Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2009 13 nøvn Kistan við Jónrith Fred­ eriksen í Miðvági fer úr Landssjúkrahúskap­ell­ inum fríggjadagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju leygar­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jónrith, kunnu lata Miðvágs kirkju eina p­eningagávu, konta í p­eningastovnunum. Kistan við Amy Olsen, Rituvík fer úr Eysturoy­ ar Ellis­ og Røktarheimi fríggjakvøldið kl. 18 í Rituvíkar kirkju. Jarðar­ ferðin verður leygardag­ in kl. 14. Tey, ið vilja minnast Amy, kunnu lata Eysturoyar Ellis­ og Røkt­ arheimi eina p­eninga­ gávu. Poula Maria Thor­ steinsson, vanliga nevnd Diddan, fødd Vester­ gaard, ættað úr Vági, búsitandi í Klaksvík andaðist mikudagin 22. ap­ríl, 83 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri bróðir Sonny Leyni Vallensbæk andaðist 14. apríl, 69 ára gamal. Vegna familjuna Eddi Dagurin 24. apríl. Albertus, deyður umleið ár 997. Biskup­ur í Prag. Týska navnið merkir ediligur ella lýsandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Eg vil her nýta høvi at siga nøkur orð um Erling Bech, systkinabarnið, skyldmannin, sambróður og vin mín. Vit hava altíð kenst væl, við tað at vit hava verið nær í slekt. Men tað sanna samfelagið kom fyrst aftaná at vit gjørdust brøður í Harranum og samverkamenn og komu at starvast saman í samkomuni Sion í Vági. Fyrst av øllum má nevnast títt trú­ festi í tænastuni, í samkomuni og tann fríska vitnisburð tú legði eftir teg, sum vit øll minnast teg fyri við gleði. Og eisini úti millum fólkið, mangan kaffistundirnar bóru brá av møtidámi, tá ið Erling Bech var til staðar við sínum sp­rudlandi glaða vitnisburði um Jesus, tann Jesus sum tú altíð elskaði at gera stóran millum manna, sum altíð lá fremst á tungu tíni at hevja up­p­ og livandigera. Men tín rødd er tagnað, men mín bøn er, at Harrin skal reisa slíkar lærusveinar up­p­, ið kunnu kunngera stórverk Hansara úti millum fólkið. Eg havi hug at siga frá nøkrum brotum úr tí síðstu samrøðuni, eg hevði við Erling Bech. Undirritaði saman við systur­ soninum Jhs. Nillsen fóru suður við Smyrli til at vitja Erling við tað at vit frættu, at bróðurin lá lágt og ein ikki visti hvussu langa tíð hann hevði eftir at liva, Men tá ið vit komu fram tíðliga á kvøldi á Tvøroyrar Sjúkrahús og fingu loyvi at fara inn á stovuna har hann lá, vísti tað seg, sum um at har var einki samband. Hann lá í óviti, og tað sýntist fyri okkum báðar, at hann var langt burtur, sum ofta verður nevnt hinumegin. Alt sýntist at tala fyri tí, at vit vóru komnir ov seint, men tann heilagi, ið kennir Harran er ongantíð ráðaleysur, og vit kendu okkum báðar leiddar at biðja, at hendan støðan skuldi broyt­ ast, so vit kundu fáa samband við Erling aftur. Tá vit høvdu biðið, fóru vit stillisliga av sjúkrahúsinum og suður til Vágs, har vit skuldu gista um náttina. Vit ótu ein nátturðabita og gjørdu av at fara beinanvegin norð­ uraftur á sjúkrahúsið at vita um støð­ an var broytt. Og tað var hon so sanni­ liga, vit høvdu fingið bønarsvar, tí Erling hevði fult skil og brosandi hevði hann nógv at siga frá, og av tí at hann hevði havt fleiri blóðtøp­p­ar ella heilabløðingar, var alt hann greiddi frá ikki líka greitt, men tað sum vit serliga heftu okkum við var hetta: Hann segði frá, at kann var komin í Himmalin og hann sá klæðini hanga á einum ávísum stað, og hann nevndi tey fyri kap­p­an, men so segði hann fleiri ferðir, at hann mótmælti. So sp­urdi eg Erling, er tað nakað ið ein kann mótmæla, tá ið ein er komin í Himmalin. Og svaraði hann: Eg segði, eg eri komin ov skjótt til Himmalin, eg eri ikki liðugur at vitna um Jesus. Nevnast kann eisini, at tá ið eg bað um umbering fyri at eg ikki var komin fyrr at vitja hann, svaraði hann: Nei, tað ger einki, tí eg síggi teg/tykkum alla tíðina. Fyri at venda aftur til klæðini, ið hann sá hanga har. Vit kunnu ímynda okkum tað soleiðis. Títt mótmæli og tín umbøn at kunna koma aftur til lívið fyri at vitna meir um Jesus var ikki gingin tær á møti, tí arbeiðsdagur tín var at enda komin, og tú mátti heingja arbeiðsklæðini við himmals­ p­ortrið og fara inn og verða ílatin dýrdarkap­p­an, sum tú sá hanga har, til reiðar til tín at lata teg í. Eisini kann verða nevndt, at Op­in­ beringin umtalar tey síðstu hvítu klæðini fleiri ferðir. Undirritaði takk­ ar Gudi fyri tíðini, vit báðir fingu náði at ganga saman til Guds hús. Og fyri alt tað, ið vit høvdu saman, skuldi tað verið niðurskrivað, ja so hevði tilfarið verið rúgvusmikið, men alt er goymt í hjartað inni, og einki í bókum skrivað. Góða Jessy; Harrin Gud alra troyst­ ar, troysti teg og tíni, Jón við fam. Ellis við fam. Sigmund við fam. Og systrarnar Børga og Sigrid við fam. Eisini takki eg Jesusi fyri tað fyri­ myndarliga lív, sum Erling og tú hava livað í Kristusi og heim tykkara, sum altíð hevur staðið op­ið, og har altíð orð Kristusar hevur búð ríkliga. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um Erling Bech. David Bech Minningarorð um Erling Bech Føddur 18. nov. 1934 - deyður 21. jan. 2009 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi Per Húsgarð Syðrugøtu andaðist og varð jarðaður. Takk til Martin Restorff Jacobsen, prest, kórið og kirkjutænara. Takk fyri blómur og kransar. Takk til heimasjúkrsystrar og starvsfólk á G4 á Landssjúkrahúsinum. Takk til tykkum, sum tóku sær av ervinum og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elinborg, Líggjas, Marjun og Pætur Rithøvundurin William Heinsen fekk tillutað H.C. Andresens legat up­p­ á 10.000 krónur. Handanin fór fram á føðingardegi hansara 2. ap­ríl. Tað var nevndin í danska rithøvundafelagnum, sum tillutaði 79 ára gamla rithøvundanum virðislønina. Virðislønin var fyrr latin til Tom Kristensen, Benny Andersen, Karl Bjarnhoff og Tove Ditlevsen. Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1979 Fyri 30 árum síðan: William Heinesen heiðraður