fríggjadagur 24. apríl 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 24. apríl 2009
20
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Sjógæti
(Samkeyp/PE)
kr. 35,95/480 g (kr. 74,90/kg)
Gullaksur. Smakkurin er heilt
góður, men konsistensurin
nakað fínur sum mos. Men gul-
laksur er bleytur fiskur.
Hjallurin
(Miklagarður)
kr. 46,22/642 g (kr. 72,00/kg)
Ónevndur fiskur. Sera góður
smakkur, sera góður grovur
konsistensur og framúr hó-
skandi saltjavnvág. Í serflokki
besta fiskafars.
Kjøtbúðin v/ Otto Rein
ert (Samkeyp/PE)
kr. 36,43/486 g (kr. 74,95/kg)
Toskur/hýsa og gullaks. He-
ilt góður fiskasmakkur, men
konsistensurin nakað babymos-
kendur og so er latið alt ov
nógv salt í.
Krás
(Samkeyp/Inn)
kr. 49,63/752 g (kr. 66,00/kg)
Toskur og gullaksur. Sera góður
smakkur og góður grovur kon-
sistensur, men nakað salt fars.
Tað gera vit sjálvi við hús!
Eingin ivi um tað.
Men ikki er tað altíð at vit
orka, tíma ella hava stundir at
mala fisk gjøgnum maskinuna
og røra til fars.
Hvat finst so á handilshil-
larnar av ”kommersiellum”
fiskafarsi?
Eg fann hendan dagin fýra
sløg: frá Sjógæti í Norðskála,
Krás í Hósvík, Kjøtbúðina v/
Otto Reinert í Havn og Hjalli-
num í Miklagarði í Havn.
Hvat er so gott fiskafars og
ein góð frikadella?
Marius Johannesen skrivar í
Matur og Matgerð, at fiskurin
enn sum áður hevur verið álitið
til døgurðamat hjá føroyin-
gum. Men teir gomlu gjørdu
ikki nógvan ómak av at gera
fiskin til. Hann varð etin feskur,
ræstur, saltaður ella turrur.
Feskur fiskur varð eisini gjørdur
til frikadellir ella knettir, men so
var eisini alt, hvat ið viðvíkti at
gera mat burturúr fiski.
Men hvat bilar tað, tá ið heilt
vanligar fiskafrikadellur man
vera lystimeti hjá mongum her
á landi? Ikki minst børnum.
Og sum Óluva Skaale í somu
bókleiðbeinir okkum, skal
farsið rørast væl og umráðandi
er at steikja í ríviliga av feitti
(smør ella margarin) og ansa
eftir ikki at geva frikadellunum
ov bráðan eld.
Og her havi eg so hug at leg-
gja afturat: ansa eftir saltinum!
Er farsið ov salt vendst ikki
aftur og salt fáa vit framma-
nundan ríkiliga av í nógvum
nútímans skornum viðskera.
Skoðsmálini eru latin í mun til
fiskasmakk, konsistensi og salt/
krydd-javnvág.
Føroya besta fiskafars