fríggjadagur 24. apríl 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 78 - 24. apríl 2009
Tá ið fólk hoyra navnið
Birgir Enni koma tey eisini
at hugsa um Norðlýsið.
Finst nakað dømi um, at
skip og maður eru ein eind,
so er tað her.
Mánadagin 27. apríl verð
ur Birgir 60 ár, og í hesum
sambandi hava vit havt prát
við henda fjølbroytta mann
in.
Birgir er ættaður av Tvør
oyri. Mamman var Inger,
sum var donsk, og pápin
var Hjørleif Enni, sum var
kendur fyri at duga væl at
siga frá. Tey eru bæði deyð
fyri fáum árum síðani.
Teir eru tríggir brøður.
Helgi og Birgir eru tvíburar,
og Tórur er eldri. Birgir fór
sum ungur í smiðjulæru á
bedingini á Tvøroyri, har
Hemming Jespersen, eisini
kendur sum tingmaður, var
stjóri.
Ein tann fyrsta uppgávan,
sum Birgir var við til, var
umriggingin av Westward
Ho til sítt uppruna líki sum
minni um slupptíðina. Hetta
var eitt størri arbeiði, sum
veruliga ikki er gjørt heilt
liðugt fyrr enn fyri nøkrum
árum síðani.
Men tað vóru eisini nógv
ar aðrar uppgávur, sum at
gera hakkarar til kola
grevstur í Hvalba. Umframt
var alt tað smiðjuarbeiði,
sum skuldi gerast í samband
við skip, sum tað vóru nógv
av á Tvøroyri.
Aftaná lidna smiðjutíð fór
Birgir til Danmarkar á
kavaraskúla, og hann kom at
arbeiða sum kavari frá 1970
til 2000. Tey seinastu árini
tó bert partvíst, tí hann hevur
eisini havt Norðlýsið.
Hann hevur kavað nógv í
Føroyum og eisini í Grøn
landi. Hann kennir væl tann
føroyska botnin. Birgir held
ur ikki, at lívið á botni er so
nógv broytt hesi árini, hann
hevur verð “á botni.”
Norðlýsið kom
inn í myndina
Nú er tað at Norðlýsið kem
ur inn í myndina. Skipið er
bygt í 1945 á Tórshavnar
Skipasmiðju og varð sjósett
sjálvan frælsisdagin 5. mai.
Skipið er bygt sum tvey
mastrað skonnart og er
gjørd av “eiki mót eik.”
Hetta merkir, at eik var ein
asta tilfarið og salt varð lagt
ímillum fyri at sleppa undan
fukti. Norðlýsið er 62 fót
langt og er 44 tons til stødd
ar.
Tað varð ringt at fáa tilfar
í Europa undir krígnum, og
tí fór Tinganes til Canada at
fáa tilfar. Norðlýsið varð
bygt til reiðaríið Uvak, og
sagt verður at hetta var eitt
tað fyrsta skip, sum fór at
fiska sild norðanfyri við
gørnum seinast í 40unum.
Hetta gjørdist í 20 ár ein
týðandi veiða.
Seinni átti Jákup hjá Karl
á Lag skipið, men tað varð
lagt í 80unum. Í 1985 er
tað so, at Birgir saman við
øðrum monnum tekur stig
til at gera Norðlýsið til tað
skip, sum tað er í dag. Her
skuldi bæði riggast til og
setast í stand, og tað tók
sína tíð. Síðan tá hevur Birg
ir verið eldsálin í hesi verk
ætlan. Loksins í 1989 er
Norðlýsið
siglingarklárt.
Fyrsti túrur var í august
1989 til Stavangar. Hetta
merkir, at Norðlýsið sum
vit kenna tað, í næstum
“fyllir” 20 ár, og er tað
eisini vert at nevna.
Tað hevur verið siglt
nógv øll hesi árini. Umframt
í Føroyum hava teir eisini
verið uttanlands. Sum dømi
hann nevnast bretska megin
landið, Sct. Kilda, Hetland
og Oyrknoyggjarnar.
Í 1993 varð Norðlýsið
yvirtikið av einum felag,
har Smyril Line átti helvt
ina. Seinni eru teir tó farnir
burur úr aftur.
Birgir sigur, at ferðafólka
talið er gingið stútt upp eftir
inntil tað í 2008 minkaði
aftur. Nú verður spennandi,
hvussu tað verður í ár.
Men tey eru nógv fólk,
sum dáma væl at sigla. Tað
er eisini tí, at so nógv er at
síggja á sjónum, ikki minst
fuglur.
Grottokonsertir
og nógv annað
So eru tað øll tey støð, sum
siglast kann til. Eitt sum
eru sera væl umtókt, eru
tær sokallaði grottokonsertir
við livandi tónleiki. Tað
hava verið upp til 140 fólk
við til slíkar konsertir, har
tey verða sigld inn í grottur
nar við smærri bátum. Hetta
er eitt hugtakandi upp
livilsi.
Ætlan er um fleiri túrir í
ár, sum út á Borðuna, har
tað ber til at vitja tað, sum
William Heinesen kallaði
Tårnet ved verdens ende.
Ein væl umtóktur túrur er
til Stóru Dímun. Ein slíkur
kann tó ikki fastleggjast
frammanundan. Tað er so
nógv sum skal fáast at passa
saman. Men liggur fyri er tað
eisini ein ógloymandi ferð.
Farið verður, meðan tað rek
ur suður og aftur til Havnar,
tá ið tað rekur norður. Hetta
gevur einar 4 tímar á oynni.
Fyribils verður hugsað um
eina slíkan túr 20. mai.
Teir eru upp til 45 mans,
sum eru manning. Er brúk
fyri tí, er altíð møguligt at
fáa royndar sjómenn við.
Ein sum stundum hevur ver
ið við sum manning er
Henning Holten, sum í síni
tíð var limur í “rådgivende
udvalg” hjá statsministaran
um. Honum dámar so væl í
Føroyum.
Tað eru øll møgulig fólk
sum koma við á ferð. Tað
eru einstaklingar. Eisini eru
bólkar, sum vilja uppliva
nakað serligt. Tað eru eisini
tey, sum halda føðingardag
á eini slíkari ferð. Nú í vik
uni hevur verið útferð við
fólki frá Logos Hope. Øll
láta líka væl at.
Havi sjálvir verið á fleiri
túrum við Norðlýsinum.
Minnast einaferð, at farið
var undir Hest við donskum
gestum. Tað var kolsvart í
mjørka til komið var suður
um oynna, so tað sá ikki so
hugaligt út. Men knappliga
hvarv mjørkin, og sólin
kom fram, og hetta gjørdist
eitt ógloymuligt upplivilsi.
Birgir
visti
hvat
hann
gjørdi, og hann dugdi væl
at meta um, nær hetta fór at
henda.
Birgir upplivir tað gleði
liga, at nógv ferðafólk
koma aftur. Tey eru fleiri,
sum eru hvørt ár ein túr við
honum. Tað er heldur ikki
so løgið. Birgir er so sera
fyrikomandi, fryntligur og
dugur væl at greiða frá.
Trygdin er í topp. Tað
verða avgjørt eingi óráð tikin
fyri. Tað eru tríggir bjarg
ingarbátar umborð. Verður
farið i smáar bátar skulu fólk
hava belti. Tað eru heldur
eingi óhapp av týdningi hent
øll hesi 20 árini.
Tað er eingin ivi um, at
Birgir hevur havt ein stóran
týdning fyri okkara umdømi
sum ferðamannaland. Men
hann gevur eisini føroying
um møguleika at síggja sítt
land á ein serstakan hátt.
Hann sigur, at tá ið kreppan
var í 1990unum vóru nógv
fleiri føroyingar við enn van
ligt. Hetta er jú eisini ein
bíligur háttur at sleppa burt
ur úr einum strævnum og
stressaðum gerandisdegi.
Tað ber altíð til at kanna
møguleikarnar fyri ferðum
á heimasíðuni: nordlysid.
com ella á tlf. 218520.
Familjan
Birgir eigur tvey børn. Tey
hava so eisini arvað ævin
týrblóðið
hjá
pápanum.
Hávard er 26 ár. Hann
umboðar eina rættuliga sól
skinssøgu á einum øðrum
øki. Fyri nøkrum árum síð
ani gjørdist hann so sera
illa sjúkur. Hann lá í sam
fullar 14 mánaðir á sjúkra
húsi í Danmark uttan at fáa
ein bita. Føðina fekk hann
við droppi.
Men hann hevur kempað
seg aftur til eina normala til
veru. Hann er við at taka
skipsføraprógv. Hann eigur
eisini ein seglbát Enniway,
har hann eisini fær seg
royndan.
Hildur er yngri og gongur
í skúla í Danmark. Hon eri
eisini ein brandur og hevur
millum annað runnið mara
ton í Amsterdam. Makin
hjá Birgir er Óluva Daniel
sen av Sandi.
Birgir er eisini kendur
fyri sín sjómat. Øður, kræk
lingur og fiskasúpan er
hansara spesiali. Hetta plag
ar hann eisini at borðreiða
við umborð og væl smakk
ar!
Tað verður møguleiki at
royna hansara fiskasúpan
mánadagin frá kl. 17. Tá ligg
ur Norðlýsið í Vágsbotni
undir Bátafelagnum, og Birg
ir verður at hitta umborð!
Vit á Sosialinum fara eis
ini at ynskja Birgir og hans
ara hjartaliga tillukku við
teim 60 árunum.
ó.
Birgir Enni 60 ár
Norðlýsið er ímyndin av Birgir!
Birgir við róðrið
Birgir kannar hvussu streymurin er at fara til Dímunar 20. Mai
nøvn