leygardagur 13. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 198 - 13. oktober 2001
Nr. 198 - 13. oktober 2001
7
Nýggja barsilsskip-
anin ger, at kvinnur,
sum eiga børn við
stuttum millumbili,
og taka eyka farloyvi
við vælsignilsi frá
arbeiðsgevara sínum,
tí tey ikki fáa barnið
ansað orsaka av
langari bíðitíð til
stovnspláss, eru verri
fyri í teirri nýggju
skipanini enn teirri
gomlu
BARSILSSKIPANIN
Ingrid Bjarnastein
Grundin til, at kvinnur eru
verri fyri er, at við tí nýggju
skipanini skulu tær arbeiða
eitt ávíst tíðarskeið fyri at
forvinna sær rætt til nøkt-
andi barsilsløn, sum svarar
til inntøkurnar tær hava
fingið.
Nýggja skipanin roknar
barsilsløn út frá arbeiðsinn-
tøkuni teir seinastu 12 mán-
aðarnar. Úr teimum 12
seinastu mánaðunum verða
seks teir bestu samanhang-
andi mánaðirnir tiknir úr,
og
verður
barsilslønin
roknað út frá tí.
Um tú so ikki hevur 12
ella seks teir seinastu mán-
aðarnar at fella aftur á,
kemur tú undir ein bólk, ið
eitur »nýggj í starvi«, og
verður barsilslønin roknað
út frá trimum teimum sein-
astu arbeiðsmánaðunum.
Um tú so til dømis bert
hevur ein ella tveir mánað-
ar, verða teir tiknir og býttir
við trý, fyri at fáa hesa
tríggjamánaðaskipan
at
ganga upp.
Bjargað av egnum
sáttmála
Maria Heradóttir, sum er
lærari í Hoydølum, er ein,
sum á ein hátt verður revs-
að. Hon kundi í dag verið
rakt meint, tí hon fyri góð-
um ári síðani longdi barns-
burðarfarloyvi við 10 mán-
aðum. Hetta varð gjørt
vegna vantandi ansingar-
pláss.
Maria Heradóttir er nú
aftur við barn, men eftir
nýggju skipanini hevði hon
fingið
verri
barsilsløn
hesuferð, um tað ikki var
fyri hennara egna sáttmála,
sum gevur henni rætt til
fulla løn í 24 vikur eftir
barnsburð.
– Eg varð noydd at
leingja um farloyvið av tí,
at eg ikki fekk nakað ans-
ingarpláss
til
dóttrina.
Hetta fekk eg loyvi til frá
arbeiðsgevara mínum, við
tí fyri eyga, at eg byrjaði
aftur tann 1. august 2001,
sigur Maria Heradóttir.
– Ætlanin var hesuferð at
fara í farloyvi tríggjar vikur
áðrenn eg skuldi eiga við
løn, tí hesum loyvir nýggja
skipanin, greiðir Maria frá.
– Men av tí, at eg bert hevði
arbeitt ein mánaða, kundi
hetta ikki lata seg gera, tí so
hevði barilslønin verið alt
ov lág. Eg hevði arbeitt eitt
ov stutt tíðarskeið til at for-
vinna mær nøktandi bars-
ilsløn. Sjálvt um eg hevði
arbeitt hálvan annan mán-
aða, hevði eg bert fingið
barsilsløn fyri ein. Hetta av
tí, at skipanin telur ikki ein
mánaða fyrr enn lønin er
útgoldin, og tað er ikki fyrr
enn síðst í mánaðanum.
Tískil var tað ikki møguligt
at gevast hálvan september.
Maria Heradóttir heldur,
at hendan skipanin útihýsir
kvinnur, sum eiga fleiri
børn innan eitt stutt tíðar-
skeið. Eyka farloyvið, ið
hon tók, fíggjaði hon sjálv.
– Tað tykist sum um skip-
anin nú revsar meg. Ikki
bert meg, men eisini onnur,
ið møguliga eru í somu
støðu sum eg, sum hava
verið noydd til at leingja
um farloyvið, sigur Maria
Heradóttir.
Korini ov lítið at siga
Allir útvegir eru kannaðir,
og einasta loysnin vísti seg
at vera, at Maria arbeiddi
inntil tveir mánaðar vóru
farnir. Um hon var givin
áðrenn hevði hon gingið
nærum ein mánaða við eini
løn, ið als ikki kann brúkast
sum grundarlag fyri eina
familju.
Maria Heradóttir sigur, at
tað hevði komið sum ein
dyggur smeitur, um hon
bert hevði fingið barsilsløn
fyri ein mánaða. Hennara
løn er høvuðsinntøkan í
húsinum av tí, at maðurin
er lærlingur.
– Ongin stuðul er fyri
foreldur, ið velja at fara í
farloyvi. Munur skuldi ver-
ið á, hví tú ert burtur frá
arbeiðsmarknaðinum. Um
tú velur tað, ella ert noydd-
ur til tess, heldur Maria.
– Tú kanst ikki hugsa
langt fram í tíðina, tað kann
ikki vera rætt. Nær eg fái
børn ella um tað kemur illa
fyri, tí eg noyðist at hava
arbeitt eitt ávíst tíðarskeið
fyri at fáa eina barsilsløn,
sum ein familja kann liva
av, sigur Maria Heradóttir.
Sambært Mariu hava kor-
ini alt ov lítið at siga. Hon
er bangin fyri, at um skip-
anin verður broytt aftur nú,
so verður tað, ið kemur
ístaðin uppaftur verri. Ein
spurningur sum, hvat hevur
ein barnafamilja brúk fyri,
verður als ikki tikin upp.
Tosað verður heldur um,
um viðkomandi kostar ov
nógv.
Hetta sigur so mikið sum,
at fólk, ið eru í somu støðu
sum Maria kunnu lættliga
koma í klemmu av nýggju
skipanini. Skipanin hevur
eitt hol, har fólk, sum
Maria Heradóttir lættliga
kunnu detta ígjøgnum og
koma illa fyri.
Nýggja barsilsskipanin
revsar kvinnur
– Tað tykist sum um skipanin nú revsar meg, sigur Maria Heradóttir í Havn.
Tað er hvørki yvir-
bjóðing, ábyrgdar-
leyst ella valagn at
tryggja okkara gomlu
eina hækking í
fólkapensiónini. Tað
er okkara skylda. Og
landsstýrið var
kunnað um upp-
skotið, áðrenn
fíggjarlógin varð løgd
fram, sigur Helena
Dam á Neystabø
FÓLKAPENSIÓN
Edvard Joensen
Tað er ikki beint, tá sam-
gongulimir siga, at teiy ikki
kendu til uppskot Sjálv-
stýrisfloksins fyrr enn eftir,
at fíggjarlógin var løgd
fram. Skriv um hetta varð
sent landsstýrinum tann 16.
september, meðan fíggjar-
lógaruppskotið varð lagt
fram tann 28. september,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø,
formaður
í
Sjálvstýrisflokkinum, sum
eigur nógv umrødda upp-
skotið um hækkan av fólka-
pensiónini.
Helena Dam á Neystanbø
vil ikki hava sitandi á sær,
at hon er komin við hesum
uppskotinum í yvirtíðini
bara fyri at gjara út og egna
upp undir val.
Hon heldur tað vera
løgið, at tað bara er, tá
tosað verður um tey gomlu
og teirra pensiónir, at talan
skal vera um valagn. Er
hinvegin talan um risastórar
íløgur upp á fleiri hundrað-
tals milliónir krónur ella
flyting at almennum stov-
unum og stýrum í egið
valdømi, er ikki talan um
valagn, vísir hon á.
Enn løgnari tykir tað
Helenu Dam á Neystabø, at
tað skal vera púra ókent
fyri samgongulimum, at
neyðugt er at hækka fólka-
pensiónina enn einaferð.
Í øðrum heimi
Formaðurin í Sjálvstýris-
flokkinum heldur, at tann,
sum sigur seg ikki hava
frætt um ætlanir floksins
um at hækka pensiónirnar,
livir í eini aðrari verð ella
bara ikki vil minnast tað,
sum ført hevur verið fram
bæði í skrift og talu.
Sjálvstýrisflokkurin
heldur tað ikki vera ábyrgd-
arleyst at krevja hækkandi
fólkapensiónir. Tvørtur í
móti
hevði
tað
verið
ábyrgdarleyst ikki at kravt
tað, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Pensiónirnar hava ofta
verið til viðgerðar bæði í
Løgtinginum og samgong-
uni, sigur hon. Og hvørja
ferð
hevur
Sjálvstýris-
flokkurin ført fram, at hann
vil styrkja ta samhaldsføstu
skipanina. Tí tey, sum eru
gomul í dag, fáa als onga
nyttu av eini eftirlønar-
uppsparing. Tað fer at
ganga ov long tíð, áðrenn
pengar eru tøkir til eina
líkinda útgjalding.
Finna loysn
Helena Dam á Neystabø
sigur, at hon ivast onga løtu
í, at ein virðilig loysn verð-
ur funnin, sum tryggjar, at
eisini tey gomlu fáa lut í tí
framburði, sum er í Før-
oyum í dag.
Øll vita, sigur hon, at alt
er vorðið nógv dýrari, enn
tað fyrr hevur verið. Eisini
vanliga húsarhaldsvørur,
sum er stórur partur av tí,
pensionistarnir brúka.
Tá so er, plaga lønirnar
vanliga eisini at hækka,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø. Bara ikki hjá
pensionistunum.
Tær
standa í stað og minka reelt
í virði.
Tí vil Sjálvstýrisflokk-
urin hava eina hækking í
fólkapensiónini, sum mun-
ar í minsta lagi líka vlæl
sum tann, sum gjørd varð í
fjør, tá umleið 1.000,-
krónur vórðu lagdar oman á
viðbótina.
Helena Dam á Neystabø,
formaður í Sjálvsstýris-
flokkinum, sigur, at flokk-
urin gjørdi greitt frá fyrsta
degi, hendan samgongan
fór til verka, at sjálvstýris-
gongdin má ikki ganga út
yvir tey veiku í samfelag
num. Tað eru teir breiðu
herðarnir, sum skulu bera
tær eyka byrðarnar, sum
koma.
Landsstýrið var kunnað
Landsstýrið var kunnað um fólkapensiónsuppskotið, áðrenn
fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, sigur Helena Dam á
Neystabø
Tað skal ikki vera
loyvt at spekulera við
handilsligum vinn-
ingi av fiskiloyvum,
sigur løgmaður. Tað
kemur at standa í
nýggjari lóg um
vinnuliga fiskiskap,
sum ætlandi kemur í
gildi á nýggjárinum
FISKILOYVI
Edvard Joensen
Spekulatióni við vinningi
av at selja fiskiloyvi skal
gerast ólóglig, sigur løg-
maður. Nýggj fiskivinnu-
lóg er á veg, og har verður
tann
møguleikin
tikin
burtur.
Vilhelm Johannesen, løg-
tingsmaður, hevur í sam-
band við fyrstu viðgerð av
fíggjarlógini spurt løg-
mann, um tað er loyvt at
selja fiskiloyvi, sum per-
sónur ella skip hava fingið
frá landsstýrinum. Vilhelm
Johannesen
hevur
sett
spurningin tvær ferðir í
tinginum, uttan at hava
fingið svar, segði hann á
tingfundi mikudagin.
Tað er loyvt
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, sigur í viðmerking, at
grundin til, at hann ikki
svaraði Vilhelmi Johanne-
sen, tá hann setti spurn-
ingin fyrstu ferð, er stutt og
greitt tann, at hann fekk
ikki tíð at svarað við teirri
stuttu tilmáldu tíðini, hann
fekk á røðarapalinum.
Men svarið upp á spurn-
ingin, sum hann var settur,
er stutt og greitt: »Ja«, sig-
ur løgmaður.
Sum lógin um vinnuligan
fiskiskap er orðað í dag,
ber væl til at ríka seg upp
av at selja fiskiloyvi, sum
ein hevur fingið fyri einki.
Tá skip verða seld í dag,
hava tey at kalla einki virði,
um ikki veiðiloyvi og har-
við eisini fiskiloyvi fylgir
við.
Talan er um tvey loyvi,
sum gera, at fiskast kann
við skipinum. Fyrst eitt
veiðiloyvi, sum gevur rætt
til yrihøvur at hava reið-
skap í sjónum. Síðan eitt
fiskiloyvi, sum skal fylla
veiðiloyvið út. Tað vil siga
at geva ásetta talið av fiski-
døgum.
Tá hesi loyvi eru fingin,
hevur veiðifarið virði og
kann verða handlað fyri
nógv meira, enn sjálvt
skipið í veruleikanum er
vert. Og tí hava summir
ivaleyst gjørt sær dælt av.
Verður ikki loyvt
Men tað fer landsstýris-
maðurin við fiskivinnu-
málum nú at broyta, sigur
løgmaður. Nýggj lóg er á
veg, og har verður hædd
tikin fyri, at sonevndir
kvotabarónar ikki sleppa at
sita og ríka seg upp av
slíkum handli.
Í nýggju lógini fer fram-
vegis at vera gjørligt at
handla við skipum á sama
hátt sum í dag. Tað vil siga,
at tey verða seld við loyv-
um.
– Annars ber als ikki til at
sleppa av við eitt skip, sigur
løgmaður. Men tann, sum
selir skip og loyvi, kemur
undir heilt aðrar og harðari
treytir, enn gjørt verður í
dag.
Nýggja lógin fer at siga,
at verða skip og loyvi seld,
skal allur vinningur av hes-
um koma vinnuni sjálvari
aftur til góðar. Tað vil siga,
at teir skulu setast í aftur
onnur skip. Tað veri seg
nýtt ella størri.
Verður hinvegin selt fyri
at sleppa sær burtur úr
vinnuni, skal avgjald leggj-
ast á vinningin, soleiðis, at
peningur,
sum
vunnin
verður av almennari ogn,
ikki bara verður stungin í
lumman.
Í dag er vinningur av sølu
av fiskiloyvum skattafríur.
Tað er ein merkilig niður-
støða, sum onkur er komin
til, sigur løgmaður, ið ikki
rættiliga dugir at skilja
hana.
Grundgevingin skal vera,
sigur hann, at tað er ikki
loyvt at selja fiskiloyvi, og
tí heldur ikki ber til at
skatta vinningin.
Men vit vita, at fiskiloyvi
verða seld, hóast tað bara
eitur, at skipini verða seld
fyri ein prís, sum er
kunstiga skrúvaður upp.
– Tað er verri enn so nóg
gott og verður eisini broytt í
nýggju lógini um vinnuliga
fiskiskap,
sum
ætlandi
kemur í gildi á nýggjárin-
um, lovar løgmaður.
Spekulatiónin skal burtur
Nú skal endi fáast á
spekulatión við almennum
fiskiloyvum, lovar løgmaður
C
M
Y
K
7
6