fríggjadagur 24. apríl 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 78 - 24. apríl 2009
lýsing
www.summarfestivalur.fo
Klaksvík 6. - 8. august
Har øll syngja við!
DYNAMIT
»Er tað nakað, mær dámar verri enn Dynamit
á fløgu, so er tað Dynamit live!«
Jan Lamhauge, Dimmalætting
»Søkk, søkkandi skúta«
Arni Zachariasen, Dimmalætting
»Óstuttliga skemtið, løgni
sentimentaliteturin og illa
spældi tónleikurin varð tó
avbera væl móttikin av
áhoyrarunum. So væl, at
ummælarin bara kundi rista
við høvdinum í vantrúgv.«
Arni Zachariasen, Dimmalætting
»Eftir at hava lurtað eftir
fløguni, kendist tað, sum
hevði heilin tikið skaða,
meðan eg var um at fáa
krampa undir iljarnar, so nógv
eg hevði krimpað tærnar av
pínliga tónleikinum.«
Jan Lamhauge, Dimmalætting
»Skemtið hjá Dynamit er
primitivt. Tað handlar um
frensar, sum eru gay, ommur,
sum drekka seg skít og menn,
sum eru bangnir fyri konuni.
Teir halda, tað er stuttligt
at venda keppum til síðuna,
og at ein í bólkinum verður
kallaður Shaky. Á hvønn hátt
er hetta stuttligt?«
Arni Zachariasen, Dimmalætting
»Hvussu kunnu so nógv fólk njóta nakað,
sum so eyðsæð er botn hamrandi
vánaligt? (...) Fólk hava eftir øllum at
døma ongi tónleikalig góðskukrøv, tá ið
tey veruliga kunnu njóta Dynamit.«
Arni Zachariasen, Dimmalætting