, men tað er tó at finna í føroyskari bróstamjólk. Hetta evnið er ikki
vandaleyst og kann hava við sær nógvar trupulleikar fyri komandi ættarlið í Føroyum
Málkunnleiki
Stutttíðarminni
PCB í nalvastreinginum (ng ml
-1)
Kanningarúrslit