fríggjadagur 24. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 13
Nr. 78 • 24. apríl 2009
at um eitt fostur er nógv ávirkað
av PCB, kann tað hava við sær
trupulleikar við innlæring og
atferð seinni á lívsleiðini.
Dreingjafostur skadd
av kvinnuligum
hormoni
Í 1993 løgdu Sharpe og
Skakkebæk fram Østrogen-
hypotesuna. Hon sigur, at tíðliga í
menningini fer eitt dreingjafostur
at verða nógv ávirkað, um tað
verður fyri ov stórum nøgdum av
kvinnuliga hormoninum østrogen
ella evnum, sum líkjast østrogeni,
sum t.d. PCB.
Eitt dreingjafostur, sum er
nógv ávirkað av østrogeni
ella einum evni við somu
ávirkan, fær ikki eina vanliga
kynsmenning á fosturstøði.
Týdningarmiklar kyknur, sum
eita sertolikyknur, mennast ikki,
sum tær eiga. Sertolikyknur eru
at finna í eistunum á monnum,
og nøgdin av teimum verður
fastløgd á fosturstøði og
tíðliga á barnaárum. Nøgdin av
sáðkyknum, sum ein maður er
førur fyri at framleiða, hongur
neyvt saman við, hvussu nógvar
sertolikyknur eru at finna í
kroppinum á manninum. Ein
maður, sum ikki hevur framleitt
nógvar sertolikyknur tíðliga
í lívinum, fer tí at hava ringa
sáðgóðsku og kann hava ilt við at
fáa børn seinni í lívinum.
Østrogenkend evni í
umhvørvinum eru undir illgruna
fyri ávirka evnini hjá fólkum at
fáa børn, og kann partvíst forklára
hví fólk í vesturheiminum hava
verri og verri við at fáa børn
natúrliga og mugu tískil heita á
læknavísindini um at fáa hjálp.
Vit gjalda enn prísin
PCB verður brotið seint niður í
náttúruni. Í 1970-árunum kom tað
fram, hvussu skaðiligt evnið kundi
vera, og framleiðslan varð tískil
minkað niður í einki. Tá høvdu
umleið 1,2 milliónir tons av PCB
verið framleidd. Í dag eru einans
4% av tí niðurbrotið, og restin
er annaðhvørt enn í brúki ella er
farið út í náttúruna.
Tað at PCB verður seint
niðurbrotið og goymist sera
væl í feittvevnaði, merkir, at
PCB hópast upp í føðiketum. Tí
síggjast stórar nøgdir í teimum
lívverum, sum eru ovarlaga í
akvatiskum føðiketum.
Orsøkin til at meira verður
upphópað í føðiketum í sjóanum
enn á landi, er tí, at tær akvatisku
føðiketurnar altíð eru longri
enn føðiketur hjá landjórum.
Sum oftast eru bara tríggir liðir
á landi, t.d. gras – seyður –
menniskja. Tess fleiri liðir eru
í einari føðiketu, tess meira av
PCB verður upphópað í tí ovasta
liðinum.
PCB er ikki einsamalt
Tíbetur gjørdist tíðliga greitt,
hvussu skaðiligt PCB er. Tað at
framleiðslan fyri tað mesta varð
steðgað fyri 30 árum síðan, ger
tað, at fylgjurnar ikki eru eins
álvarsamar, sum tær kundu verið.
Men tað eru nógv onnur evni
í umfari, sum kunnu vera eins
skaðilig, men tíverri eru tey ikki
kannað nóg væl. Bromeraðir
logatálmar eru dømi um eitt evni,
sum hevur líknandi virknað sum
PCB, men sum enn verður nýtt til
ymiska elektroniska útgerð.
Tað er tí týdningarmikið hjá
fólki at leggja sær til merkis,
hvørji evni tey koma samband
við í gerandisdegnum. Ikki minst
er tað sera týdningarmikið, at
kvinnur í barnsburðaraldri hugsa
um hetta, tí eitt fostur er jú nógv
meir viðbrekið enn eitt fullment
fólk.
Meiri kunning um t.d. hvat fyri
onnur evni eru vandamikil fyri
kvinnur og børn, er at finna á
heimasíðuni www.babykemi.dk
Hendan myndin vísir, hvussu framleiðslan av PCB fall, eftir at tað kom fram,
hvussu skaðiligt PCB kann vera. (Poul Bjerregaard, Økotoksikologi 2005)
PCB:
Polychlorerede biphenyle.
Hormonórógvandi evni, sum er sera
fitiloysið, sum merkir at evnið bindur
seg lætt til feittvevnað. PCB varð nýtt í
t.d. máling og bjálving. Framleiðslan
varð steðgað í 1970-árunum.
Hormon:
Kemiski boðberi kropsins. Eitt protein,
sum verður givið leyst í blóðinum. Tað
ferðast so við blóðinum, til tað kemur
til ta kyknuna, sum tað skal bera boð
til. Tá ið hormonið er bundið til ta
kyknuna, setur kyknan eina hóskandi
andgerð (reaktión) í gongd.
Føðiketa:
Ein keta, sum vísir ringrás í einari
vistskipan. Grundarlagið er verur, sum
fáa gjørt lívrunnin evni burtur úr sólini,
t.e. plantur og algur. Av teimum liva so
tær verur, ið eru plantuátnar ella
sonevndir herbivorar. Av herbivorum
liva so tær verur, ið eru kjøtátnar, t.e.
carnivorar.
Fakta
endar í føroyskari bróstamjólk
Her síggja vit nøgd av PCB í føroyskum barnakonum samanborið við onnur lond. Londini eru eisini
deild upp eftir hvussu nógv konurnar eta av feitum fiski ella havsúgdjórum.
(Hydroxylated PCB Metabolites and PCBs in Serum from Pregnant Faroese Women, 2002,
Fångstøm, Athanasiadou, Grandjean, Weihe og Bergman)
Framleiðsla (1000 tons)
Ár