fríggjadagur 24. apríl 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 78 - 24. apríl 2009
lýsingar
FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænastur, sum Føroya
Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Á Rakstrardeplinum arbeiða
27 starvsfólk, og depilin hevur ábyrgd av at menna og reka tøkniligu
útgerðina.
Vit kunnu bjóða einum komandi starvsfelaga góðar møguleikar
fyri fakligari og persónligari menning, umframt góðar og nýmótans
arbeiðsumstøður.
Arbeiðsinnihald
Arbeiðið fevnir um umsiting av nýggja hýsingarumhvørvinum á Føroya
Tele, so sum VMware, VPN-loysnir, Cisco og ymiskar servaraloysnir.
Arbeiðið fevnir eisini um at menna verandi internettænastur, herundir:
• ráðgeving til viðskiftafólk
• menning av nýggjum hýsingar- og internettænastum
• rakstur av highend ciscoútgerð
• forritan av serútgerð
Vit ímynda okkum, at tann, ið fær starvið, hevur:
• royndir í framkomnum hýsingar- og vevloysnum
• hugsjónir um internetið
• góðan kunnleika í enskum
• nærlagni og sjálvstøðugt arbeiðslag
• jaligt sinni og góð samskiftisevni
• viðkomandi tøkniútbúgving ella drúgvar royndir á økinum
Fyrimunur er at hava førleikar og royndir innan:
• VMware ESX
• Ciscoútgerð, herundur VLAN
• Windowsskipanir sum Exchange og MOM
• IIS/Apache vevservarar
• TCP/IP og internet
• Linux
Umsóknir
Umsóknir við avritum av CV og viðkomandi skjølum skulu vera
starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. apríl 2009
og skulu sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
ella til:
starvsfolkadeildin@ft.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Páll Wiberg
Joensen á tel. 243521 ella á pwj@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til
starvsfólkadeildina á tel. 303030.
KT-fólk til Rakstrardepilin á FT Samskifti
Til Rakstrardepilin á FT Samskifti søkja vit eftir einum
KT-fólki við serkunnleika innan hýsing og vevloysnum
FT Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti við privatkundar og vinnukundar, alt
GSM-samskifti og øll staðarútgerð til fastnettelefoni og breiðband. Í felagnum starvast gott hundrað fólk. Tænastur frá FT Samskifti
verða marknaðarførdar undir navninum Føroya Tele.
FT Online er nýggj deild á Føroya Tele, ið umsitur og mennir
onlinetænastur felagsins, umframt útgávuna av Telefonbókini.
Onlinetænasturnar, ið talan er um, eru portal.fo, sportal.fo, planet.fo,
nummar.fo og gulu.fo.
Vit kunna bjóða einum komandi starvsfelaga góðar møguleikar fyri
fakligari og persónligari menning, umframt góðar og nýmótans
arbeiðsumstøður.
Arbeiðsinnihald
Arbeiðið fevnir um at samskipa partar av KT-menningini hjá FT online.
Samskiparin skal m.a. standa fyri kravfestingum og prosjektleiðslu
í mun til menning av nýggjum tænastum á onlineøkinum, eins og
viðkomandi kemur at standa fyri samskifti við uttanhýsis KT-veitarar
og við innanhýsis KT-umhvørvið á Føroya Tele.
Vit ímynda okkum, at tann, ið fær starvið, hevur royndir
á hesum økjum:
• Prosjektleiðslu av KT-verkætlanum
• Ger av kravfestingum, analysu og designi á KT-økinum
• PHP, MySQL umframt onnur forritanarmál og aðra databasutøkni
• Viðkomandi útbúgving ella drúgvar royndir á økinum
Vit rokna eisini við, at rætti umsøkjarin hevur:
• Hugsjónir um internetið
• Góðan kunnleika til føroyskt og enskt
• Nærlagt og sjálvstøðugt arbeiðslag
• Jaligt sinni og góð samskiftisevni
Umsóknir
Umsóknir við avritum av CV og viðkomandi skjølum skulu vera
starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi 4. mai 2009 og skulu
sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
ella til:
starvsfolkadeildin@ft.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla á Deild
Olsen á tel. 243011 ella á odo@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til
starvsfólkadeildina á tel. 303030.
Føroya Tele er fremsta KST-fyritøka í Føroyum. Felagið er eitt samtak av einum móðurfelag
og trimum dótturfeløgum. FT Online er partur av móðurfelagnum.
KT-samskipari til FT Online
FT Online søkir eftir samskipara til
KT-menningina á deildini