Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 • 24. apríl 2009 Vikuskifti 14 Eg hevði hug at gráta, tá klokkan var farin av midnátt, og álmanakkin nú segði, at tað var sunnudagur og 7. august 2005. Bólkurin, sum fram um allar aðrar hevur borgað fyri góðsku á føroyska tónleikapallinum. Sum ferð eftir ferð hevur prógvað, at føroyskur tónleikur ikki stendur ein millimetur aftan fyri tað, sum útlandið kann bjóða. Sum hevur lært okkum at elska tónleikin fyri tað, sum tónleikur er. Bólkurin, sum rópti seg Dynamit, hevði tað, ið varð sagt at vera teirra seinasta framførsla. Sorgblídnið, sum var í náttar­ myrkrinum, slapp tó ikki reiðiliga framat fyrstu longu løtuna. Shaky og vinmenn hansara høvdu havt góða upphiting frá Shakin’, og í tveir tímar rockaðu, dansaðu og sungu vit við til monster­hittini, sum bólkurin hevur lært okkum gjøgnum árini. Sangir um ommuna við Gjógv, Flodhestin Rudolf, Aya Umba og havnardreingin við pápa í Klaksvík fyltu ljóðrúmið við Vágsbø. Og tá seinastu inniligu tónarnir frá Grøv nummar 13 ljómaðu, var tað við kensluni av, at vit her søgdu farvæl við ein tann størsta sangskattin, sum Føroyar hava hoyrt. Dynamit var farið í søguna, og hóast tað fløvaði, tá fløgan við størstu perlum teirra varð send á marknaðin seinni sama ár, so kundi tað ikki heilt fylla tað vacuum, sum var eftir konsertina. Tí tað er nú ikki tað sama at lurta eftir tónleiki á fløgu og at hoyra live­framførslur av sama tónleiki. Sum so hevur Dynamit verið søga síðani longu nevndu minni­ ligu løtuna. Tvær reisur hevur tað tó eydnast fyriskiparum at toga teir framaftur sum gott gamalt. Fyrru ferðina til Straight Parade­ konsertina í Badmintonhøllini í Klaksvík, og seinnu ferðina, tá teir í skerdaru útgávu vóru á Festivalpallinum á Vágsbøi í fjør. Ein framførsla, sum yvirritaði tó ikki heilt fekk við, tá eg barna­ bundin sat í Geilini (Goylini siga tey lokalu), men av terassuni kundi eg kortini so dánt murra við, tá Pætur við Keldu og Hallur Joensen høvdu sínar tulkingar av løgum, sum enn einaferð megnaðu at savna túsundtals røddirnar. Eg troystaði meg tó við, at talan ikki var um veruliga Dynamit. Shaky var jú staddur í Barentshavinum. Men tá heystið í ár kemur, hevur hann fyri eina løtu lagt sjómanstilveruna á hillina. SummarFestivalurin hevur boðað frá, at Dynamit aftur er á plakatini. Hesa ferð er Shaky við, og so sigi eg bara takk. Alt gott um Gibb, Abba, Frændur og aðrar kendissar. SummarFestivalurin snýr seg um fólkasál. Um glaðan tónleik og sangbæran tónleik. Í kenningini at skrála við upp á Rísa úr grøv nummar Summarfestivalur So er klárt til tað heilt stóra brakið á SummarFestivalinum. Stuttligasti, besti og mest undirhaldandi bólkurin í føroyskari tónleikasøgu bjóðar seg enn einaferð fram. Ball, felagssangur og gott lag verður á skránni, tá Dynamit aftur fer á pallin Ikki baptistar Byrjanin til Dynamit var, tá Niklas Heri Jákupsson og Emil Gunarsson vórðu fermdir. Niklas Heri keypti sær trummusett og Emil ein guitar fyri konfirmatiónspengarnar, og so var farið undir at gera tað, sum seinni gjørdist Dynamit. Ella sum Emil plagar at taka til »Gott at vit ikki eru baptistar, tí so var einki Dynamit! « Blaðungur sangskrivari Flestu av løgunum hjá Dynamit eru skrivað longu fyrstu árini, tá bólkurin var við at taka skap. Niklas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað flestu tekstirnar, er í dag stoltur abbi. Og einstakir nýggir tekstir eru eisini skrivaðir seinnu árini. Men flestu teirra skrivaði hann altso longu sum 15­16 ára gamal. “Ein vátur og kaldur drongur” varð enntá skrivaður, tá Niklas Heri bert var 13 ára gamal. Jákup Mørk blaðmaður jakup@sosialurin.fo