fríggjadagur 24. apríl 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2009
21
lýsingar
TÍN ORKA
Business Controllari til Magn
Sum ein liður í framhaldandi menning av Magn søkja vit eftir einum Business Controllara
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130
starvsfólk, svarandi til 80 árverk. Høvuðsskrivstova
okkara er í Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á
tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum
eigur Magn 4. Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn, og
mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum.
Um starvið:
tú verður lyklapersónur í fyritøkuni. tú arbeiðir bæði á
strategiskum og taktiskum støði, og uppgávurnar spenna
víða. tú skalt, í samstarvi við deildarleiðarar og
leiðsluna, betra leiðslukunningarskipanina á Magn, so at
leiðsla og leiðarar felagsins fáa bestu og rættastu vitan
at taka avgerðir útfrá. Business Controllarin fær hartil
ábyrgd av fleiri størri og smærri prosjektum av bæði
taktiskum og strategiskum slagi, sum hon/hann hevur
ábyrgd av at fyrireika og seta í verk. Fyrsta stóra
uppgávan verður at fyrireika og seta í verk nýggja
fíggjarstýringsskipan á Magn.
Business controllarin vísir til fíggjarstjóran á Magn, men
fer vegna tvørgangandi uppgávurnar at hava eina breiða
kontaktflatu í øllum felagnum.
Uppgávur í stuttum:
• Ábyrgd av fyrireiking, implementering og framhaldandi
dygdarmenning av nýggjari leiðslukunningarskipan.
• Fyrireika, implementera og framhaldandi menna nýggja
fíggjarskipan
• gera lønsemiskanningar, bæði eftir egnum hugskoti og
eftir umbøn frá, og í samstarvi við, leiðslu felagsins
• Betra mannagongdir á ymsum umráðum við tí fyri eyga
at betra rakstur felagsins
• Hjálpa til við mánaðarroknskapum og øðrum vanligum
roknskapar- og fíggjararbeiði
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini
fyritøku í menning. Her er vítt millum veggja, og um tú vilt
og dugir, so sleppur tú eisini! tað er avgerandi, at tú ert
før/ur at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar
uppgávur væl. av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og
víðar heimildir frá leiðslu felagsins. sjálvstøðugt arbeiði
merkir eisini, at tað er møguleiki fyri fleksiblum
arbeiðstíðum.
Vit vænta:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
• royndir, gjarna frá útlandinum, við fíggjarstýring,
strategi- og lønsemisgreining og prosjektleiðslu
• royndir við nýmótans fíggjarskipanum
• stórt áræði og eitt positivt sinnalag
Okkara virði eru:
• Kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livið
• skjótt er gott
• gleði gevur megi
um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á
www.magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn
arbeiða við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði.
um tú hevur spurningar, vinarliga vend tær til Johnni
Poulsen, fíggjarstjóra, á telefon 347420, 237420 ella á
johnni@magn.fo
umsóknir við prógvum skulu latast inn innan fríggjadagin
1. mai kl. 16.00. antin við at senda bræv til:
Magn
Vestara Bryggja 8
FO 110 Tórshavn
Att: Johnni Poulsen
ella við at senda teldupost til johnni@magn.fo
Vegurin Langi
188 Hoyvík
tlf. 35 30 40
Klingrugarður
700 Klaksvík
tlf. 47 30 40
www.reyniservice.fo
Njótið hugnaliga umhvørvið
meðan vit skifta dekkini
Vit hava
kvalitetsdekk frá
GoodYear og Dunlop.
Áseting og
avbalansering er
við í prísinum