leygardagur 13. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 198 - 13. oktober 2001
Nr. 198 - 13. oktober 2001
5
– Vit eru ógvuliga
varin so at vit ikki
misbrúka støðu
okkara, sigur stjórin á
Gjaldstovuni
KOMMUNUSKATTUR
Áki Bertholdsen
Nú hevur Sumbiar Komm-
una fingið peningin aftur,
sum Gjaldsstovan hevði
afturhildið í kommunu-
skattinum.
Talan var um eina upp-
hædd upp á nakrar hundrað
túsund krónur, sum gjald-
stovan hevði afturhildið í
kommunuskattinum
hjá
Sumbiar Kommunu eftir
áheitan frá Landsverkfrøð-
inginum.
Landsverkfrøðingurin
hevur asfalterað í Sumba,
men kommuna vildi ikki
góðtaka rokningina.
Men Landsverkfrøðing-
urin gevur síðani Gjald-
stovuni boð um at aftur-
halda pengunum, áðrenn
kommunan
fær
skattin
útgoldnan.
Og tað ger Gjaldsstovan
og hevur longu afturhildið
einum parti av rokningini,
200.000 krónur, eftir, hvat
vit hava fingið upplýst.
Bygdaráðið í Sumba varð
so misnøgt við, at Gjald-
stovan heldur pengum hjá
kommununi aftur, uttan at
kommunan hevur givið
tilsøgn um tað, at hon bað
sakførarar kanna málið.
Skal ikki vera nakar
ivi
Men tá ið kommunan so
ger vart við, at hon góð-
tekur ikki rokningina, fer
Gjaldsstovan undir arbeiðið
at gjalda tær aftur.
– Men tað fara ótrúliga
nógvar
flytingar
fram
ígjøgnum Gjaldsstovuna
og tað verða milliardir
fluttar ímillum landið og
kommunurnar. Samstundis
kom ferian, so tað dróg út
at fáa alt í rættlag aftur,
sigur Leif Abrahamsen,
stjóri á Gjaldsstovuni.
Hann sigur, at peningurin
varð
bókaður
Sumbiar
Kommunu í farnu viku og
verður fluttur kommununi
nú.
Hann sigur, at tað er tann
heilt greiði politikkurin hjá
Gjaldsstovuni, at støða
hennara má ikki verða mis-
brúkt, tvs, at tað má ikki
verða misbrúkt, at hon er so
nær skattakrónunum hjá
kommununum.
– Tað vil siga, at er ivi um
eitt krav, verður rokningin
ikki afturhildin í komm-
unuskattinum. Fáa vit boð
frá einum almennum stovni
um at afturhalda eina
upphædd í skattinum hjá
eini kommunu, gera vit tað
ikki, um kommunan ikki er
samd í, at rokningin skal
gjaldast, sigur Leif Abra-
hamsen.
Hann sigur kortini, at tað
hevur verið siðvenja í nógv
ár, at almennir stovnar biðja
Gjaldsstovuna afturhalda
kommunuskatt fyri rokn-
ingar og gjøld av ymsum
slag, sum kommunurnar
ikki hava goldið Og tað
hevur Gjaldsstovan gjørt.
Men er ivi um antin komm-
unan eigur at gjalda rokn-
ingina, verður tað ikki
afturhildið, tí í slíkum
førum mugu partarnir fara
vanliga vegin fyri at fáa
málið avgreitt, tvs, at teir
mugu fara í rættin.
Í hesum føri fingu vit
boð frá Landsverkfrøðing-
inum um at halda peningin
aftur, men tá ið kommunan
ger vart við, at hon góð-
tekur ikki kravið, verður
peningurin afturgoldin.
Leif Abrahamsen sigur,
at áðrenn Gjaldsstovan eft-
irhelt pengunum, eftirkann-
aði hon ikki hjá kommun-
uni, um hon góðtók kravið.
– Men hesa mannagongd
eiga vit helst at broyta, so at
vit í nógv størri mun enn nú
eftirkannað krøvini hjá
kommununum, vit fáa.
Men fyri tað er ikki sagt, at
vit ikki mótrokna í komm-
unuskattinum fyri eina
rokning, um kravið annars
er rætt og kommunan eigur
at gjalda, sigur Leif Abra-
hamsen.
Ferðaráð Føroya er
farið eitt umfatandi
tiltak, har tey ferðast
úr enda í annan í
Føroyum at kanna
eftir, hvussu støðan er
og, hvat kann gerast,
fyri at menna
ferðavinnuna
FERÐAVINNA
Áki Bertholdsen
– Nú skal alt landið leggjast
undir sjóneykuna.
Tað er Ferðaráð Føroya,
sum leggur alt landið undir
sjóneyku.
Ferðaráðið er nú farið
undir eitt umfatandi tiltak,
har tey ferðast úr einum
enda í landinum í annan at
kanna viðurskiftini.
Tað er sjálvsagt ferða-
vinnan í teimum ymsu
økinum, sum verður kann-
að.
Fyrsti støðgur í hesi
landsumfatandi rundferðini
hjá Ferðaráðnum varð Suð-
uroyggin og síðani verður
farið í øll hini fimm ferða-
vinnuøkini í landinum,
Sandoy, Vágar, Eysturoy
o.sfr.
Á fundinum í Suður-
oynni, sum var á Hotell-
inum í Øravík hóskvøldið,
hitti Ferðaráðið umboð fyri
kommunurnar
í
oynni,
umframt fólk, sum vara av
ferðavinnuni í Suðuroynni,
eitt nú økisferðavinnu-
nevndina.
– Endamálið við hesi
rundferðini er at gera
støðuna upp í hvørjum øki
sær. Endamálið er at kanna,
hvussu støðan er í hvørjum
einstøkum øki. Samstundis
er ætlanin at kanna eftir,
hvørjir møguleikar eru at
menna
ferðavinnuna
í
hvørjum einstøkum øki,
hvar ábøtur eru tiltrongdar í
hvørjum øki fyri at kunna
menna
ferðavinnuna,
hvørjir fyrimunir og vansar
eru o.sfr. sigur Heri Nicla-
sen, stjóri í Ferðaráðnum.
Hann sigur, at eftir at
hava vitjað í økinum, fer
Ferðaráðið at kanna tilfarið
og upplýsingarnar, tey hava
fingið og síðani er ætlanin
at gera ítøkilig uppskot til,
hvussu ferðavinnan í hvørj-
um einstøkum øki kann
mennast.
Men hann leggur dent á,
at talan skulu vera um
uppskot, sum eru realistisk
og sum tað ber til at seta í
verk.
Endamálið við hesari
landsumfatandi rundferðini
hjá Ferðaráðnum er eisini at
vita, um kommunurnar taka
undir við at brúka eitt
sindur av pengum til at
menna ferðavinnuna.
– Eg má siga, at vit fingu
rættiliga góða undirtøku í
Suðuroynni, sigur stjórin í
Ferðaráðnum.
Raðfest fremst
Ferðaráð Føroyar hevur
ymsar uppgávur, men Heri
Niclasen sigur, at framyvir
verður tað, at menna og
ráðgeva ferðavinnuna, sum
verður raðfest fremst.
– At menna ferðavinnuna
kann vera so mangt. Tað
kann vera at bøta um um-
støðurnar hjá ferðavinnuni,
tað kann vera at menna
nýggj ferðavinnutilboð, at
hækka kunningar- og tæn-
astustøðið ella at menna
góðskustýringsskipanir,
sum skulu tryggja ferða-
fólkunum dygd og upp-
livilsir.
Hann sigur, at kjarnin í
innanlands menningini hjá
Ferðaráðnum
er,
eftir
førimuni, at vísa vinnu,
kommunum og økisferða-
vinnufeløgunum á gongdar
leiðir í royndunum at
menna ferðavinnuna og at
ráðgeva um, hvussu hetta
kann fremjast í verki og at
virka fyri, at vinnan hevur
góðar karmar at virka
undir.
– Tí er tað eisini neyðugt
at Ferðaráðið og økis-
ferðavinnufeløgini
kring
landið samstarva um at
marknaðarføra tey ymsu
økini, so hesi í størri mun
fáa møguleika at bjóða seg
fram í ferðavinnuhøpi og
fáa ágóða og royndir í
ferðavinnu, akkurát á sama
hátt sum Ferðaráðið hevur
eitt gott samstarv við vinn-
una um marknaðarføring-
ina uttanlands, sigur stjórin
í ferðaráðnum.
Sumba hava nú fingið pengarnar aftur, sum Gjaldstovan afturhelt ímóti teirra vilja
Sumbingar fingu pengarnar aftur
Leggja alt landið undir sjóneyku
Fólk, sum vara av
ferðavinnuna í Suðuroy lurta
við áhuga eftir, hvat
Ferðaráðið hevur at bera
fram. Fremst á myndini eru
tey Birita Nolsøe av
Ferðaráðnum, Poula Strøm,
Kristin Magnussen og Jonny
Dimon av Kunningarstovuni
á Tvøroyri, Ebba Julsgart í
nevndini í kunningarstovuni,
Petry Joensen, skrivari í Vágs
Kommunu og Óli Debes,
skrivari í Tvøroyrar
Kommunu. Annars vóru
kommunalpolitikarar úr
allari oynni við á fundinum
Hóskvøldið var ein
vápnaður maður
komin inn í Løg-
tingið, sum heldur til
í útvarpinum, og
hann legði eftir
tingmanni, sum kom
niður av røðarapall-
inum. Karsten
Hansen var skjótur og
steðgaði manninum,
sum hevur gjørt seg
inn á útvarpið
seinastu vikurnar við
at tøma ruskíløt
uttanfyri og inni í
gongini
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Hóskvøldið klokkan seks
varð tingarbeiðið avbrotið.
Orsøkin var, at ein vápn-
aður maður var komin inn í
tingsalin og fór eftir einum
tingmanni, sum kom niður
av røðarapallinum.
Maðurin hevði vápn í
hondini. Tað vóru tveir
kalvapilkar, sum vóru eini
17 sentimetrar til longdar. Í
endanum vórðu fýra húkar
sveisaðir fastir í pilkin, so
tað var eitt vandamikið
vápn, um tað varð nýtt til
tað skeiva endamálið.
Karsten Hansen hevur
greitt frá, at hann sá mann-
in koma inn í útvarps-
høllina, har tingmanningin
heldur til. Hann setti seg
nær hjá honum, tí hann sá
vápnið,
hann
hevði
í
hondini, og landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum
hevði varhugan av, at
maðurin hevði ætlanir um
at leypa á.
Í tí ein tingmaður var
liðugur við sína røðu,
reistist vápnaði maðurin og
helt leiðina yvir ímóti
tingmanninum. Karsten, ið
er løgreglumaður, fekk
steðgað manninum, og løg-
reglan varð boðsend.
Leyslatin aftur
Maðurin varð handtikin og
tikin oman støðina til
avhoyringar. Maðurin varð
fyrst afturhildin, og fríggja-
morgunin varð hann av-
hoyrdur. Eftir avhoyringina
varð hann leyslatin aftur.
Ein lækni varð tilkallaður
beinanvegin, tá løgreglan
hevði handtikið mannin, og
hann hevur eftir øllum at
døma kannað sinnisstøðuna
hjá manninum.
Við tað at maðurin er
handtikin, verður hann
eisini skuldsettur. Løg-
reglan ger tær neyðugu
kanningarnar fyri at lýsa
málið, og síðani skal fútin
taka støðu til, um ákæra
skal reisast.
Í revsilógini er Føroya
Løgting beinleiðis nevnt.
Har stendur, at tann, sum
við larmi ella óskili órógvar
almennar fundir hjá fólka-
tinginum ella Føroya løg-
tingi, verður revsaður. Tað
er eftir hesi greinini í
revsilógini, at maðurin
verður
skuldsettur
av
løgregluni.
Tað verður tó fútin, ið
tekur støðu til, um ákæra
skal reisast móti mannin-
um, ella um tað skal
greiðast øðrvísi.
Maðurin er gamal kenn-
ingur hjá løgregluni, og
hann hevur gjørt seg inn á
útvarpið seinastu vikurnar,
meðan
tingmanningin
hevur havt fundir har uppi.
Hetta hevur verið við at
tøma ruskíløt við allari
hugsandi óhumsku uttan-
fyri úthurðina í útvarp-
inum. Eisini er innihaldið
av onkrum ruskílati tømt
inni í gongini.
Hesar hendingarnar eru
tó ikki allar fráboðaðar
løgregluni, frætta við av
støðini, men dagin fyri
hendingina í útvarpshøllini
hevði hann aftur verið og
tømt ruskílatið uttanfyri
hurðina.
Í komandi viku verða
konsertir í kirkjunum
í Oyndarfirði, Vági,
Tvøroyri og í Havn.
Tað verða tey fýra
Leila Nielsen á blokk-
floytu, Jens Smith á
violin, Árni Hansen á
cambalo
og
Jens
Christian Guttesen á
cello, sum fara at
spæla.
Tað eru Konsertfe-
lagið og Norðurlanda-
húsið, sum skipa fyri
kirkjukonsertunum.
Kirkju-
konsertir
Forbrydelser mod den offentlige orden og fred.
§ 137. Den, som søger at forhindre afholdelsen af lovlig offentlig sammenkomst,
straffes med bøde eller hæfte eller under skærpende omstændigheder, særlig når
handlingen har været forbundet med voldsom eller truende adfærd, med fængsel
indtil 2 år.
Stk. 2.9) På samme måde straffes den, der ved larm eller uorden forstyrrer
offentlig samling af folketinget, Færøernes lagting, kommunale eller andre
offentlige råd, gudstjeneste eller anden offentlig kirkelig handling, eller som på
usømmelig måde forstyrrer ligfærd.
Vápnaður maður
legði eftir tingmanni
Hetta vóru vápnini, sum maðurin hevði í hondini, tá hann kom inn í tingsalin
Mynd: Jens Kr. Vang
Eingin ivi er um,
at hetta er eitt
vandamikið
vápn, um tað
verður nýtt til tað
skeiva endamálið
Mynd: Jens Kr. Vang
Hetta hevur verið gerandiskostur í útvarpinum seinastu
vikurnar. Ruskíløt við óhumsku tømd uttanfyri útvarpið
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4