Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 198 - 13. oktober 2001 Nr. 198 - 13. oktober 2001 3 Samveldisløgreglan sigur seg hava fingið ábendingar um, at yvirgangsfelagsskapir fyrireika fleiri atsóknir at ameri- kanskum málum ein av fyrstu døgunum FBI hevur tí biðið alt sítt starvsfólk vera til reiðar, samstundis sum allir aðrir myndugleikar hava fingið boð um at standa tilbúnir. Leiðslan í FBI vil ikki siga, um hon hevur fingið frænir av, hvar yvirgangs- felagsskapir ætla at leypa á. - Seinastu dagarnar hava vit fingið upplýsingar, sum benda á, at fleiri atsóknir verða fyrireikaðar, og vit hava tí valt at ávara fólk, segði talskvinnan hjá løg- málaráðnum í Washington, Mindy Tucker, í gjár. Sambært boðunum frá FBI kunnu tær komandi yvirgangsatsóknirnar raka USA og mál aðrastaðni í heiminum, og myndugleik- arnir hava tí biðið fólk hava eyguni opin at at boða frá, varnast tey nakað óvanligt. FBI og løgmálaráðið hava ávarað um nýggjar atsóknir líka síðani tann 11. september, men hetta er fyrstu ferð, at myndug- leikarnir hava sagt seg vænta álop ein av teimum fyrstu døgunum. Týsdagin hótti ein av næstu monnum bin Ladens, Sleiman Abou-Gheith, USA við fleiri atsóknum, og hóskvøldið segði George W. Bush, forseti, at myndugleikarnir hava fing- ið álítandi ábendingar um fleiri atsóknir. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá kæri pápi, verfaðir og abbi okkara Anfinn Danielsen Húsavík doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk fyri góða hjálp frá bygdarfólkinum. Vegna tey avvarðandi Børnini Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Jacob R. Haraldsen doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri hjálpsemi og tøkk fyri kransar, blómur og gávur til Miðvágs Kirkju. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Lisa, Jórun, Heðin og Jógvan Jákup Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu og sýndu samkenslu, bæði her heima og á Ríkissjúkrahúsinum, tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Jákup Petersen Tórshavn ættaður av Signabø lá sjúkur, doyði og varð jarðaður. Fam.vegna Lisbeth Elsa og Georg Tíðliga mánamorgunin 8. oktober fórst Eiler Sonni Danielsen sum partur av manningini saman við mongum øðrum í hervi- ligu flogvanlukkuni í Milano. Eiler var sonur Bjarna og Suffíu Danielsen úr Havn. Í kreppuárunum fluttu tey niður til Midd- elfart og hava búð har síðani. Fyri ta tíð búleik- aðust tey í mong ár her á Niðara Ternuryggi, har tey bygdu sær hús her seinnu helvt av 70’unum. Tá var hesin nýggi býl- ingurin eitt stórt fríøki allur sum hann var, bøur og hagi beint uttan fyri dyrnar. Nógvar ungar familjur bygdu her tá, so her uddi eisini við børn- um tey árini seinast í 70’unum og upp ígjøg- num 80’ini. Eiler og Beinta vuksu tískil upp í einum sera barna- og fa- miljuvinarligum um- hvørvi her í Gæsugøtu. Eiler hevur verið um 5 ára aldur, tá vit komu at kenna hann, systrina og foreldrini. Hann var ein sjáldsama fittur og eyga- góður drongur, góðvarin og á sín hátt egin, men samstundis skilagóður, hjálpsamur og ikki minst uppfinnsamur. Tað var ikki smávegis tey kundu finna uppá børnini, men alt í spølni og góðvarni, annaðhvørt tað so var at byggja smáttur í óruddinum í kjallaranum, nápa tilfar og amboð at smíða smátt- ur uppi á Ovara Ternu- ryggi við ella enntá at pynta upp á frensin hjá grannanum við einum sindri av máling. Tað var ein stuttlig og minnisrík tíð. Liðugur við skúlan og síðani FHS á Handils- skúlanum í Havn fór Eiler niður saman við foreldr- unum og systrini, tók hægri handilsskúlaprógv og arbeiddi síðani sum stewardur á ferjunum ímillum Rødbyhavn og Puttgarten, og eitt skifti stóð hann enntá fyri søl- uni, sum slíkar farleiðir jú liva av. Tað, sum hann setti sær fyri, gjørdi hann bara, og tað var eitt av hansara eyðkennum. Eitt nú fór hann til USA at vera aupair í eitt ár, og tað gekk upp á stás. Eftir tað fór hann í læru sum stewardur hjá Maersk Air, og har starvaðist hann í nøkur ár, eisini á føroya- leiðini. Men Eiler hevði altíð nógvar ætlanir og skifti yvir til SAS, har hann roknaði við størri avbjóðingum og menn- ingarmøguleikum. Fyri knøppum ári síðani fekk hann so eitt fyrisitingar- ligt starv hjá SAS við arbeiðsstaði í Stokkholm og Keypmannahavn og hevði júst keypt sær hús niðri í Rødbyhavn. Hann fleyg ikki so ofta longur, nú í seinastuni bara onkrar avloysaratúrar, um onkur var sjúkur ella skuldi hava nakrar frí- dagar. Eiler var jú leysur kroppur og ótrúliga beinasamur, so tað var leyst og liðugt, um onkur heitti á hann. Tað var tað eisini henda dagin, tá hann fór sína seinastu ferð fyri ein annan, og hansara stutta lív her á fold fekk ein so bráðan enda á flogvøllinum í Milano. Hóast Eiler flutti niður, varðveitti hann, vina- og ættarkærur sum hann var, í stóran mun sítt samband við familju, vinir og kenningar í Føroyum, og tað var púra natúrligt, at okkara heim saman við tí hjá ommuni á Argjum gjørdist heim hansara í Føroyum. Hann ferðaðist vanliga einar tvær-tríggj- ar ferður um árið hjá okk- um og ommuni, og altíð var hann vælkomin, tí hann var so ótrúliga be- skeðin, fryntligur, fittur og fyrikomandi og altíð við eini hjálpandi hond, eisini óbiðin. Eiler hevði stóran áhuga fyri og fylgdi væl við í øllum, sum hendi í Føroyum, á øllum økjum, og tey føroysku bløðini las hann trúliga, spurdi og setti fram áskoðanir. Hann spenti víða, hevði stóran áhuga fyri sangi og tónleiki, serliga country- sangi, og hann var ótrú- liga glaður, tá tað í fjør eydnaðist honum at geva út fløgu við countryløg- um. Tað var ein dreymur, sum gekk út. Vitjaði tú hann niðri, so brúkti hann allar sínar møguleikar at vísa tær umsorgan, beyð sær at koyra teg runt í bilinum og at sýna tær forvitnislig støð. Hann visti ikki, hvussu blíður hann skuldi vera. Hann hevði við sínum góðvarni og vinsemi sjáldsama lætt við at koma í samband við fólk, einamest tilkomin fólk. Eiler fór um sýnina henda tunga mjørkamorg- unin í Milano, og vit eru øll blivin fátækari. Tað er so ringt at fata, og sakn- urin er stórur hjá familju og vinum, men serliga hjá tykkum Bjarna, Suffíu, Beintu og lítlu Mariann, sum Eiler var so góður við. Harrin troysti tykk- um. Hvíl í friði, góði Eiler, vit hava bara góð minni um teg, og ein dag síggj- ast vit aftur. Karin, Eyðun, Rúni og Elin Til minnis um Eiler FBI ber ótta fyri nýggjum yvirgangsatsóknum Tíðindaskriv Mánadagin 15. oktober hækka flestu postgjøldini hjá Postverki Føroya. Síðani 1. oktober 1999 hava ongar stórar broyting- ar verið í postgjøldum, og postgjøldini fyri brøv inn- anoyggja upp í tvey kg. eru ikki broytt síðani 1. januar 1996. Bræv undir 20 gr. hækka nú 10-12%. A-brøv innan- oyggja fara frá mánadegn- um at kosta 5,00 kr., meðan eitt B-bræv fer at kosta 4,50 kr. Brøv til lond í Evropa koma ávíkavist at kosta 6,50 kr. fyri eitt van- ligt A-bræv og B-brøvini 6,00 kr. Pakkagjøldini innan- oyggja broyta eisini prís mánadagin. Farið verður frá einum gjaldi til fýra vektargjøld. Til dømis fer ein pakki upp til fimm kg. at kosta 40,00 kr. og ein pakki millum 5 og 10 kg. Umframt hesar broyting- arnar verða næstan øll onn- ur postgjøld dagførd, tó ikki gjøld fyri útbering av bløðum Faldari við upplýsingum um nýggju postgjøldini verður at fáa á posthús- unum, og verður eisini lagdur í allar postsmogur. Postgjøldini hækka Stórar vónir vórðu settar til tunfiskin fyri fimm árum síðani, tá japanarar fóru at royndarveiða undir Føroyum. Landsstýrið fekk ein hóp av umsóknum, og stórar íløgur skuldu gerast. Nú er stovnurin ovfiskaður, og ivasamt er við tunfiskaveiðuni kom- andi ár TUNFISKUR Stefan í Skorini Tunfiskaveiðan undir Før- oyum í ár hevur verið eitt stórt vónbrot. Fýra japansk- ir bátar hava roynt eftir tun- fiski, og teir hava bara fing- ið góð 51 tons tilsamans, og tað merkir, at stovnurin er ovfiskaður. – Vit mæla frá at gera íløgur í tunfiskaveiðu í Før- oyum, tí stovnurin er ov- fiskaður, veiðitíðin er stutt og ógvuliga lítið er at fáa, sigur Guttormur Djurhuus, sum hevur verið vísindalig- ur eygleiðari av tunfiska- veiðu hjá Fiskirannsóknar- stovuni hesi fimm árini, menn hava roynt eftir tun- fiski. Fyri fimm árum síðani vóru nógvir, sum høvdu ætlanir um at satsa uppá tunfiskin undir Føroyum. Landsstýrið fekk eini 25 umsóknir, har søkt varð um loyvi at veiða tunfisk. Japanarar fingu loyvi at fara undir royndarveiðu fyrstu árini. Og tað hevur gingið javnt afturá hondina síðani. Seinastu tvey árini hevur veiðan verið so lítil, at ivasamt er, hvussu verður við henni komandi ár. Ovfisking Fyri tíggju árum síðani var tunfiskastovnurin ógvuliga væl fyri, men síðani er stovnurin hart fiskaður. Hetta hevur havt við sær, at tað nærum ikki loysir seg at royna eftir hesum fiska- slagnum. Guttormur Djurhuus greiðir frá, at ein franskur serfrøðingur spáddi í 1993, at nú menn fóru at royna eftir tunfiski á eysturatlant- iska stovninum, fór hann ikki at hóra undan. – Og hesin spádómur hevur víst seg at vera rætt- ur, sigur Guttormur, nú stovnurin ikki kastar nakað av sær. Tveir føroyskir bátar hava roynt eftir tunfiski. Leitissteinur úr Hósvík og Ågot úr Klaksvík hava báð- ir havt ringar royndir við hesi veiðu, og teir hava valt ikki at halda fram. Guttormur heldur, at vit framhaldandi skulu lata japanarar royna eftir tun- fiski undir Føroyum. Teir royna vanliga á Hatton bankanum uttanfyri før- oyska sjómarkið, og tí er tað lætt hjá teimum at sigla innum føroyska markið at royna eftir tunfiski. Soleið- is ber eisini til at hava eyg- uni við, hvussu gongdin hjá tunfiskastovninum er undir Føroyum. Veiðitíðin er ógvuliga stutt. Bátarnir royna bara í føroyskum sjógvi í seinna helmingi av september og nakrar dagar í oktober. Tað er hesa tíðina, at tunfisk- urin leggur leiðina norður- eftir á bit, eftir at hann hev- ur gýtt suðuri í heitari sjógvi. Tunfiskurin er bara at finna suður ímóti bretska markinum. Í ár er tað Fiskirannsókn- arstovan sjálv, sum umsitur fiskiloyvini eftir tunfiski. Árini frammanundan eru tað privatir persónar og feløg, ið hava fingið loyvini frá landsstýrinum og hava síðani selt tey víðari við stórum persónligum vinn- ingi. Eitt slíkt loyvi kostar 100.000 amerikanskar doll- arar, so tað hevur loyst seg væl hjá peningaliga hjá summum at selja tunfiska- loyvi. Tunfiskaveiðan er deyð Koei Maru er ein japanskur tunfiskabátur, sum hevur veitt undir Føroyum. Teir fýra bátarnir fingu bara góð tíggju tons av tunfiski hvør í ár. Orsøkin er, at stovnurin er ovfiskaður Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2