fríggjadagur 24. apríl 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 24. apríl 2009
21
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
Herfyri í dýrdar-várveðri bjóðaði
Nyt Nordisk Forlag Arnold Busck
til móttøku í Frederiksberg Have.
Tað var í samband við at
professari í Biofysik við Syddansk
Universitet, Ole G. Mouritsen,
gav út nýggja sera spennandi
bók um matmentan og vísindi.
Tang – grøntsager fra havet.
Evnið er tarin í sjónum, -
viðgjørdur náttúruvísindaliga,
siðsøguliga og matlistarliga.
Bókin setur saman matgerð
og vísindi á heilt nýggjan hátt.
Tarin verður allýstur á greitt og
lættlesiligt. Høvundurin greiðir
frá hvussu tari kann nýtast í mat-
gerð og hví tari er so heilsugóður
at eta. Er sprænfullur í mine-
ralum, proteinum, vitaminum og
so hesi feitt-evnini, sum eisini eru
í fiski og ein annar granskari –
føroyski Sjúrður Olsen, Dr.Med.
- hevur umrøtt í sambandi við
stóru føroysku børnini, ið verða
fødd.
Tari kann eisini alast og Ole
G. Mouritsen ivast onga løtu í,
at tari í framtíðini fer at gerast
størri partur av okkara føðslu
enn higartil. Og kanska fer tarin
at bjarga okkum undan øllum
lívsstílssjúkunum, ið herja okkum
í hesum tíðum.
”Tá hungursár vóru livdu fólk
uppímillum av tangi”. Soleiðis
verður oftani tikið til her hjá
okkum. Tang er tann tarin,
sum er etandi í Føroyum. Sum
oftast Alaria esculenta. Nógvar
royndir hava verið við tara í
Føroyum, men eg veit ikki um
tað er roynt til matna. Kendast
er ivaleyst Føroya Alginatvirki frá
1970’unum.
Í bókini eru alskyns uppskriftir
við tara sum ein og hvør kann
gera heima hjá sær sjálvum. Tari
sum krydd í súpanum, salatum
og fiska- og grønmetisrættum.
Til sushi, osti, pasta. Í tertum,
dessertum og køkum. Sum te og
í sjokolátu.
Sjálvur royndi eg fleiri up-
pskriftir úr bókini hendan dagin
móttøka var. Stutt sagt: hetta
er ein heilt nýggjur heimur, ið
opnar seg fyri okkum.
Bókin hevur sera hent savn
av frágreiðingum, myndum,
keldutilfari og ikki minst leinkjur
á alnótini av tara-framleiðarum,
ið selja umvegis internet-handli.
Uppskriftirnar eru gjørdar í
samstarvi við danska stjørnu-
kokkin, Jakob Mielcke, ið hevur
matstovuna Mielcke og Hurtig-
karl á Frederiksberg.
Her er stutt og greitt talan um
meistaraverk í heimsflokki. Eg eri
vísur í at bókin fer at vera týdd
og útgivin í nógvum londum.
Mítt besta viðmæli!
Tang – Grøntsager fra havet,
Ole G. Mouritsen, Nyt Nor-
disk Forlag Arnold Busck, 284
blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 275
í føroysku bókahandlunum
Tari - grønmeti úr havinum