fríggjadagur 24. apríl 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 24. apríl 2009
La Colombina, DOCG Bru-
nello di Montalcino 2003
Argiano, IGT Toscana,
NC 2006
Château Franc-Mayne, AOC
Saint-Émilion Grand Cru, Les
Cèdres de Franc-Mayne 2002
Château Les Traverses, AOC
Médoc, La Franque 2005
19
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Djúpur
kirsuberreyður litur, longu við
tigulsteinsbrúnum kanti. Sera
samansettur angi av kirsuber,
violum, kaffi og kamfer.
Smakkurin er góður, men
nakað yvirbúgvin og troyttur
eins og súltaði kirsuber. Tað er
“heiti” árgangurin í Toscana,
ið eigur æruna av hesum. Ikki
nøkur stór Brunello, ið vanliga
telist millum heimsins bestu.
Bíða eftir 2004-árganginum,
ið er super. Og ja, Brunello er
hundadýrt.
Kostnaður: Kr. 252,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Djúpur, tættur
kirsuberjasvartur litur. Angin
at byrja við nakað afturlatin,
men hellið um hálvan tíma,
so spríkir fram lekkur frukt við
tónum av kirsuberi, sólberi
og bromberi. Smakkurin sera
kraftmikil og samansettur
við sólbúnaðari blommu,
sjokolátu og vanilju. Góður
tanninbroddur, ið reinsar
góman væl afturvið mati.
Væleydnað og modernað
italskt reyðvín.
Kostnaður: Kr. 116,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Fraklandi
Ummæli: Rubinreyður litur.
Angin er aristokratiskur av
cassis, enskt lakres og furunálir,
sum vit kenna hann frá
Saint- Émilion, men í hesum
vánaligi 2002-árgangi hongur
ikki alt so væl saman kortini.
Angin støkkur av viðhvørt.
Sera lekkurt og samansett
vín tó, men viðhvørt hómast
innanholað frukt. Í hesum
flokki høvdu vit væntað meira
støðuga frukt. 2003 og ikki
minst 2005 er væl betri.
Kostnaður: Kr. 174,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Fraklandi
Ummæli: Djúpur klassiskur
rubinreyður litur. Stórur
Bordeaux-angi. Nakað
afturlatin enn, men her eru
fyrstafloks fruktdygdir í góðari
javnvág við tónum av sedrisviði
frá skynsamari fatlagring. Og
so hesin eyðkendi argandi
angin av nýspískaðum
blýanti. Smakkurin er turrur
sum Bordeaux eigur at
vera. Granvaksnar tanninir
(garvasýra), ið gera vínið
hóskandi til gott oksakjøt.
Kostnaður: Kr. 116,50
Skoðsmál:
Eina dýra og eina bíliga fløsku
frá tveimum av fremstu vín-
økjum í heiminum!
Franska Bordeaux og italska
Toscana.
Ja, Vínummælið hættar
sær veruliga inn í leyvuhellið
hesuferð at siga nøkur orð um
hesi nógv umrøddu, elskaðu,
tilbiðjaðu og samstundis eisini
útskeldaði og næstan hataði
sløgini. Hataði, av tí tey eru so
dýr og so lætt kunna vónsvíkja.
Bordeaux og Brunello eru í
eygum hjá mongum snobbvín
av ringastu skuffu. Stundum
gandar vínið ein fullkomiliga
og fær alt annað vín at kennast
óviðkomandi. Aðrar tíðir skuf-
far hetta arrogant dýra vínið so
andstyggiliga, at nevarnir koma
á lofti.
Øll sum drekka vín, hava
eina meining um Bordeaux
og Brunello. Tað eru tey, sum
halda tað vera tunt, súrt, og alt
ov dýrt – tað reina snobbvín!
Onnur prísa vínið fyri javnvág,
margfeldi, lagrings-førleika og
at hóska seg væl afturvið mati.
Eitt er vist, tað krevur serliga
vitan at stýra millum og runda-
num dýru Bordeaux/Brunello-
vónbrotini. Tey eru ómetaliga
árgangs-viðkvom.
Tað sæst í dýra útgávunum í
dag.
Í 2002 regnaði alt burtur í
Bordeaux. Undan kom vatnut
vín við vánaliogari javnvág.
Í 2003 stokti sólin alla frukti-
na í Toscana og tískil er nógv
Brunello frá hesum árgangi
yvirbúgvið, oksiderað og longu
farið at hokna.
Tá hepnast bíligaru sløgini
betri. Árgangirnir eru betri og
so eru hesi slottini eisini kend
fyri at duga at skilja sundur
vánaligt drúvutilfar í avbjóðandi
árgangum. Tað er sjáldan at
Château Les Traverses og Ar-
giano detta ímillum.
Fínar franskar og
italskar fløskur